Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-15, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. mai 2019síða 9

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. MAI 2019 SOSIALURIN 56 9 Tveir fólkatingslimir og tveir mátar at brúka sessirnar ÁRNI GREGERSEN F ólkatingsvalið verður grundlógardagin 5. juni. Higartil er valstríðið ikki byrjað av álvara, men kortini hava vit tveir fólka­ tingslimir, sum í seinasta val­skeiði hava umboða Føroyar á Christ­ ians­borg. Sjúrður Skaale, Javn­aðar­ flokk­urin, hevur sitið á danatingi sein­astu tvey valskeiðini, meðan Magni Arge, Tjóðveldi hevur verið ting­maður í Keypmannahavn hetta farna valskeiðið. - Tað er upp til hvønn einstakan, sum verður valdur at umboða Før­ oyar, hvussu viðkomandi vil gera tað, sigur Sjúrður Skaale. Hann sigur, at tað ber væl til at møta á Fólkatingi uttan á nakran hátt at blanda seg uppí politikk, men tað ber eisini til at luttaka fult út í donskum politikki. - Sjálvur havi eg valt eina mill­ umleið, sigur hann. - Eg havi verið við til samráð­ ing­arnar um fíggjarlógina og havi royynt at draga eitt sindur av peng­um heim til Føroyar, men eg havi valt ikki at leggja meg bein­ leið­is í danskan politikk ann­ars, sigur Sjúrður Skaale.. Hann vísir á, at fyri árum síð­ ani var tað soleiðis, at umboð fyri Javnaðarflokkin á Fólkatingi, fult og heilt fylgdu danska Javn­ að­arflokkinum. Tað vil siga, at før­oyska umboðið var ein partur av donsku parlaamentarisku skip­ an­ini. -Tað eru vit eisini í dag, men vit hava valt at tulka tað eitt sindur øðrvísi, sigur javnaðarmaðurin á Fólkatingi. Ein pallur Magni Arge hevur valt ein annan veg. - Eg havi roynt at gera sessin til ein pall, har vit kjakast um viðurskiftini millum Føroyar og Danmark, sigur Magni Arge. Hann umboðar Tjóðveldi og hevur eina agenda um at flyta so nógv vald úr Fólkatinginum til Løgtingið, tá ið tað snýr seg um føroysk viðurskifti. Hann vísir eisini á, hvussu týð­andi tað er, at vit standa fast við sjálvsavgerðarrættin. Ein rættur, sum fyrr var avgerandi og sjálvsagdur úti í heimi, men sum nú er undir trýstið. - Vit hava sæð hvat hendir í Evropa, millum annað í Katalonia, har stríðið hevur verið rættuliga hart hesi seinnu árini og har tað stóra landið – Spania – vísir sítt vald, sigur Magni Arge. Magni Arge hevur sitið á Fólka­tingið síðan seinasta fólka­ tings­val. Eitt skifti fekk hann sær orlov, men tað gekk ikki meira, so nú hevur hann verið fastur á dana­tingi. - Vit hava ofta hoyrt um, at fólka­tingsmenn fyrr ofta átóku sær at loysa trupuleikar fyri føroy­ ing­ar, sum vóru koyrdir fastir í donsku umsitingin, men tað gera vit lítið av í dag. Nú er tað fyrst og fremst føroyska ráðgevingin, sum tekur sær av tí, men fáa vit at vita um órímilig viðurskifti, so plaga vit at taka tað upp, sigur hann. Grundlógaragin Valið verður 5. juni. Allir teir føroysku politisku flokkarnir, sum eru umboðaðir í Løgtinginum stilla upp uttan Miðflokkurin. Enn hevur bert Javnað­ar­flokk­ urin almannakunngjørt val­evnis­ listan, men sum Sosialurin hevur fingið at vita, so fara hinir flokk­ arnir at kunngera listarnar annað­ hvørt undan halguni ella beint eftir. Sjúrður Skaale og Magni Arge stilla báðir uppaftur og teir vóru báðir millum teirra, sum fingu nógvar atkvøður seinast. Fyri Sambandsflokkin fer Ed­ mund Joensen, Sambands­flokk­ urin, at kappast móti teim­um, meðan Annika Olsen helst verð­ur kappingarneytin úr Fólka­flokk­in­ um. POLITIKKUR Magni Arge, Fólkatingslimur Sjúrður Skaale, fólkatingslimur Christiansborg