Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-15, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. mai 2019síða 14

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. MAI 2019 SOSIALURIN 56 14 TEMA: Harðskapur í heiminum - Tá mann ongastaðni hevur at fara, er tað eitt sindur sum at vera fangi í egnum heimi. Uttan Kvinnuhúsið høvdu hesar kvinnurnar bara gingið við sínari vanlukku heima uttan at koma víðari, sigur Richa Beinta Richardsdóttir, ið er vakt í Kvinnuhúsinum, har hon vegleiðir kvinnum, ið hava verið fyri harðskapi PÆTUR HJALMAR EVENSSON PATURE@SOSIALURIN.FO E in av teimum, ið kennir væl til virksemið Kvinnu­ húsinum, er Richa Beinta Richardsdóttir. Seinastu 10 árini hevur hennara íkast til tað almenna samfelagið verið at verið sjálvboðin vakt í Kvinnuhúsinum. Sum vakt ansar hon telefonini, tá skrivstovan er afturlatin, og Richa eigur tørn sættu hvørja viku. Vakttelefonin er til bráð­neyð­ ugar støður, tá kvinnum tørva hjálp her og nú, meðan tey ser­ kønu starvsfólkini í Kvinnu­ hús­inum ikki eru til arbeiðis at veita vegleiðing; hetta veri seg um kvøldið, náttina ella um viku­ skiftið. Gerandisdagar hevur mann vakt um kvøldið aftaná skriv­ stovu­tíð, men tá vaktin fellir um viku­skiftið, er mann á vakt í 24 tímar um samdøgrið. Tvær vaktir fyri trygdina Fyrsta kvøldið hevur mann for­ vakt, sum vil siga, at mann hevur ábyrgd­ina. Vaktin situr ikki í Kvinnu­húsinum, men telefonin verður umstillað til fartelefonina hjá vaktini. Forvaktin hevur sum upp­gávu at taka telefonina og tosa við tær kvinnurnar, sum ringja inn. Seinna kvøldið hevur mann bak­vakt, sum vil siga, at mann skal vera til taks, um forvaktin hevur tørv á at fara oman í húsið við einari kvinnu. Er tað soleiðis, at neyðugt er at fara í Kvinnuhúsið, so setur for­ vaktin seg í samband við ta kvinn­ una, sum hevur bakvakt. - Vit eru tvær, og tað er fyri, at tað skal vera tryggari. So er mann ikki einsamøll, tá mann fer oman í húsið. Mann kann jú ongantíð vita, hvat fer at møta einum, og hvat fyri persónar eru knýttir at teirri kvinnuni, sum ringir inn til okkara, sigur Richa Beinta Rich­ ards­dóttir. Ymsar kvinnur Tað er sera ymiskt, hvussu eitt vakt­artørn kann síggja út hjá Richu Richardsdóttir, og hvørjar um­støður gera seg galdandi. - Onkuntíð er talan um eina ótrygga kvinnu, sum hevur tørv á at fara í Kvinnuhúsið fyri at føla seg trygga. Aðrartíðir eru tað kvinn­ur, sum beinleiðis flýggja und­an onkrum, sum veruliga hev­ ur harðligur, og tá brúka tær húsið sum verju, fortelur hon. Men tað er ikki altíð, at tær fara í Kvinnuhúsið. - Viðhvørt er tað nóg mikið við einari samrøðu gjøgnum tele­fon­ ina. Summar kvinnur vilja bara hava onkran at tosa við, áðrenn tær gera av, hvat tær vilja. Mugu vera nevtral Richa Beinta Richardsdóttir og hin­ar kvinnurnar, ið hava vakt, hava ikki nakra útbúgving ella ser­ligar førleikar innan fyri hetta økið. Tær skulu vera nevtralar, men samstundis hjálpa, lurta og vera til taks. Ein týðandi uppgáva hjá teimum er at meta um út frá telefonsamrøðuni, hvat er best fyri teirru einstøku kvinnuna. - Tað kann kanska vera tann ringasti parturin. Eg fortelji henni um hennara møguleikar, og at hon er vælkomin í Kvinnuhúsið. Sum oftast er tað kvinnan sjálv, sum ger av, um hon vil vera í hús­inum, ella um hon vil bíða, til serkøn fólk koma til arbeiðis aftur. So kann hon fáa eina meira holla ráð­geving í, hvat hon kann gera í sín­ari støðu, greiðir Richa Beinta Richardsdóttir frá. - Tað týdningarmesta er at skapa frið rundan um kvinnuna við tí fyri eyga at hjálpa henni at koma víðari og fóta sær fram eftir, sigur hon. Alt slag av harðskapi Tá tær kvinnurnar, sum ringja inn, vilja oman í Kvinnuhúsið, gera ávísa kvinnan og vaktin eina avtalu. - Tá fari eg inn við henni og hjálpi henni til rættis. Í summum førum gista vit eisini við henni, um hon er ótrygg og ikki unnist at vera einsamøll, kanska serliga um eingin annar er har, sigur Richa er vakt í Kvinnuhúsinum: Teir flestu menninir skammast so illa, at teir tora ikki at vísa seg - Tað kostar einki at ve