mikudagur 15. mai 2019síða 13
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 17. MAI 2019
SOSIALURIN 56
13
eiga at vita, at teir gera okkurt
skeivt.
- Men tað eru fleiri, sum ikki
taka ábyrgd fyri tí, sum teir gera.
Í staðin fær kvinnan ofta at vita,
at tað er hennara skyld. Maðurin
rættvísger sín harðskap við
onkrum, sum hann sigur, at hon
hevur gjørt honum. Tað er vanligt,
at hon fær skyldina fyri, at hann
bleiv trýstur til at gera tað.
At brúka harðskap er ein máti
at fáa vald.
- “Nú eri eg tann, sum hann vil
hava meg at vera”. Soleiðis kunnu
summar kvinnur hugsa, sum eru
fyri sálarligum harðskapi. Tá hon
verður niðurgjørd, byrjar hon jú at
hugsa ting sum, at hon er konan,
sum er illa fyri, einki dugir og ikki
er tann, sum maðurin vil hava seg
at vera. Kvinnan verður ósikkur
uppá seg sjálva.
Eitt ótrygt lív
At liva í einum parlagi, sum
harðskapur er ein partur av, er
sera tyngjandi fyri kvinnuna,
sum er fyri hesum. Kathrina
Lindenskov Holm greiðir frá:
- Kvinnan livir í einum øgiliga
ótryggum lívi. Hon veit ongantíð,
nær hon ger okkurt skeivt, og
nær hon kann blíva sligin ella
niðurrakkað. Harðskapurin nýtist
ikki liggja í stemninginum, men
kann knappliga koma. Kvinnan
roynir at tillaga seg atferðina
hjá manninum við tí, at um
hon ger okkurt ávíst, so hendir
harðskapurin nokk ikki. Tað kann
tó vísa seg at henda allíkavæl, og tí
er tað ein øgilig óvissa, mann livur
í sum kvinna.
- Tað kann vera sera hart og
stressandi at liva í støðugari
óvissu uttan at vita ítøkiligt, nær
mann skal verja seg.
Til síðst trekkir hon seg kanska
frá tí, sum hon plagdi at vera
partur av.
- Tað kemur ofta fyri, at ein
maður roynir at avmarka sína
konu, tí hann er bangin fyri, at
hon fer honum. Tað hevur eitt nú
avleiðingina, at hon trekkir seg
frá teimum, sum hon hevur verið
góð við og tí, sum hon einaferð var
partur av.
Óttafult at vera óvardur
Harðskapur ávirkar í stóran mun
sjálvsálitið hjá kvinnuni.
- Tað ávirkar hennara álit á seg
sjálva og álitið á at kunna verja
seg. Upplivilsið av at gera óvardur
ger ein óttafullan, og hennara
funktiónsstøði lækkar sosialt og
sálarligt.
Harðskapurin gongur út yvir
hennara máta at vera mamma og
starvsfelagi uppá og ávirkar í heila
tikið alt samband við onnur fólk.
- Oyðilagda sjálvsálitið hoyrir
ikki bara til sambandið við
mannin, men plantar seg eisini
aðrastaðni. Óvissan, sum kvinnan
følir við manninum, kann vísa seg
í øðrum sosialum sambondum,
sigur Kathrina Lindenskov Holm
og vísir á, at tí kennist tað ofta
lættast hjá summum kvinnum
at isolera seg og bara halda seg
heima.
Kann taka tíð at
koma fyri seg
At koma burturúr tí er ikki bara
bara.
- Tú mást hava sálarliga viðgerð
fyri at koma burturúr tí aftur. Tað
kann gott taka rúma tíð at fóta
sær aftur. Kvinnan skal læra seg
at finna tryggleikan inni í sær
sjálvari aftur og læra at kenna síni
mørk, so hon ikki nærkast einum
sovorðnum manni aftur.
Kathrina Lindenskov Holm
sigur, at ein góður máti er at finna
út av, nær mann uppdagaði, at
støðan ikki var góð.
- So skal mann hugsa um, hví
mann ikki lurtaði eftir sínari
kenslu tá av fyrstan tíð uttan
at gera okkurt við tað. Í flestu
førum hava alarmklokkurnar
ringt onkuntíð, men kvinnurnar
hava skúgvað tað til viks. Hesi
signalini skal mann minnast til,
so mann er varug við tað fyri
framtíðina, so mann ikki endar í
einum sovorðnum parlagi aftur.
Tað er vanligt,
at kvinnan fær
skyldina fyri,
at hann bleiv
trýstur til at
brúka harðskap
Summir menn
duga ikki
aðrar mátar at
handfara støður
uppá