mikudagur 15. mai 2019síða 20
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
HÓSDAGUR 16. MAI 2019
SOSIALURIN 56
20
PÆTUR HJALMAR EVENSSON
E
in veggjalús er ein lítil
reyðbrún teka, sum liv
ir av blóði - líka sum ein
vampýrur. Um náttina
kemur hon fram at súgva blóð
úr tær, meðan tú svevur fyri
síðan at fjala seg aftur. Hesi
ótespiligu skordýrini eru blivin
alsamt meira vanlig í Føroyum
seinastu árini. Tað leggja tey íð
hvussu er merki til hjá Skaða
djóratænastuni, har tey hava úr
at gera við at koma veggjalúsum
til lívs.
- Tað er ein stórur trupulleiki,
sum í roynd og veru ikki hevur
verið í Føroyum áður. Tað hevur
næstan verið eitt púra ókent
fyribrigdi, men nú síggja vit
tað oftari og oftari, sigur Heini
Magnussen, sum eigur og rekur
Skaðadjóratænastuna.
Spreiðir seg skjótt
Avbjóðingin við veggjalúsum er,
at tær spreiða seg so skjótt, og
um tær fyrst koma inn um gátt,
kann tað vera sera trupult at
sleppa av við tær aftur.
- Tær nørast so ógvuliga skjótt.
Um veggjalýs eru staðfestar í
einum rúmi, so mugu rúmini
við síðuna av, niðri undir og uppi
yvir reinsast. Avbjóðingin við
teimum er, at tær eru ógvuliga
mótstøðuførar móti flest øllum
týningarevnum.
Vegg jalýs
krógva
seg
allastaðni - eitt nú í stikkontakt
um, á náttborðum, aftan fyri
myndir á vegginum, aftan
fyri gólv- og loftlistar, ímillum
fjalirnar í seingjarbotninum og
í gardinum.
Kemur frá útlondunum
Seinastu fáu árini hevur
føroyska ferðavinnan av álvara
tikið dik á seg, samstundis sum
føroyingar eru farnir at ferðast
meira. Sambandið við útheimin,
har veggjalús higartil hava
trivist, er styrkt munandi í mun
til, hvussu avskornar Føroyar
annars eru frá umheiminum.
Møguleikin fyri at føroyingar
og ferðafólk ótilvitað dragsa
veggjalýs til Føroya við sær í
kuffertinum er tí væl størri enn
fyrr.
- Tað fara bara at koma fleiri
og fleiri veggjalýs, tess fleiri fólk
ferðast til og úr Føroyum, sigur
Heini Magnussen og staðfestir:
- Veggjalúsin er komin fyri at
vera.
Trívast á gistingarhúsum
og AirBnb-heimum
Skaðadjóratænastan hevur fast
eftirlit á fleiri føroyskum gist
ingarhúsum fyri at fyribyrgja
trupulleikanum við veggjalús
um har.
- Gistingarhúsini vita, hvussu
stórur trupulleikin við veggja
lúsum er uttanlands, tí fær mann
fyrst hendan trupulleikan, so er
tað ringt at sleppa av við tað. Tað
sær mann til dømis á fínum gist
ingarhúsum í Danmark, har tey
ikki vita síni livandi ráð, sigur
Heini Magnussen.
Í takt við at
fleiri ferðafólk
koma til Føroya,
er talið av føroyingum, ið
leiga síni hús ella sína íbúð út við
AirBnb-tænastuni, eisini vaksið
alsamt.
- Tað eru øgiliga ofta so
vorðnir bústaðir í Føroyum, ið
verða raktir av veggjalúsum.
Tað síggja vit ofta, sigur Heini
Magnussen.
Kann blíva umfatandi
Umframt uppgávur á gistingar
húsum kemur tað meira enn so
fyri, at Skaðadjóratænastan fær
fyrispurningar frá privatfólki.
- Tá onkur í húsarhaldinum
hevur verið uttanlands og
ferðast í longri tíð, til dømis
fjakkað, er vanligt, at veggjalýs
koma við, sigur Heini Magnus
sen.
Um tað kemur í eitt heim,
so kann tað blíva ein rættiliga
dýrur umgangur at fáa alt við
gjørt.
- Hóast vit hava nógva útgerð
til hetta, so mugu vit ásanna, at
tað væl kann taka heilt langa tíð
at koma trupulleikanum til lívs.
Onkuntíð skulu tað tvær ella
tríggjar viðgerðir til, fyrr enn
húsið ella rúmið er heilt tómt
fyri veggjalúsum, sigur Heini
Magnussen.
Brúka serliga útgerð
Skaðadjóratænastan hevur ser
liga útgerð, sum verður brúkt til
at týna veggjalúsum.
-
Glóðheitur
dampur er tað
einasta,
sum
riggar at drepa
tær
við.
Vit
hava brillur á og
brúka myrkar
gardinur og eitt
øgiliga kraftigt
Ein óvælkomin blóðsúgvandi souvenir:
VEGGJALÚSIN
ER KOMIN
FYRI AT VERA
Tað fara bara at koma fleiri og fleiri veggjalýs,
tess fleiri fólk ferðast til og úr Føroyum, sigur
Heini Magnussen frá Skaðadjóratænastuni
Veggjalúsin er ein teka og ikki ein lús. Á
latíni eitur hon “Cimex lectularius”, og
á enskum verða hon kallað “bed bug”.
Hon er umleið 0,5 - 0,6 cm til støddar