Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-15, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 15. mai 2019síða 24

‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 17. MAI 2019 SOSIALURIN 56 24 PROKLAMA Øll, sum hava krøv í búnum eftir Hensar Anthoniussen, Selatraðarvegur 461, 496 Morskranes, føddur tann 18. marts 1933, deyður tann 2. november 2018, verða við hesum biðin um innan 3 mánaðar frá kunngerð av hesi lýsing at boða frá og skjalprógva krøv síni fyri undirritaða skiftirætti. Tikið er ikki við skuld. Krøv skulu gerast upp pr. deyðsdagin, og sendast til advokat Petur Even Djurhuus, Yviri við Strond 4, 100 Tórshavn, vísandi til sks. nr. 357/2018, saman við frumriti av teimum skjølum, sum krøvini eru grundað á. FØROYA SKIFTIRÆTTUR, tann 6. maj 2019. Tak niður Faroe Law app’ina her iPhone Android Sosialurin 341800 www.faroelaw.fo Fráboðan Við hesum verður sagt frá, at Smápartafelagið Prima (hjánavn: Glarlist), skrásetingarnummar 6410, J. Paturssonargøta 61, FO-100 Tórshavn, SKS 3-11/2019, sambært skiftirættaravgerð frá 10. mai 2019 er farið í likvidatión, við Óla M. Hansen, advokati, sum likvidator. Navn felagsins er herefter: Sp/f Prima undir tvingsilsavtøku. Vísandi til § 221 í kapitalfelagslógini verða kravánarar felagsins bidnir um innan 3 mánaðir frá í dag, at fráboða síni krøv til likvidator á niðanfyri tilskilaða bústað: Tórshavn, tann 14. mai 2019 Advokatsmápartafelagið Faroe Law Magnus Heinasonar gøta 10 Postboks 158 FO-110 Tórshavn Fíggjarleiðari www.faroeorigin.fo Okkara fíggjarleiðari hevur tikið av øðrum avbjóðingum, og tí søkja vit eftir fíggjarleiðara at byrja skjótast gjørligt. Um starvið: Fíggjarleiðarin hevur ábyrgdina av dagligu fíggjarstýringini av felagnum í tøttum samstarvi við stjóran. Fíggjarleiðarin er eisini partur av leiðslubólkinum í felagnum. Fíggjarleiðarin hevur ábyrgdina av: - Dagligu fíggjarstýringini, herundir bókhaldi, lønar- og debitorstýring v.m. - Uppseting av lønsemisgreiningum - Rakstrarætlanum og uppfylgingum - Mánaðar- og ársroknskapum - Roknskaparskipanum - Fígging og samskifti við peninga- stovnar - Dagligu leiðsluni av skrivstovu- fólkum felagsins til Faroe Origin Førleikakrøv: - Vit vænta at tú ert ágrýtin, hevur góð samstarvsevni, kanst arbeiða sjálvstøðugt eins og í toymi. - Hóskandi ástøðilig útbúgving innan roknskaparøkið, t.d. HD-R, Cand merc. Aud ella líknandi útbúgving - Viðkomandi royndir innan roknskap og fíggjarstýring. - Leiðsluroyndir er ein fyrimunur - Telduførleikar á rímuliga høgum støði - Málførleikar í føroyskum, donskum og enskum í skrift og talu Vit bjóða: - Eitt spennandi starv í einari lutfalsliga stórari útflutnings- fyritøku - Løn eftir nærri avtalu Umsókn við prógvum og møgu- ligum viðmælum skulu sendast til jensp@origin.fo. Um tú hevur onkrar spurningar um starvið, er tú vælkomin at seta teg í samband við Jens Paula Petersen, stjóra, á tlf 550650, ella senda teldupost til jensp@origin.fo. Umsóknir skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi mánadagin 3. juni. Umsóknir verða viðgjørdar í trúnaði. Faroe Origin er ein fiskivinnufyritøka við 6 partrolarum og tveimum framleiðsluvirkjum í ávíkavist Saltangará og á Toftum. Tað starvast uml. 200 fólk í samtakinum. Fiskivinnuhavnin 600 Saltangará Faroe Islands www.origin.fo Tel +298 200 600 Fax +298 200 601 torshavn.fo Sum kunngjørt av ríkisumboðsmanninum verður fólkatingsval mikudagin 5. juni 2019. Valt verður soleiðis 1. Fólk í Havn, Mjørkadali, Norðradali, Hoyvík, á Hvítanesi og Sundi velja í ítróttarhøllini á Hálsi 2. Fólk á Argjum velja í róðrarneystinum á Argjum 3. Fólk í Kaldbak og Kaldbaksbotni velja í skúlanum í Kaldbak 4. Fólk í Kollafirði velja í skótahúsinum í Kollafirði 5. Fólk í Kirkjubø, á Velbastað og í Syðradali velja í skúlanum á Velbastað 6. Fólk í Hesti og Koltri velja í bygdarstovuni í Hesti 7. Fólk í Nólsoy velja í felagshúsinum hjá Ungmannafelagnum Royndini í Nólsoy Atkvøðugreiðslan verður millum kl. 9.00-20.00 og so leingi, veljarar møta uttan steðg. Tey, sum av sjúku ella øðrum orsøkum ikki kunnu koma á valstaðið, kunnu boða frá í Snarskivuni, telefon 302010, til mánadagin 3. juni 2019, kl. 16.00. Samstundis verður sagt frá, at valkort til fólkatingsvalið verða send øllum teimum, ið standa á vallistanum. Um so er, at valkortið ikki er komið innan fríggjadagin 31. mai 2019, orsakað av t.d. bústaðarflyting, skal boðast Snarskivuni frá hesum sum skjótast, telefon 302010. Fólkatingsval Sosialurin 341800 fyrst og fremst i f