mikudagur 15. mai 2019síða 23
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 17. MAI 2019
SOSIALURIN 56
23
Komandi partur
Í komandi parti er tað, at
John hittir Gadaffi
har hann sá onkra nál koma undan. Hann
tekur varisliga eina nál upp og fer at sam
anbera við eina aðra veltu, har alt er gingið
rætt fyri seg eftir hansara tykki. Har tekur
hann eisini eina nál, sum hann tekur heim
at biðja tey hyggja eftir, um tað var nakar
munur á hesum nálum. Tey hyggja væl
eftir, nei, har var eingin munur. Tá sigur
hann teimum, at onnur nálin er frá teirra
veltu, meðan hin er frá eini aðrari.
Tá bleiv ommubeiggi forvitin, og hann
mátti fara í dalin at hyggja. Jú, har sá alt
út sum tað plagdi.
Jú, nú fingu tey mót aftur um, at kanska
var ikki alt spilt kortini. Seinni kom tað
at vísa seg, at hetta bleiv eitt tað besta
eplaárið hjá teimum!
Vaksnamannalívið byrjar
Eg bleiv so konfirmeraður 14 ára gamal.
Presturin í Vági var ein dani, Harald Ny
gaard, sum hevði nakað so sjáldsamt tá í
tíðini sum ein bil. Eg plagdi at ganga á møti
í missiónshúsinum í Vági. Tá ið møtið var
liðugt, var farið yvir um vegin til prestin,
har tað var hildið ungdómsmøti. Hetta var
ikki tað vanliga tá í tíðini.
Nygaard kom til Føroya umleið 1948
sum sjúkravikarur fyri Thulesen prest,
sum var pápi Svend Thulsen, seinni kendur
stjóri hjá Kjølbro. Tá ið Thulesen ikki kom
aftur, fekk Nygaard starvið hjá honum.
Sum ofta er við fólki við nýhugsan, so
skapar hetta split, og tí fór Nygaard aftur
úr Føroyum í 1954.
Tá skrivaði ein sumbingur eina tøkk til
hansara í bløðunum, har tað m.a. varð sagt:
“Meginparturin av kirkjufólkinum fekk
avbera góðan tokka til Nygaard, tí so vin
sælur, hjartaligur og fólkaligur prestur
verður neyvan nakrantíð á ævini skipaður
aftur sum prestur í Sunnara prestagjaldi í
Suðuroynni.
Nygaard er helst einasti prestur, ið vit
hava havt, ið ókravdur, hvørja einastu ferð
hann dvaldist her í bygdini, vitjaði sjúk og
gomul fólk, og hesi fara í stórum at sakna
henda vælsignaða mann.
Hann hevur fingið starv á Lollandi. Eg
havi hoyrt, at einir 60 prestar søktu hetta
starv og av hesum vóru 10 úttiknir til at
halda royndarprædiku á staðnum og hann
fekk starvið.”
Hann vitjaði eisini aftur í Føroyum og
helt gudstænastu.
Til skips
Eg fór so til skips árið eftir, at eg var kon
firmeraður sum var tað vanliga tá. Eg fór
við Yvonnu, har Dalli Larsen í Gjørðum var
skipari. Yvonna var ein skonnart, sum tók
eini 1.000 skippund, sum var tað dupulta
av tí hjá eini vanligari slupp. Hetta var við
snøri og sjálvdrátti. Eg var bara tann eina
túrin, sum var á Suðurlandinum, tí pápi
hevði gjørt avtalu um, at eg skuldi sleppa
við Høvdaberg. Hetta var ein av teimum
gomlu kolfýrdu trolaranum, sum komu til
landið aftaná heimsbardagan. Skipari var
Poli á Høvdanum, sum seinni fórst í van
lukkuni við torvbátinum í Porkeri.
Vit vóru á saltfiskaveiðu. Har var eg við
í eini tvey ár. Hetta var tá roknað fyri at
vera ein góður kjansur, men tað var skjótt
at tíðin var farin frá hesum trolarum.
Aftaná fór eg við Agnes Louise til Grøn
lands. Hetta var ein slupp hjá teimum á
Gørðunum í Vági. Skipari var Andreas,
versonur Lars í Gjørðum. Men tá var tað
ikki sjálvdráttur. Tað var samveiða, sum
merkti, at allir menn fingu sama fiskipart.
Til Íslands sum nógvir
aðrir føroyingar
Men nú var tíðin farin bæði frá hesi
trolaratíðini og eisini frá slupptíðini.
Føroyingar høvdu tá fá veruliga góð skip
at sigla við.
Samstundis hendi tað, at íslendingar
høvdu fingið ein stóran trolaraflota,
sum teir ikki kundi manna til fulnar við
íslendingum. Hetta kom væl við hjá før
oyskum fiskimonnum, sum í hópatali
fóru til Íslands at sigla við íslendskum
skipum. Inntøkurnar vóru góðar í mun til
tær føroysku. Tað vóru eisini nógv, eisini
konufólk, sum arbeiddu á landi.
Eg valdi so eisini at fara til Íslands í
1955 við trolara. Eg fór yvir á Ísafjørðin
við einum trolara, sum kallaðist Sólborg.
Vit vóru seks føroyingar við. Hetta var ein
góður trolari, og vit fingu nógvan fisk.
Eg kom so heim aftur. Árið eftir gjørdi
eg av at fara til Reykjavíkar og fór við trol
arum hjá Bæjarútgerðini í Reykjavík.
Kuldi og ísing
Her lærdi eg eina ferð nakað avgerandi. Vit
lógu uppi á Halanum úti frá Ísafirði. Hal
in er kendur fyri at vera eitt gott fiskimið,
men hann er eisini kendur fyri tað ógvus
liga illveður, sum kundi vera, og sum hevur
kostað mong mannalív. Ein vanlukka, sum
er serliga kend í Føroyum er tann við trol
aranum Egil Reyða í 1955, har tað vóru út
móti 20 føroyingar við. Tað var tætt við,
at allir fórust, men sum við einum undri
vórðu allir bjargaðir uttan ein.
Nakrir íslendingar fórust eisini.
Hendan túrin hjá okkum varð skipið
yvirísað og stormur var av landnyrðingi.
Eisini var ógvuliga kalt. Hetta við yvirísing
er eitt tað mest hættisliga, sum komast
kann út fyri. Hetta kundi vera orsøkin til,
at skip kollsigla, og tá var eingin vón.
Vit kláraðu ikki at høgga so mikið av
ísi, at tað minkaði burtur av. Tað ísaði eins
skjótt aftur. Tá fekk ein av manningini
tað hugskot, at høgga hol í ísin niðast á
vantinum, og so at seta gilsin í holið og so
seta spælið til. Tað vísti seg, at hetta rigg
aði, og vit fingu skrætt ein stóran part av
ísinum niður, sum manningin so fekk fyri
borð. Soleiðis kláraðu vit tað framman á
skipinum, men har afturi riggaði hetta ikki.
Vit máttu liggja uppí vindin og høgga ísin
har afturi á skipinum. Tá ið komið var úr
ísvandanum, settu vit kós suðureftir í heit
ari sjógv. Soleiðis komu vit undan.
Seinni kom eg aftur í ta støðu við
Labrador við einum øðrum trolara, Skúla
Magnusson, at vit komu eisini út fyri yvir
ísing. Tá fingu teir at vita, hvat ið vit høvdu
gjørt. Vit gjørdu so tað sama, og soleiðis
bjargaðu vit okkum undan støðuni. Seinni
frætti vit, at trolarin Juni var farin við
allari manningini av yvirísing.
Torkel Mána var eisini líka við at fara.
Hann var farin á liðina, men teimum
eydnaðist at kvetta so nógv av uppstand
andi, at hann reisti seg aftur. Har vóru eisini
fleiri føroyingar við. Tá ráddi eisini um at
sleppa sær suðureftir úr vandasjógvi.
Yvonna var eitt stásiligt skip
So ógvuslig kundi yvirísing vera. Úr "Jól á halanum"
Porkeri hevur mist nógv fólk á sjónum