mikudagur 15. mai 2019síða 18
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
HÓSDAGUR 16. MAI 2019
SOSIALURIN 56
18
Gøtutróndur og autisma:
- Tað hevur verið eitt einastandandi ævintýr, sum
bara er vaksið fyri hvørt ár, siga fyriskipararnir
av tatoveringsfestivalinum FO Tatt Fest, sum
verður um vikuskiftið. Í ár verður ein málningur
av Tróndi í Gøtu seldur á uppboðssølu, og allur
peningurin fer óskerdur til Autismufelagið
FLEIRI HUNDRAÐ
VILJA TIL FØROYA
AT TATOVERA
PÆTUR HJALMAR EVENSSON
U
m vikuskiftið verður
árligi tatoverings
festivalurin FO Tatt
Fest hildin í Sjón
leikarahúsinum í Havn fyri
áttandu ferð. Tað eru íslendsku
Fjölnir Geir Bragason og Palli
Sch Thorsteinsson, ið skipa fyri,
og tilsamans koma 16 tatovørar
úr øllum heiminum til Føroya at
tatovera.
Tveir eru føroyskir, meðan
hinir tatovørarnir koma frá
londum sum Íslandi, Argentina,
Onglandi og Russlandi.
- Vit mugu siga nei
við tatovørar
FO Tatt Fest er sum vera man
vaksið nógv seinastu árini, og
festivalurin er sera høgur í
metum millum tatovørar kring
allan knøttin.
- Í byrjanini var tað eingin av
útlendsku tatovørunum, sum
kendu til Føroya. Nú verða vit
uppringdir frá tatovørum úr
øllum heiminum, sum so gjarna
vilja koma her. Men vit mugu
siga nei, tí tað er ikki pláss, for
telur Fjölnir Geir Bragason.
- Vit hava ein bíðilista á yvir
400 tatovørar, leggur Palli Sch
Thorsteinsson aftrat.
Teir bestu tatovørarnir
Nú festivalurin er so væl um
tóktur, kunnu fyrireikararnir
loyva sær at velja og vraka.
- Tað er ikki nokk bara at vera
ein góður tatovørur. Tú mást
eisini vera ein góður og fittur
persónur. Í øllum økjum eru
ymsar týpur, og vit vilja bara
bjóða føroyska fólkinum tað
allar besta av tí besta, sigur Palli
Sch Thorsteinsson.
Lítil og persónligur
festivalur
Á teimum stóru tatofestival
unum úti í heimi er talið av
tatovørum trýsiffrað. Tað er
slett ikki tað sama sum hugna
ligi og sjarmerandi festivalurin
við 16 tatovørum í Sjónleikara
húsinum. Nettupp hetta er
styrkin hjá FO Tatt Fest.
- Hetta er eitt sera serligt til
tak, sum er lítið og persónligt.
Vit skipa altíð fyri túrum og ansa
væl uppá tey. Tað hevur verið eitt
einastandandi ævintýr, og tað er
bara vaksið í vavi fyri hvørt ár,
sigur Fjölnir Geir Bragason og
greiðir víðari frá góða orðinum.
- Tá tatovørarnir koma her,
lata teir væl at og tosa um
okkara festival við aðrar tato
vørar úti í heimi. Uppá hendan
mátan hevur orðið spreitt seg, og
tað er jú eyka áhugavert fyri út
lendingar, at hesin festivalurin
er mitt í ongamannalandi í ein
um stað, sum næstan eingin veit
er til, sigur Fjölnir.
Palli Sch Thorsteinsson vísir
á, at um mann fer til ein tatovør
uttanlands, eru útlitini stór fyri,
at tatovørurin hevur hoyrt um
FO Tatt Fest.
- Í mun til teir stóru festivalar
nar er tað undranarvert, at tann
føroyski bara hevur 16 tatovørar.
Hetta er minsti tatofestivalur í
minsta høvuðsstaði í heiminum,
sigur hann.
Stuðla autismu við
málningi av Gøtutróndi
Tað serliga í ár í mun til undan
farin ár er, at í ár verður ein for
kunnugur málningur seldur til
hægst bjóðandi. Málningurin
er av Tróndi í Gøtu, sum vit
kenna frá føroyingasøgu. Tað
er russiski listamaðurin og tato
vørurin Nick Morte, ið hevur
gjørt málningin, sum er 80x100
sentimetrar stórur.
Til tatoofestivalin verða
tríggjar ymsar heiðurslønir latn
ar tatovørunum. Teir tatovør
arnir, ið fáa hesar heiðurslønir,
fáa eitt prent av málninginum.
Men tann originali málningurin
verður settur á uppboðssølu.
Hetta er til eitt gott endamál,
sum liggur teimum báðum fyri
reikarunum nær.
- Allir pengarnir fara óskerdir
til Autismufelagið í Føroyum.
Vit hava báðir tilknýti til hetta
felagið, tí gubbadóttir okkara í
Føroyum hevur autismu, og tað
sama hevur abbasonur Fjølnir í
Íslandi, sigur Palli.
- Tað hevur stóran týdning
fyri okkum at stuðla teimum
og øðrum, sum hava autismu.
Vit vilja fegnir lata hesar peng
arnar til frama fyri tað góða
endamálið, sigur Fjölnir.
Teir fara at royna at seta eina
talgilda uppboðssølu í verk so
tað verður møguleiki fyri at
bjóða dulnevnt, um mann nú
ikki tímir at leggja sítt navn al
ment til.
- Tróndur í Gøtu ein hetja
Teir báðir Fjølnir og Palli eru
sera hugtiknir av Tróndi í Gøtu,
og tí fingu teir Nick Morte, sum
teimum eisini dáma væl, at mála
ein málning av føroyska víkingi
num.
- Tróndur í Gøtu er ein hetja
og okkum dámar hann sera væl.
Eg haldi, hann er ein av teimum
kulastu víkingunum nakrantíð.
Hann stóð við sítt og bardist
sín dyst, líka sum vit øll hava
okkurt at stríðast við. Á máln
inginum síggja vit hann á veg
í kríggj, meðan hann heldur í
einari morgunfrúu, og skjøldrið
aftanfyri súmboliserar lívsins
ringrás, greiðir ein hugtikin
Fjölnir Geir Bragason frá.
PATURE@SOSIALURIN.FO