Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-15, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. mai 2019síða 16

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. MAI 2019 SOSIALURIN 56 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 16 Eirikur Lindenskov M ána­dag­in verð­ur gam­al kenn­ing­ur aft­ur at síggja á Vagl­i­num í Havn. Tí tá kem­ur Ki­osk­in hjá Astu upp á pláss aft­ur. Tað er Gist&Vist, sum eig­ur ki­ osk­ina hjá Astu, og sum sein­astu mán­að­ir­nar hevur ver­ið til um­ væl­ing í eini høll uppi á Sand­vík­ ar­hjalla. Tað eru teir báðir Petur Hans Poulsen og Martin Tór­garð, sum hava umvælt ki­osk­ina. Og talan hevur ver­ið um stóra­rbeiði, tí ki­ osk­in er at kalla gjørd av nýggj­um, tí tilfarið í henni var so illa farið. Men stórur dent­ur hevur verið lagdur á, at ki­oskin skal akkurát tann sama, sum hon var. Okkurt er endurnýtt, eitt nú gamla stjørnuloftið og spír­ið, sum verður uppi á tak­i­num. Johannes Jensen, stjóri í Gist&Vist roknar við, at ki­oskin v erður klár at koyra om­an á Vaglið mánadagin, og at klárt verður at lata kiosk­ina upp týsdagin 21. mai. Johannes Jensen hevur fyrr sagt við Sosialin, at tá tey keyptu ki­osk­ina var tað júst fyri at varð­ veita hana og fáa hana aftur til eina virkna ki­osk, sum skal selja allar van­ligar kioskvørur og bløð. – Vit fara eisini at selja kaffi, te, tví­flís­ar og annan »gongu­mat«, segði Jo­hannes Jen­sen. Ætlanin er at kioskin skal koma enn meira til sín rætt sum tað ikon, sum hon er fyri bý­in. Hon verður meira op­in, og meira glas verður í ki­osk­ini, og tað verður so­leið­is, sum tað hevur verið fyrr í tíðini, at kund­ar­nir fara inn í ki­osk­ina at keypa. Hóast kioskin kemur at standa á sama stað, so verð­ur hon flutt nak­ að, hon verð­ur snarað eitt sindur, og eitt tún gjørt aftanfyri, har fólk kunnu sita og njóta ein bita ella eitt glas av víni. Øll eru samd um, at Kioskin hjá Astu er ein býarmynd. Øll í Før­ oyum kenna skapið av henni aft­ur. Tað var gitni arkitekturin H. C. W. Tórgarð, sum teknaði fyrsta snið­ið av kioskini í 1931. Tá var hon átt­a­ kant­að við inngongd. Diskur var inn­an­fyri og í mótsættu síðu var ki­osk­lúk­an. Varðveitta stjørnuloftið inni í ki­ osk­ini er í gamla partinum og vísir stødd­inar, sum kioskin hevur havt frá fyrst­an tíð. Í 1940 varð kioskin víðkað og fekk tað snið, sum vit øll kenna í dag. Nú hon er umvæld, er hon gjørd meira opin við meira glasi, enn tað var áður. Meðan kioskin hevur verið til um­væl­ingar, hava tey fyrireika øk­ ið, sum er broytt nakað. Eitt nú er nýtt fundament gjørt, tí kioskin verð­ur snarað eitt sindur inn frá vegn­um. Soleiðis sær nýumvælda kioskin út inn. Gomlu diskarnir verða endurnýtt. Nú skal kundin inn í kioskina at keypa, soleiðis sum tað var upprunaliga, tá kioskin læt upp í 1935 Mynd: Álvur Haraldsen Kioskin hjá Astu NÚ KEMUR KIOSKIN HJÁ ASTU UPP Á PLÁSS AFTUR Síðani 1935 hevur Kioskin hjá Astu – ella Kioskin hjá G, sum tey gomlu søgdu – staðið á Vaglinum. Men seinastu mán­að­ir­nar hevur hon verið til um­væl­in­gar, og í næstu viku stendur hon aftur á Vagli­num – stásiligari enn nakrantíð