Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-15, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. mai 2019síða 17

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. MAI 2019 SOSIALURIN 56 17 Tað var Jacob Danielsen, vanliga nevndur Jakke – ella bara G – føddur 4. juni 1887, sum við um­sókn um byggiloyvi frá 8.10.1930 tók stig til at byggja kioskina. Hon læt tó ikki upp fyrr enn á ó­lav­søku 1935. Tekningina til ta upp­ runa­ligu lítlu ki­osk­ina átti H. C. W. Tórgarð, með­an tað var Ras­mus hjá Funn­ ings Jóannes (Thom­sen) í Bøgøtu, sum smíð­aði hana inni í stov­uni hjá Jens Næss á Hoy­dals­vegnum. Síðan varð hon flutt oman á Vagl­ið í pørt­um og sett sam­an. Í 1940 var kioskin út­ bygd. Tá var tað Jóhan Ziska sum teknaði út­ bygg­ing­ina, og tað er so­ leiðis vit síggja hana í dag. KELDA: JÓGVAN, ANNFINN OG ÁLVUR DANIELSEN Tórgarð teknaði kioskina í 1931 Tá ið G doyði í 1945, var Asta 15 ára, og hon arvaði ki­osk­ina. Asta var yngsta dótt­ir Jakke og Jettu. Hon var bara fáar mán­að­ir gomul, tá ið mamman doyði. Hon vaks upp hjá Djóna, gubba sínum, og El­i­s­abeth, nevnd Betta, í Luc­ as Debesar gøtu. Tey bæði húsini vóru væl. Síð­an var tað Christian Weihe, sum stóð fyri ki­osk­ini tey næstu trý ár­ini, áðrenn Asta tók við. Christ­ian tók sær í mong ár av bók­haldinum hjá henni. Asta giftist í 1955 við Nikláa Jacobsen, skip­ara av Glyvrum. Tey bú­sett­ust í Tróndargøtu og fingu tey trý børn. Niklái fór í land seinast í fimm­ti­ár­unum at hjálpa Astu í ki­oskini. Tey plagdu at skift­ast um at standa har. Eisini høvdu tey skúl­a­næm­ing­ar at hjálpa til um kvøldarnar. Vanliga var opið til kl. 11 á kvøldi. Niklái doyði í 2001, 73 ára gamal. Asta hevur síðani verið einsamøll um at reka kioskina, til hon í fjør varð seld. Kelda: Jógvan, Annfinn og Álvur Danielsen Asta hevur átt kioskina síðani 1945 Flutt nakrar ferðin á Vaglinum Síðani 1935 hevur Kioskin hjá Astu flutt nakrar ferðir aftur fram á Vaglinum í Havn. Á fystan tíð stóð hon í sama stað, sum hon stendur nú. Men seinni varð hon flutt inn í Kommunuskúlagarðin – helst eftir at kommunuskúlin flutti niðan í Tróndargøtu, sum er Finsen, í 1956. Í sjeytiárunum stóð hon innast í Kommunuskúlagarðinum niðan móti Posthúsinum, har Alvsølubúðin er nú. Men fyri ta tíð hevur staðið út ímóti Niels Finsesgøtu. Í 1984 varð flutt úr aftur Komm­unuskúlagarðinum á upp­ run­a­liga plássið er hon nú stóð. Kioskin á Vaglinum lat upp í 1935. Hon stend­ ur á pelum. Frá vinstru Josta, Eilert og Lissy. Aftan­fyri stendur Jakke Danielsen, vanliga nevnd­ur »G« við Álvi, føddur 6. mai 1934, í fangi­ num. Hann doyði 31. januar 1954, bert 19 ára gamal av nýrasvikt. Myndin er frá 1936-37. Myndirnar sýna trý støð á Vaglinum, har kioskin hevur stað síðani 1935 Mynd: Álvur Haraldsen Asta Jacobsen, sum í mannaminni var ímyndin av kioskini á Valginum, sum tí verður rópt »Kioskin hjá Astu«