mikudagur 15. mai 2019síða 22
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 17. MAI 2019
SOSIALURIN 56
22
Óli Jacobsen
Óli Jacobsen
1. partur
F
yrst greiðir John frá sínum barna
árum í Porkeri. Hann er ættaður
úr húsunum við Geil. Sagt verður
í Porkerissøgu, at húsini vóru
kallað soleiðis, tí tær tvær merkurnar av
jørð lógu millum Geilánna og Mattasajørð.
Hetta var prestajørð, sum hoyrdi undir
prestagarðin í Hvalba.
Foreldrini vóru Poul Johannes og
Kristianna við Geil. Pápin var ættaður úr
Fuglafirði. Hann var sjómaður burtur av
og sigldi tað mesta av lívinum. Hann hevði
ætlað sær at fara á skiparaskúla, men eyg
uni vóru ov vánalig til tað.
Torgir Strøm skrivar í Porkerissøgu, at
hann var saman við Poul Johannesi í 1962
við Albert Victor hjá Dahlamonnunum
í Vági. Teir lógu norðuri á 64 stigum við
maskinskaða í ringastu ódn. Skipið fór at
leka so illa, at teir hingu í dekspumpunum
í fleiri dagar, meðan ódnin herjaði. Hetta
man hava verið á sildaveiðu við gørnum.
Systkini vóru fýra. Poula giftist við
Poul Midjord í Hovi. Judith giftist við
Edvin Osbjørn Erling Daniel Mortensen
í Porkeri og Selona giftist við Arna Berg
Jacobsen í Havn. John giftist sjálvur við
Judisu Hammer í Hvalba. Eftir at hon var
deyð, giftist hann við Paulinu Midjord, sum
eisini er úr Hvalba
John: Danbjørg var ein knassi
Skúlagongdin var hjá Johan Danbjørg og
Johannes Andreas Næs, báðir megnar
menn á sínum øki.
Porkeri varð í tíðini hjá Danbjørg ein
javnaðarbygd burtur av. Hann var ein
av teimum fremstu, sum slóðaðu fyri
javnaðarpolitikki í Føroyum. Porkeri bleiv
eisini ein høvuðsborg hjá javnaðarflokkin
um í mun til fólkatalið.
Men merkisvert er tað kortini, at tað
er hon framvegis 50 ár, eftir at Danbjørg
er deyður. Her hevur javnaðarflokkurin
hildið betri stand enn í hinum stóru javn
aðarbygdunum í Suðuroy.
Danbjørg var ótrúliga góður fyri fólkið
í Porkeri. Hann varð tíðliga valdur inn í
kommunustýrið. Tað var hann, sum skip
aði fyri, at Porkeri var ein tann fyrsta bygd
in, har jørðin varð skift út. Hetta gjørdi tað
lættari at fáa grundstykki, so teir nógvu
skipararnir í Porkeri og aðrir við kundu
byggja í heimbygdini heldur enn at fara
til Vágs. Nógvir vóru tá longu farnir til
Vágs, sum var ein bygd í stórari menning.
Aðrir fóru til Tvøroyri, sum eisini var ein
av fremstu bygdunum í landinum. Har
var heldur eingin trupulleiki at fáa grund
stykki sum í Porkeri.
Eitt úrslit av hesum virksemi hjá Dan
bjørg er tann sokallaða skipararekkjan í
Porkeri, sum er ein fyrimynd fyri býar
planlegging. Sjálvur kom eg at búgva í
vestara enda á skipararekkjuni. Tað vóru
eisini onnur enn skiparar, sum búðu og nú
búgva har. Men navnið stendur við.
Hetta var heldur ikki væl dámt av øllum.
Fleiri søgdu, at nú taka teir frá teimum,
sum eiga nakað og geva teimum, sum einki
eiga. Men hetta var lykilin til framburðin í
Porkeri. Tá fóru menn at leggja inn av hag
anum. Teir fóru eisini at velta burtur úr
haganum, og tí er so nógvur bøur í Porkeri
í dag.
Undan útskiftingini var tað soleiðis, at
menn ofta ikki kundu hava bæði seyð og
kúgv. So máttu teir velja tað, sum teir helst
vildu hava. Men nú kundu teir hava bæði.
Hetta var ein stórur bati hjá mongum hús
arhaldum.
Nakað tað sama varð gjørt í Fámjin, tá ið
teir hoyrdu um góðu royndirnar í Porkeri.
Danbjørg var føddur í 1896 og doyði í
1968. Hann tók læraraprógv í 1917. Eftir at
hava verið lærari í ymsum bygdum kom
hann til Porkeris í 1920, og var har alla
sína tíð. Danbjørg hevði mong álitisstørv.
M.a. var hann eitt skifti í Suðuroyar Fiski
mannafelag. Hann var formaður í sóknar
stýrinum í Porkeri frá 1925 til 1947. Eisini
var hann tingmaður fyri javnaðarflokkin
frá 1936 til 1945 og frá 1950 til hann doyði.
Hann var eisini kendur fyri at vera ein góð
ur lærari.
Tá ið bretsku hermenninir
oyðiløgdu eplagrøðina
Menn vóru annars nokk so konservativir,
tá ið eg var barn. Tað er ein stuttlig søga
um hetta í samband við eplavelting. Hetta
var undir krígnum.
Tað vanliga var, at seteplini vórðu løgd
at spíra, og so skuldu tey ikki setast niður,
fyrr enn nálirnar vóru komnar væl undan.
So var tað ommubeiggi, sum ein dagin
fór at seta eplini niður, tí nú vóru nálirnar
komnar væl og virðiliga undan. Tað sum
umráddi var at fáa eplini í góðum standi
til veltuna.
Hann bar eplini so varisliga, sum
hann kundi, fyri at nálirnar ikki skuldu
brotna. Tá ið hann er framkomin, nú kem
ur eitt lið av enskum hermonnum úr Hovi
marsjerandi framvið. Teir vilja gera ommu
beiggja ein beina og hjálpa honum at seta
eplini niður. Teir vilja gera væl og yvirtaka
alt arbeiðið. Til sín skrekk sær hann, at
hermenninir sópa allar nálirnar av eplun
um, áðrenn tey verða sett niður. Tá ið teir
eru lidnir, skumpa teir moldina útyvir epl
ini, so alt er slætt, tá ið teir eru lidnir. Hetta
er kanska tað, teir eru vanir við heimani
frá. Helst hava teir verið skotar.
Ommubeiggi var púra skakaður. Hetta
var alt øvugt av tí, sum tey gomlu høvdu
lært.
“Oy, Jesus”, hugsaði hann, “nú er alt
spilt, tí uttan nálir fór so einki at koma
uppaftur.”
Hetta var ikki so hugaligt við einum
heilum ári uttan epli. Tey høvdu lagt alt
í Harrans hendur, og nú var alt farið tann
øvugta vegin.
Ein dagin fór ein svágur ommubeiggja
kortini at hyggja at hesi spiltu veltu, og
nú sær hann, at tað er ein rekkja í veltuni,
Vit hava hitt 83 ára gamla John Eliassen,
ættaður úr Porkeri. Hann hevur havt eitt
hendingaríkt lív á sjónum. Millum annað
hitti hann Gadaffi, einaræðisharran í Libya
SIÐSØGA
John Eliassen:
EITT HENDINGARÍKT
LÍV Á SJÓNUM
John hevur upplivað nógv á sjónum.
Danbjørg var ein slóðari. Her er hann saman við konuni Bettu.