Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-15, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. mai 2019síða 10

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. MAI 2019 SOSIALURIN 56 10 TEMA: Harðskapur í heiminum Harðskapur í heiminum - Í dag eru kvinnurnar yngri og bíða ikki til børnini eru vaksin. Nú verður eisini nógv ljós varpað á, at børn taka ótrúligan skaða av at vaksa upp við harðskapi. Tað er ein partur av orsøkini, men tað hevur eisini nógv at siga, at kvinnur eru betri fyri í dag. Tær eru ikki líka bundnar av inntøkuni hjá manninum, sigur Elin Reinert Planck, dagligur leiðari í Kvinnuhúsinum HALLUR AV RANA HALLUR@SOSIALURIN.FO A t tað er tørvur á einum Kvinnuhúsið, ið kann veita eina hjálpandi hond, ráðgeving og eitt trygt stað at búgva til kvinnur, ið hava verið útsettar fyri harðskapi, bleiv enn einaferð staðfest, tá Kvinnuhúsið fyrr í mánaðinum lat úr hondum ársfrágreiðingina fyri 2018. Í frágreiðingin staðfestir felagið, at Kvinnuhúsið hetta árið fekk 433 áheitanir um hjálp frá kvinnum, ið høvdu verið offur fyri harðskapi. Talan er sostatt um meira enn eina áheitan um dagin frá kvinnum, ið ikki vita onnur ráð enn at venda sær til Kvinnuhúsið, tá teimum tørva hjálp. Talan er eisini um ein vøkstur frá 2017, tá talið av kvinnum, ið vendu sær til Kvinnuhúsið fyri hjálp, var 407. Siga ikki alla søguna Tá talið av kvinnum, ið søkja hjálp frá Kvinnuhúsinum, økist, er lætt at fella í tí fellu at staðfesta, at harðskapur móti kvinnum er í vøkstri her á landi. Men tað er at gera í so skjótt av, sigur Elin Rein­ert Planck, dagligur leiðari í Kvinnu­húsinum. - Harðskapur hevur altíð verið í føroyska samfelagnum, men tað er torført at siga, um tað var meira ella minni fyrr, tí tey hag­ tøl­ini finnast ikki. Munurin er, at í dag verður tosað um tað. Hetta hóast tað á ongan hátt er lætt hjá kvinnum, ið eru útsettar fyri harð­ skapi, at tosa um tað og søkja sær hjálp. Tað er eitt tungt stig at taka, ið ikki fellir øllum lætt. Men tað er vorðið munandi lættari enn fyri nøkr­um árum síðan, nevnir leið­ arin sum eina av møguligu or­søk­ un­um til vøksturin. Seinnu árini hevur nógv fok­us verið sett á ymiskt slag av harð­ skapi og hevur Kvinnuhúsið við øðr­um kunnað um hvat kann ger­ast í slíkum støðum. Tað hevur verið við til at gjørt tað lættari hjá kvinn­um at venda sær til teirra, met­ir dagligi leiðarin. - Tað sum var tann stóra avbjóð­ ingin fyrr, var at kvinnurnar føldi seg ótrúliga einsamallar og hildu, at tær vóru tær einastu, ið høvdu tað soleiðis. Men við tað at meira fokus er sett á harðskapin er tað blivið eitt sindur lættari at ringja til Kvinnuhúsið, tí har veit man, at vit vita nakað um harðskap, sigur Elin Reinert Planck. Vaksandi millum ungar kvinnur Tí er dagligi leiðarin eisini eitt sind­ ur varin við at staðfesta, at meira harðskapur er í samfelagnum í dag enn áður, tí tølini hjá teimum kunnu eisini endurspegla, at tað er vorðið lættari at søkja sær hjálp. Í staðin mælir hon til at hyggja eftir øðrum hagtølum fyri at meta um rákið. - Vit síggja ein vøkstur í okkara hagtølum, men vit hella okkum KVINNUR SIGA FRÁ UM HARÐS - Viðkomandi sum fremur harðskap hevði nokk óansæð framt hann, men harðskapurin verður kanska meira framkomin, tí man fær hugskot frá netinum. Har verða støður vístar, ið einki hava við veruleikan at gera, men sum ung hyggja ókritiskt eftir og halda vera normalt