mikudagur 15. mai 2019síða 15
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 17. MAI 2019
SOSIALURIN 56
15
Richa Beinta Richardsdóttir og
fortelur nærri.
- Mann upplivir alt slag av
kvinnum, sum hava verið út fyri
øllum slag av harðskapi. Onkun
tíð inniber tað, at mann má hava
løgregluna við inn í leikin, aðrar
tíðir er neyðugt at fara á skaða
stovuna, og so hjálpir vaktin við tí.
Sterk uppliving hjá børnum
Tá talan er um eina kvinnu, sum
hevur eitt barn við sær, eru vakt
arkvinnurnar báðar ein góð hjálp.
- Tá fer ein við kvinnuni á
løgreglustøðina ella skaðastov
una, meðan hin verður eftir við
barninum ella børnunum, sigur
Richa og vísir á, hvussu uppliving
in á Kvinnuhúsinum kann ávirka
børnini.
- Tað kann vera ein sterk upp
living fyri eitt barn at rýma úr
heiminum við mammu síni á
miðjari nátt fyri at flyta inn í
eitt fremmant hús. Tey smærru
børnini flyta sum oftast við inn
beinanvegin, meðan tey eldru
onkuntíð fara til onkran familju
lim, men tað er øgiliga ymiskt við
tí og veldst alt um umstøðurnar.
Menn prøva seg fram
Tað hendir seg, at kvinnuligu vakt
irnar fáa beinleiðis samband við
menn gjøgnum telefonina.
- Eg havi verið út fyri, at menn
hava ringt inn og spurt eftir ávís
um kvinnum. Teir prøva seg fram
fyri at vita, hvar kvinnan er við at
brúka sovorðnar snildir og spyrja
seg fyri, fortelur Richa Beinta
Richardsdóttir.
- Tað er sjalvandi ikki nakað, vit
fortelja monnunum, so tað hava
vit altið víst av okkum. Hetta
verða vaktirnar eisini ávaraðar
um, áðrenn tær byrja í starvi.
Teir tora ikki at vísa seg
Richa Beinta Richardsdóttir er ikki
bangin fyri, at harðligu menninir,
sum eru eftir kvinnunum, vísa seg
í Kvinnuhúsinum.
- Í prinsippinum kann tað væl
vera, at onkur roynir at koma inn,
men tað havi eg so ikki upplivað
enn. Tað er íð hvussu er sera óvan
ligt. Teir flestu menninir skamm
ast so illa, at teir tora ikki at vísa
seg. Teir vilja ikki vera sæddir, tí
so verða teir natúrliga lagdir undir
at vera harðligir. So tað er ikki ein
trupulleiki, ger Richa greitt.
Men nakrar av kvinnunum,
sum eru vakt í Kvinnuhúsinum,
hava verið vitni til ógvusligar
hendingar.
- Tað, sum mann sær og hoyrir
her, kann gera, at mann hugsar
nógv um tað aftaná. Vit hava lima
fundir, og vit kenna hvørja aðra, so
vit kunnu altíð taka eitt prát, um
vit hava tørv á tí.
Eru dulnevndar
Tað er umráðandi, at tænastan er
stillfarandi.
- Vit spyrja ikki, hvussu kvinn
an eitur, hvaðani hon er ella nakað
annað persónligt. Vit siga heldur
ikki, hvussu vit eita, uttan so at
kvinnan spyr, sigur Richa Beinta
Richardsdóttir.
- Ein kvinna, sum hevur verið
inni hjá okkum, fær at vita, at hon
ikki nýtist gera seg til kennar, um
hon møtir mær úti í býnum. Tað er
heilt upp til hana, um hon ynskir
tað ella ikki. Onkur er púra opin,
og aðrar lata ikki við seg koma,
sigur hon.
Tað kemur eisini fyri, at kvinn
urnar ikki vilja síggjast í Kvinnu
húsinum, men hava brúk fyri ein
um práti kortini.
- Onkuntíð havi eg møtt kvinn
uni mitt í býnum, tí hon ikki vil
hava, at fólk skulu síggja seg í
Kvinnuhúsinum. Hetta er eina
mest fyri at verja seg sjálva móti
harðliga manninum, fortelur
Richa.
- Um mann ynskir at halda lág
an profil, so er tað í lagi. Tað verða
í øllum førum ikki vit, sum fara út
at fortelja nakað um teirra privat
viðurskifti. Tað kemur ikki fyri, tí
vit hava tagnarskyldu.
Skal altíð vera samband
Vakttelefonin hjá Kvinnuhúsinum
svarar dag og nátt árið runt, og tað
hevur stóran týdning.
- Tað skal altíð vera ein
møguleiki at fáa fatur á einum
vakti og kunna fáa hjálp frá
Kvinnuhúsinum. Einki eitur, at
mann skal bíða við at fáa samband
við okkum, sigur Richa Richards
dóttir, sum í hesum sambandi má
vera klár at loypa frá øllum, tá hon
hevur vakt.
- Um eg eri boðin í eitt brúdleyp
ella annað, meðan eg havi vakt, so
veit eg, at eg kann vera noydd at
fara. Um ein kvinna ringir til mín,
so taki eg telefonina og vegleiði
hana. Tað hevur stóran týdning,
at vit eru tøkar allar tímarnar, so
mann er klár at traðka til, skuldi
tað verið neyðugt.
Hetta er møguligt, tí 35 sjálv
bodnar kvinnur eru við í hesari
vaktarskipani, sum Richa er part
ur av.
Fangi í egnum heimi
Richa Beinta Richardsdóttir vísir
á, hvussu nógv Kvinnuhúsið hevur
at siga fyri kvinnur í Føroyum.
- Um Kvinnuhúsið ikki var, so
høvdu hesar kvinnurnar bara
gingið við sínari vanlukku heima
uttan at komið víðari. Tá mann
ongastaðni hevur at fara, er tað
eitt sindur sum at
vera fangi í egnum
heimi, sigur Richa
og heldur fram.
- Eg dugi
slett
ikki at
ímynda
mær, hvussu tað hevði verið uttan
Kvinnuhúsið. Tað hevði verið
ræðuligt fyri nógvar kvinnur. Eg
vænti, at nógvar høvdu ongantíð
komið fyri seg, um tær ikki høvdu
hendan møguleikan.
Tað stóra stigið
Richa vísir á, at sjálvt um mann
tosar alsamt meira um harðskap
í heiminum í dag, er harðskapur
fyri nógvar kvinnur sera tabulagt.
- At hava verið fyri kropsligum
ella sálarligum harðskapi er ikki
akkurát nakað, mann reypar av.
Tað er nú soleiðis, at tá mann
er út fyri harðskapi, so verður
mann meira og meira niðurbrotin.
Longri tíð mann gongur við tí,
verri hevur mann við at seta orð
á tað. Bara tað, at tær taka stigið til
at fara í Kvinnuhúsið, so hava tær
longu vunnið fyrsta stigið.
Tað eru nógvar kvinnur, sum
venda aftur til Kvinnuhúsið fyri
at vísa sína gleði og takksemi.
- Summar fortelja, hvat Kvinnu
húsið hevur gjørt fyri teirra lív, og
hvussu hetta tilboðið hevur hjálpt
teimum ávegis. Tað hendir seg
eisini, at onkur kemur at arbeiða
sum sjálvboðin vakt, tá viðkom
andi hevur fótað sær. Tær vilja
geva ta somu hjálpina, sum tær
hava fingið, víðari til aðrar, sum
hava tørv á tí, sigur Richa Beinta
Richardsdóttir.
- Tað kostar einki
Fyri Richu gevur tað nógva mein
ing at arbeiða sum sjálvboðin vakt
í Kvinnuhúsinum.
- Mann kann ikki siga, at hetta
er eitt stuttligt starv. Men eg føli,
eg geri nakað, sum onkur annar
kann fáa gagn av. Mann fær innlit
í eina síðu, sum mann annars ikki
vil tosa um, og eg síggi, hvussu
neyðugt hetta er, sigur hon og
vísir á, hvussu lítið tað í roynd og
veru krevur av einum.
- Tað er ikki so ofta, eg havi
verið noydd at farið, so tað er ikki
eitt starv, mann verður hongdur
upp uppá. So tað nýtist ikki at av
skrekkja nakran frá at hjálpa til
sum vakt. Mann ger eina góða gerð
fyri nøkur fólk, sum hava brúk
fyri hjálp, og tað kostar einum at
kalla einki. Tað kann kosta tað, at
mann er til taks sættu hvørja viku,
sigur Richa Beinta Richardsdóttir.
Eg vænti, at
nógvar høvdu
ongantíð komið
fyri seg, um
tær ikki høvdu
Kvinnuhúsið
Við 10 árum á baki sum vakt í Kvinnuhúsinum hevur Richa Beinta
Richardsdóttir gott innlit í eina myrka síðu av samfelagnum
era til taks