Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-15, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. mai 2019síða 11

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. MAI 2019 SOSIALURIN 56 11 heldur til kanningar, ið eru gjørdar í hinum Norðurlondunum, tá vit skulu staðfesta um meira er til av harðskapi. Millum annað vísti ein donsk kanning fyrrárið, at meðan harðskapurin er minkandi millum eldri kvinnur, so er hann vaksandi millum ungar kvinnur. Og tað hevur sína orsøk, metir Elin Reinert Planck, ið vísir á interneti sum eina av grundunum til, at fleiri ungar kvinnur uppliva at verða útsettar fyri harðskap. - Tað er ein sannroynd, at tað eru nógv fleiri sløg av harðskapi í dag enn áður. Tað er vorðið so lætt at fara inn á neti og síggja ymisk sløg av harðskapi, ið vit ikki kendu til fyrr. Slíkt síggja vit aftur her. Viðkomandi sum fremur harðskap hevði nokk óansæð framt hann, men harðskapurin verður kanska meira framkomin, tí man fær hugskot frá netinum. Har verða støður vístar, ið einki hava við veruleikan at gera, men sum ung hyggja ókritiskt eftir og halda vera normalt, sigur dagligi leiðarin. Í ársfrágreiðingini hjá Kvinnu­ húsið sæst eisini, at tað serliga er kvinnur millum 20 og 49 ár, ið eru offur fyri harðskap. - Tað er ein stór broyting hjá okk­um, tí fyrr vóru kvinnurnar eldri. Tær sum søktu hjálp vóru kvinn­ur, sum høvdu livað eitt langt lív og børnini vorðin vaksin, ið fyrst tá hugsaðu um seg sjálvar, sigur hon og heldur fram. - Í dag eru kvinnurnar yngri og bíða ikki til børnini eru vaksin. Nú verður eisini nógv ljós varpað á, at børn taka ótrúligan skaða av at vaksa upp við harðskapi. Tað er ein partur av orsøkini, men tað hevur eisini nógv at siga, at kvinn­ur eru betri fyri í dag. Tær eru ikki líka bundnar av inntøkuni hjá manninum. Millum annað tí tær sjálvar arbeiða, men eisini tí at sosialu viðurskiftini eru betri í dag, so at tað ber til at seta búgv sjálv. Ymisk sløg av harðskapi Í hagtølunum hjá Kvinnuhúsinum sæst, at tað eru ein ørgrynna av orsøkum til, at kvinnur venda sær til teirra og verða millum annað fimm sløg av harðskapi nevnd. Tey eru likamligur harðskapur, sál­ar­ lig­ur harðskapur, hóttanir um harð­skap, fíggjarligur harðskapur og materiellur harðskapur. Av hesum er tað serliga sálar­lig­ ur harðskapur, ið er nógv vaksin seinnu árini, vísir Elin Reinert Planck á. - Tølini hjá okkum fyri sálar­ lig­an harðskap er lopin uppeftir. Tann sum er útsettur fyri likam­lig­ an harðskap er eisini altíð útsettur fyri sálarligum harðskapi, men so eru tað allar hinar støðurnar, har man ikki sjálv er sligin, men verður hótt. Tá er tað ikki ókent, at tað í staðin gongur út yvir innbúgv, stólar og annað, vísir hon á. Eitt av annað sum Kvinnuhúsið fær alsamt meira fráboðanir um er tráfylging ella stalking. Hetta evnið var næstan slett ikki tosað um fyri nøkrum fáum árum síðan, men í fjør fekk Kvinnuhúsið 56 fráboðanir um tráfylging. - Um man bara fer nøkur fá ár aftur í okkara ársfrágreiðingum, so varð tað slett ikki nevnt. Men líka sum við sálarligum harðskapi er tráfylging nakað, ið man hevur gjørt meira við. Tað vísir seg, at tað er ein nógv størri trupulleiki enn man higartil hevur givið sær far um. Eftir at man er farin at varpa meira ljós á tað eru tað fleiri kvinnur, ið hava vent sær til okkara við hesum trupulleikanum og ynskja gera nakað við hann, sigur Elin Reinert Planck. 433 áheitanir Niðanfyristandandi hagtøl byggja á tær 433 áheitaninar frá kvinnum, útsettar fyri harðskapi, ið ynsktu at gera brúk av teimum tilboðum Kvinnuhúsið/ Kreppumiðstøðin bjóðar. 272 áheitanir úr bý 076 áheitanir úr størri bygd 028 áheitanir úr minni bygd 006 áheitanir úr útlondum 051 áheitanir vóru ikki upplýstar Orsøk til áheitanina: Sama kvinna kann hava vent sær við fleiri trupulleikum, tí samsvarar talið av áheitanum ikki við talið av orsøkum. 169 skyldast Likamligan harðskap 370 Sálarligan harðskap 236 Hóttanir um harðskap 075 Fíggjarligur harðskapur 042 Materiellur harðskapur 010 Annar harðskapur (t.d. útleigari, arbeiðsgevari o.o.) 056 Stalking 063 Kynsligur ágangur / blóðskemd 015 Neyðtøka 022 Sálarligir trupulleikar 005 Ótrúskapur 044 Rúsmisnýtsla 018 Separatión 001 Hjúnaskilnaður 004 Konupeningur 014 Barnapeningur 042 Foreldramynduleiki 051 Samverurættur 037 Búskapur 045 Bústaðarviðurskifti 008 Skifti 095 Ymisk mentan Kelda: Ársfrágreiðingin hjá Kvinnuhúsinum fyri 2018 Tørv á betri umstøður Síðan 1990 hevur virksemið hjá Kvinnuhúsinum hildið til í KFUM í miðbýnum í Havn. Og meðan hølini hava tænt virkseminum væl og hjálpt mong­um kvinnum í neyð, so er virksemið voksið so nógv í vavi, at hølini eru um at gerast ov lítil. - Vit halda til í KFUM og liggja ómetalig væl fyri í býn­ um, men KFUM er eitt gamalt hús. So sjálvandi kundu vit ynskt okkum øðrvísi umstøður. Tær kvinnur sum búgva her hava einans eitt lítið kamar sum sítt egna og felags vesi. Eg hoyri tó ikki tær klaga um tað, men tað er øgiliga lítið, sigur Elin Reinert Planck. Harumframt vísir dagligi leiðarin á, at felagið eisini hevur tørv á betri umstøður til tað dag­liga virksemi í felagnum. - Tað er ymiskt, ið kundu verið meira tíðarhóskandi. Vit kundu hugsa okkum fleiri minni rúm til samrøðuhølir og til bólka­samrøður. Í fjør høvdu vit eisini ein stóran trupulleika við, at kømrini vóru upptikin yvir longri tíð, so vit kundu brúkt eitt kamar aftrat, sigur hon. Í ársfrágreiðingin hjá Kvinnu­ húsinum verður upp­lýst, at 12 kvinnur og 9 børn gistu á Kreppumiðstøðini í 2018. Av hesum gistu 7 kvinnur fyri fyrstu ferð og 5 fyri aðru ferð. Hetta er harðskapur Á heimasíðuni hjá Kvinnu­ húsinum verður harðskapur lýstur fylgjandi: Harðskapur er ein tilætlað gerð ímóti einum øðrum persóni, sum hevur við sær skaðar, pínu, hótt­anir og vanæru, og fær per­ sónin at handla móti sínum vilja, ella at gevast at handla yvirhøvir. Maðurin fremur ikki harðskap móti einum og hvørjum, hann fremur harð­ skapin móti konuni og børn­ un­um. Kvinnan verður ofta forða í at taka sær av børnum, for­eldrum ella øðrum, hon er góð við. Kvinnan verður ofta frátikin maktina og møguleikan at seta seg sjálvan í miðdepulin og varðveita sítt sjálvsvirði og stolt­leika. Kenslan av skuld og skomm er stór. Ein kvinna hevur høgan lívs­ kvalitet um hon hevur møgu­ leikan fyri tryggleika, sjálvs­ kenslu og hevur møguleikan fyri at brúka síni intellektuellu og likamligu førleikar fyri at náa síni persónligu mál. WHO staðfestir at góð heilsa er ikki bara at verða frískur, men at kenna vælveru bæði likam­liga, sálarliga og sosialt. Harðskapur ímóti kvinnum forð­ar hesum. Kelda: Kvinnuhúsið FYRR KAP Um man bara fer nøkur fá ár aftur í okkara ársfrágreiðingum, so varð tað slett ikki nevnt. Men líka sum við sálarligum harðskapi er tráfylging nakað, ið man hevur gjørt meira við. Tað vísir seg, at tað er ein nógv størri trupulleiki enn man higartil hevur givið sær far um.