Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-15, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. mai 2019síða 12

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. MAI 2019 SOSIALURIN 56 12 TEMA: Harðskapur í heiminum - Menninir, sum brúka harðskap, duga ikki at handfara egnar kenslur og egnar tankar. Teir mangla hesi evnini til at granska seg sjálvan, sigur Kathrina Lindenskov Holm, sálarfrøðingur PÆTUR HJALMAR EVENSSON PATURE@SOSIALURIN.FO K athrina Lindenskov Holm er sálarfrøðingur og hevur í sínum virksemi fingist nógv við harðskap í parløgum. Hon er knýtt at Kvinnuhúsinum sum sálarfrøðingur, og her frá hevur hon gott innlit í harðskap í føroysku heimunum. Vit spyrja Katrhinu Lindenskov Holm, hvat tað er, sum ger, at ein maður byrjar at brúka harðskap móti sínari konu ella damu, og hon greiðir frá, hvussu hetta ávirkar kvinnuna. Sálarligur og kropsligur harðskapur Tá talan er um harðskap, so eru tað ymisk sløg av harðskapi. Kropsligur harðskapur er eitt, men so er tað eisini sálarligur harðskapur, sum er sera vanligur. - Sálarligur harðskapur snýr seg um, hvat mann sigur við sín partnara. Hvørji orð mann brúkar, og hvussu mann niðurger hvønn annan, sigur Kathrina Lindenskov Holm. Sálarligur harðskapur er minst líka so álvarsligur sum hin kropsligi harðskapurin. - Tað er ofta tann sálarligi harðskapurin, sum svíður mest í longdini. Kropsligi harðskapurin svíður í løtuni tú verður sligin, og so er tað yvirstaðið eina løtu aftaná. Tað ringa minnið er har sjálvandi, men við sálarligum harðskapi ávirkar tað sinnið, sum kann fáa stórar avleiðingar. Alt slag av monnum Teir menninir, sum brúka harðskap móti kvinnum, kunnu bæði vera arbeiðsleysir og ganga í jakkasetti. - Tað ber ikki til at bólka menninar, tí tað eru allir møguligir menn. Mann kann í øllum førum ikki siga, at harðskapur hoyrir til eitt ávíst sosialt lag. Tað kemur fyri í øllum sosialum løgum, tjóðskapum, trúðarbólkum og útbúgvingarstigum, sigur Kathrina Lindenskov Holm. Summir kenna ikki til annað Tað eru øll møguligt ting, sum kunnu vera stýrandi fyri, hví ein maður velur at fremja harðskap móti einari kvinnu. - Tað kann vera ein maður, sum kennir seg sviknan, og sum er bangin fyri at missa konuna, sigur sálarfrøðingurin og greiðir víðari frá: - Hesir menninir hava sikkurt ikki lært at stýra sínum impulsum. Men ofta er tað meira fløkt og snýr seg bæði um persónleika, bakrgund, rúsdrekka og annað. Summir av teimum duga ikki aðrar mátar at handfara støður uppá. Tað kann vera, at teir eru uppvaksnir við harðskapi, og tí er harðskapur ein natúrligur máti at útrykkja seg uppá fyri teir. Mangla evni Katrina Lindenskov Holm heldur fram við at fortelja um generella mannin, sum brúkar harðskap: - Tað hevur okkurt við manglandi virðing at gera. Hann hevur ikki evnið til at mentalisera, sum er evnið til at kunna vera saman við sær sjálvum í tí, sum mann følir, samstundis mann hevur eina ímynd av, hvussu tað er at vera ein annar. - Ella er hann ikki førur fyri at hyggja uppá seg sjálvan. Teir mangla hesi evnini til at granska seg sjálvan, hyggja inn eftir og hugsa, hvussu teirra gerðir ávirka tey, teir liva saman við. Tað snýr seg eisini um empati. - Teir duga ikki at handfara egnar kenslur og egnar tankar og samstundis kunna vera saman við einum øðrum persóni. Summir eru ikki førir fyri at reflektera um, hvat teir gera við hin persónin, samstundis sum hann fær hug at brúka harðskap, sigur Katrhina Lindenskov Holm. Leita sær hjálp Harðligu menninir mugu broyta tankamynstur. - Mann eigur at umhugsa, um mann veruliga hevur hug at brúka harðskap ímóti kvinnuni, sum mann er góður við. Har skal maðurin heldur hugsa, at tað hevur hann ikki, sigur Kathrina og leggur aftrat: - Harðskapur er ikki ein máti at vísa kærleika, men ein máti at vísa ónøgdsemi uppá. Um mann ikki er førur fyri sjálvur at hjálpa sær burturúr hesum, so má mann søkja sær hjálp. Munurin á einaferð og vananum Tað kemur fyri, at ein maður slær eina kvinnu einaferð, men ongantíð ger tað aftur. Men hvat er munurin? - Tá mann ger tað einaferð, er tað ikki er ein atferð, ið mann lagar seg eftir aftur, men ein impulsur, sum mann ikki fekk stýrt, tá mann gjørdi tað. Mann kann læra at stýra sínum impulsum til ikki at gera tað aftur. Tá er mann sikkurt førur fyri at hugsa seg um og ásanna, at mann ikki vil vera hasin persónurin, sigur Kathrina Lindenskov Holm. Kvinnan heldur seg hava skyldina Hon vísir á, at harðligu menninir Harðskapur er ikki ein máti at vísa kærleika, men ónøgdsemi Kathrina Lindenskov Holm, sálarfrøðingur Kvinnan livir eitt ótrygt lív í óvissu Sálarfrøðingur: