mikudagur 15. mai 2019síða 21
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
HÓSDAGUR 16. MAI 2019
SOSIALURIN 56
21
ljós við ultraviolettum, so vit
beinanvegin síggja slóðir, um
veggjalýs eru. Tað er lutfalsliga
skjótt at finna veggjalýsnar, tá
vit gera uppá hendan mátan,
greiðir Heini Magnussen frá.
Tað tekur umleið ein hálvan
tíma at skanna eitt heilt kamar,
tá talan er um eftirlit.
- Um nakað er at síggja, so
verður tað tikið umgangandi, so
leiðis at trupulleikin ikki slepp
ur at vaksa.
Damproykurin sleppur til
har, sum trupult er at koma
framat við øðrum eitri, og við
gerðin tekur umleið tríggjar
tímar. Aftaná ræður bara
um at lufta væl út í ein
tíma.
Kunnu vera í
einum húsum leingi
Sum oftast leypa veggjalýsnar á
teir kropspartarnar, sum stinga
undan dýnuni. Hetta veri seg
bein, føtur, armar og nakki.
- Tað er ikki altíð, mann
uppdagar, at mann hevur
veggjalýs fyrr enn langt
aftaná. Øll fólk eru nevniliga
ikki ovurviðkvæm fyri bitinum.
Veggjalýsnar kunnu tí væl hava
bitið í teg í fleiri ár, uttan at tað
sæst nakað á tær. Men so skjótt
onkur annar kemur inn, sum
er ovurviðkvæmur og verður
bitin, so byrjar tað at síggjast.
Tá kemur ofta panikkur í, sigur
Heini Magnussen.
Hetta
kanst
tú gera:
Skaðadjóratænastan
hevur nøkur ráð til,
hvat tú sjálv/ur kanst
gera fyri at fyribyrgja
veggjalúsum.
1. Brúka hvít løk á
seingjunum. So sært
tú beinanvegin, um har
eru lítlir blóðplettar
á lakinum. Tá mann
skriðar sær í svøvni,
kroystast tær ofta, og tá
kemur blóð úr teimum.
2. Tá tú ferðast: Hav
ikki kuffertið liggjandi
opið í gistingarhúsinum,
men afturlatið. Koyr
skitin klæði o.a. í posa
og bind fyri, áðrenn tey
verða løgd í kuffertið.
4. Tekin uppá veggjalús
eru, at tú hevur reyð
merkir á nakka, hendrum,
armi, fóti ella beini.
5. Kanna madrassuna væl.
Vend henni og kanna, um tú
sært smákykt og/ella smáir
myrkir prikkar á madrassu
ella seingjarbotni.
6. Um tú hevur trupulleikar
við veggjalúsum, mást tú
ikki brúka fluguspray e.l,
tí so verður tað uppaftur
verri at fáa burtur.
7. Hevur tú fingið staðfest
veggjalús heima, so er at
vaska alt, sum vaskast
kann, við minimum 60
hitastigum. Tað, ið ikki
kann vaskast, má frystast.
8. Um tú hevur
boksmadrassur, er frægast
at beina hesar burtur.
Veggjalúsin sýgur blóð
úr fólki um náttina, og
tá fær mann merkir