mikudagur 15. mai 2019síða 8
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 17. MAI 2019
SOSIALURIN 56
8
vera við í einum petti av sesong
seks, bleiv hon púrasta tikin á bóli.
Tað hevði hon ikki væntað, sigur
hann smáflennandi.
Flogin til Írlands at
royna styvlar
Jóhannes Haukur minnist aftur á
mannagongdirnar í sambandi við
upptøkurnar, sum vóru nokkso
serstakar og margháttligar. Hann
varð flogin beinleiðis úr Íslandi til
Írlands, har upptøkurnar vórðu
gjørdar, og har legði hann beinan
vegin merki til, hvussu stórfingið
alt Game of Thrones virksemið
var.
- Fyrst flugu tey meg til Írlands
fyri at royna klæðini, og eina
viku seinni flugu tey meg enn
einaferð fyri at royna eitt par av
styvlum. Tey komu eftir mær á
flogvøllinum, fingu meg at royna
styvlarnar, og so sendu tey meg
heim aftur. Tað føldist nokkso
ørt, eg meini so við… flennir hann.
Eitt sindur seinni var aftur boð
eftir Jóhannes í sambandi við at
hann í sínum leikluti sum Lem
Lemoncloak skuldi ríða á einum
hesti.
- At ríða er ikki eitt stórt stunt
ella nakað serligt. Tað snýr seg
jú bara um at sita á einum hesti.
Men allíkavæl sendu tey meg heilt
til Belfast í Norður Írlandi á eitt
skeið í tríggjar dagar, har eg fekk
undirvísing í ríðing.
Jóhannes greiðir hugtikin víðari
frá stórlátaðu mannagongdunum
og fínu sømdunum, hann og hini í
stóra toyminum høvdu.
- Tey gjørdu øll hesi oyðslutu
tingini, og tá vit filmaðu, høvdu
tey stórar lastbilar við stórum
matbuffétum, sum í mínum eyg
um í øllum førum sá rættiliga dýrt
og stórtsligið út.
Um leiklutin: Lem
bleiv dripin
Lem Lemoncloak, sum verður
spældur av Jóhannes Haukur, er
limur av felagsskapinum Broth
erhood Without Banners. Mið
skeiðis í sesong 6 kemur Lem
Lemoncloak á hestabaki saman
við tveimum øðrum fram á eina
bygdalegu í Riverlands, har eitt nú
Brother Ray og bersøgni Sandor
Clegane (the Hound) halda til.
Tá tekur Lem Lemoncloak, sum
førir ann, orðið og spyr við einum
lúmskum eygnabrái, um tey hava
nakrar hestar og nakran mat. Áðr
enn lítla harkaliðið sleppur sær til
rýmingar, sigur Lem:
- Stay safe. The night is dark
and full of terrors.
Seinni vísir tað seg, at Broth
erhood Without Banners hava
dripið alla leguna, tó uttan at fáa
fatur á Sandor Clegane, sum hevur
ein týðandi leiklut gjøgnum alla
sendirøðina.
Avgjørdur tekur Sandor Cleg
ane øks í hond fyri at leita eftir
Lem Lemoncloak. Hann finnur so
Lord Beric Dondarrion og Thoros,
sum saman við øðrum longu eru
til reiðar at heingja Lem og fylgi
hansara. Men Sandor Clegane
heldur fast við, at hann vil sleppa
at taka teir av døgum sjálvur.
Hann sleppur ikki at drepa teir
við øks, sum hann gjarna vil, men
fær loyvi til at drepa tveir teirra -
harímillum Lem Lemoncloak, sum
biður fyri lívinum og sigur “góði
ikki! eg vil geva tær alt!”, beint áðr
enn Sandor Clegane sparkar bjálk
an undan honum, so hann kvalist
í reipinum. Síðani tekur Sandor
Clegane styvlarnar hjá Lem og
letur seg í teir.
Tað snýr seg um nakrar fáar
minuttir tilsamans, at vit síggja
Jóhannes Haukur á skerminum í
hesum tveimum pørtunum í ses
ong seks (partur 7 og 8). Annars
hevur Lem Lemoncloak ein væl
størri leiklut í bókunum enn í
sendirøðini.
The Hound bjóðaði
Guinness
Tað er Rory McCann, sum spælir
stóra leiklutin sum Sandor Cleg
ane (The Hound). Hóast teir vóru
alt annað enn vinmenn í sendirøð
ini, so funnu teir sera væl út av tí
í veruleikanum. Haukur gloymir
ikki, tá teir hittust.
- Vit fullu í prát aftaná venj
ingina fyrsta dagin. Tá kom tað
fram, at eg ongantíð hevði roynt
írsku Guinness ølina áður. Hetta
var burturvið helt hann, og tí tók
hann meg við á eina fína lokala
pubb og keypti mær mína fyrstu
Guinness, sum var ógvuliga góð. Í
roynd og veru var hetta tann besta
Guinness ølin, eg nakrantíð havi
smakkað, og eg havi síðani funnið
útav, at Guinness smakkar ikki
líka væl uttan fyri Írland. Vit sótu
har alt kvøldið og tosaðu við tey
lokalu, og hetta var eitt fantastiskt
kvøld.
Heimsins sterkasti maður, Haf
þór Júlíus Björnsson, er ein annar
íslendingur, sum er við í Game of
Thrones. Hann hevur ein munandi
størri leiklut enn Jóhannes Hauk
ur og hevur ofta verið at sæð á
skíggjanum sum sterki og stóri
Gregor 'The Mountain' Clegane.
Íslendingarnir báðir kendust ikki
frammanundan, men eftir sum
teir báðir vóru íslendingar, slóðu
teir seg saman og hittust á einari
indiskari matstovu í Belfast.
Nógvar verkætlanir
Jóhannes Haukur hevur annars
nógv jørn í eldinum hesar dagar.
Umframt uppgávuna til sendi
røðina, sum nú verður tikin upp
í Prag, koma tveir filmar út heilt
skjótt, har hann spælir við.
- Ein filmur eitur “Where Did
You Go, Bernadette” við Cate
Blanchett í høvuðsleiklutinum,
og har spæli eg ein skipari. Ein
annar eitur “The Good Liar” við
Ian McKellen og Helen Mirren í
høvuðsleiklutunum, og í hesum
filminum spæli eg ein russiskur
maður. Eg spæli eisini ein russari
í filminum Bloodshoot við Vin
Diesel, sum kemur út komandi ár,
sigur hann og leggur aftrat:
- Altso… eg spæli ikki altíð russ
ari! Men filmsfólkunum dámar
eftir øllum at døma væl at geva
mær leiklutir sum russari, eg veit
ikki hví, flennir hann. Her kann
nevnast, at í bretsku Netflix-røð
ini, “The Last Kingdom”, sum før
oyska Eivør Pálsdóttir hevur gjørt
tónleik til, spældi Jóhannes Hauk
ur ein dani.
Fer til Føroya í summar
Jóhannes Haukur hevur ikki
verið í Føroyum í nógv ár, men
tað verður bøtt um í summar.
Hann hevur nevniliga bókað sær
og familjuni billettir til Føroya
við Norrønu í juli. Saman við
konu síni eigur hann trý børn, og
tey fara at koyra runt oyggjarnar
við viðfestisvogni í tvær vikur.
Hann gleðir seg nakað so nógv
at koma aftur - men hann gleðir
seg mest at vísa børnum og konu
síni Føroyar, sum eru ein so stórur
partur av honum og teimum.
- Eg haldi, tað er gott fyri børn
ini at ferðast, so tey koma at
kenna heimin. Tí plagi eg eisini at
taka familjuna við uttanlands, tá
eg skal arbeiða. Men tað verður
nakað heilt annað at koma til Før
oya við teimum. Sjálvur havi eg
ongantíð upplivað ólavsøku sum
vaksin, so tað verður áhugavert at
royna tað aftur og síggja, hvussu
tað er. Kanska vit kunnu síggja
grindadráp eisini, tað hevði verið
stuttligt, sigur Jóhannes Haukur,
sum hevur upplivað grindadráp í
Føroyum, tá hann var barn.
- Eg gloymi tað ongantíð. Tað er
altíð áhugavert og gott fyri børn
at síggja, hvar maturin, vit eta,
kemur frá. Eg veit sjálvandi væl, at
grindadráp í Føroyum og Íslandi
er burðardygt í mun til, hvat ávísir
felagsskapir vilja hava heimin at
vita, sigur hann.
Føroyskt tryggjaði
ensku úttaluna
At Jóhannes Haukur lærdi før
oyskt sum barn er komið honum
til góðar á yrkisleiðini.
- Tað hjálpti mær við mínum
enska tónalagi. Í føroyskum hevur
mann ljóð, sum minna um enskt,
sum mann ikki hevur í íslendsk
um, sigur hann og tekur “ch”-ljóðið
í orðinum “sjálvandi” sum dømi.
- Vanliga íslendska tónalagið á
enskum er ofta eitt sindur grovari
enn mítt, sum minnir meira um
tað bretska. Føroyska ljóðið hevur
veruliga hjálpt mær við hesum,
sigur Jóhannes Haukur.
Føroyska málið hevur gjørt
mun fyri hann sum sjónleikara,
men uttan hart arbeiði og vilja
hevði hann ikki komið har til,
hann er í dag.
- Lykilin til súksess er at
ásanna, at har er ikki bara ein
lykil til súksess. Har eru nógvir
ymsir lyklar, og hvør einasti lykil
er serstakur. Hvør einasta ferð er
sín egin, og tað er ikki ein máti at
gera tingini uppá, sigur Jóhannes
Haukur Jóhannesson.
Síðsta og áttanda sesong av Game of Thrones fór
av bakkastokki 14. apríl. Hvørja viku síðan tá er ein
nýggjur partur komin út. 20. mai kemur síðsti partur
út í áttandu og síðstu sesong av Game of Thrones
Bara ein partur eftir
PERSÓNSØGA
Framhald frá síðu 7