mikudagur 15. mai 2019síða 31
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
HÓSDAGUR 16. MAI 2019
SOSIALURIN 56
31
Jørgen Djurhuus klárar at
avlesa gomlu liðfelagirnar.
SOSIALURIN TIPPAR: 1-2
HB-KÍ (Beinleiðis á FM1)
Sunnudagin klokkan 15
DÓMARI: DAGFINN FORNÁ
Hetta er stóri dysturin ikki
hesum umfarinum. Hetta er
klassikarin í føroyskum fótbólti.
KÍ er oddalið í føroyskum
fótbólti, men verður uttan
kanska størsta profilin í ár.
Simen Sandmæl fekk tvey gul
kort í 1-0 sigrinum á Skála og
hevur leikbann. Tað kemur óiva
illa við hjá KÍ.
Hetta er enn ein stór roynd
hjá hesum báðum liðunum. HB
hevur spælt undir miðal í ár,
men nú byrja avrikini at líkjast
avrikunum frá í fjør. HB hevur
framvegis ikki Bartal Wardum
tøkan, men bæði Dan í Soylu og
Magnus Egilsson hava sitið sítt
leikbann og eru við.
Sum stigatalvan sær út kundi
tú sagt, at um KÍ vinnur dystin,
so verður tað ikki HB, ið kemur
at steðga KÍ í ár. Tað er longu
átta stig á muni millum hesi
bæði feløgini.
Í fyrru hálvfinaluni í
kappingini um Løgmanssteypið
endaði tað við 1-1 í Gundadali.
Treytirnar eru ikki heilt
tær somu, tí nú er talan um
landskappingardyst,
men
okkurt bendir á, at úrslitið kann
blíva tað sama.
SOSIALURIN TIPPAR 1-1
EB/Streymur-NSÍ
Sunnudagin klokkan 15
DÓMARI: PETUR REINERT
EB/Streymur heldur fram við
at fáa óvæntaði stig á útivølli.
Fyrst vunnu teir á Skála og
mánakvøldið fingu teir javnleik
í Gøtu. Nú kemur NSÍ á vitjan.
Runavíkingar hava flogið eitt
sindur undir radaranum, men
eru í løtuni fremsti avbjóðari
hjá KÍ til FM.
Heimaliðið hevur framvegis
nógvar skaðar at stríðast við,
men heildar myndin hevur í
fleiri av dystunum verið góð.
Gestirnir eru møguliga uttan
Petur Knudsen. Hann hevur
stóran týdning fyri álopsspælið.
NSÍ er favorittur, men ikki
eins greiður, sum tá liðini spældu
í 1. umfari í landskappingini. Tá
vann NSÍ bara 1-0. Minni kann
munurin ikki verða, uttan at EB/
Streymur fær stig.
SOSIALURIN TIPPAR: 1-2
AB-TB (Beinleiðis á FM1)
Sunnudagin klokkan 17
DÓMARI: RÚNI GAARDBO
Hetta er botndysturin hetta
umfarið. Argjamenn liggja
niðast og hava brúk fyri stigum,
meðan TB í størri mun tolir ein
javnleik, eftir eina frálíka byrjan
við átta stigum. Heimaliðið
hevur spent boga alt teir eru
mentir. Leivur H. Joensen
verður aftur í miðverjuni,
meðan spælarar sum Rógvi
Poulsen, Bárður Olsen og
Sørin Samuelsen allir væntast
at spæla, tí dysturin hevur
so stóran týdning. Teir hava
annars allir snuddir.
Gestirnir eru uttan Stefan
Radosavljevic,
sum
fekk
sítt fjórða gula kort í ár í 1-0
ósigrinum í Gundadali. Hann
verður saknaður og tað kann
gera munin.
SOSIALURIN TIPPAR 1-1
Ikki við: Tórbjørn Grytten, Óli
Eyðsteinsson Poulsen, Simen
Sandmæl (leikbann, 4 gul)
Ikki við: Øssur Dalbúð (fótskaði,
langtíðarskaddur)
Ivasamur: Petur Knudsen
(akslaskaði)
Ikki við: Søren Nielsen (fóturin, 1
vika), Edvin Jakobsen (knæið, 3-4
vikur)
Ivasamur: Janus Samuelsen (lærið)
Ikki við: Stefan Radosavljevic
(leikbann, 4 gul), Poul Ingason
(armskaði, 6-8 vikur), Andrias
Sørensen (burturstaddur, 6 vikur)
VÍKINGUR
SKÁLA
NSÍ
Ikki við: Atli Gregersen (leikbann,
2 dystir)
Ivasamir: Adeshina Lawal,
Andreas Lava Olsen (spælir helst),
Dion Splidt
TB
KÍ
Betri deildin kvinnur støðan
NR.
LIÐ
D
V
J
T
MÁL
S
1.
KÍ
6
4
1
1
11-5 (+6) 13
2.
ÍF/Vík/B68
6
3
2
1
12-5 (+7) 11
3.
HB
5
3
1
1 15-5 (+10) 10
4.
B36
6
2
0
4
5-12 (-7)
6
5.
EBS/Skála
5
0
0
5
2-18 (-16) 0
Betri deildin menn støðan
NR.
LIÐ
D
V
J
T
MÁL
S
1.
KÍ
9
7
2
0 24-5 (+19) 23
2.
NSÍ
9
6
1
2 19-10 (+9) 19
3.
B36
9
6
0
3
12-9 (+3) 18
4.
Víkingur
9
5
2
2 18-14 (+4) 17
5.
SKÁLA
9
5
0
4
13-7 (+6) 15
6.
HB
9
4
3
2 15-10 (+5) 15
7.
TB
9
2
2
5
7-19 (-12) 8
8.
EB/Streymur 9
2
1
6
10-14 (-4) 7
9.
ÍF
9
1
1
7
8-21 (-13) 4
10.
AB
9
1
0
8 10-27 (-17) 3
Betri deildin kvinnur 8. umfar:
Betri deildin menn 10. umfar:
FRÍGGJADAGIN:
SKÁLA-B36 (18.00)
BEINLEIÐIS Á FM1
ÍF-VÍKINGUR (19.00)
SUNNUDAGIN:
HB-KÍ (15.00) BEINLEIÐIS Á FM1
EB/STREYMUR-NSÍ (15.00)
AB-TB (17.00) BEINLEIÐIS Á
FM1
Leivur framvegis á odda
Seinastu árini hevur
heimasíðan hjá
Fótbóltssambandinum
havt tipping, har trý
miðlafólk hava tippað um
komandi umfar. Í ár hevur
Sosialurin yvirtikið hendan
leistin. Sostatt verður tað í
Sosialinum, at tú kanst lesa
um tippingarnar. Fyribils
verður talan um at seta
1, X ella 2 við hvønn dyst.
Eftir hvørt umfar verður
stigatalvan gjørd upp, har
tippararnir fáa eitt stig fyri
rætta tipping.
Tippararnir eru teir somu
sum vóru á heimasíðuni
hjá Fótbóltssambandinum.
Teir eru Leivur Frederiksen,
ítróttarredaktørur í
Kringvarpinum, Jákup Ósá,
ítróttarskrivari á bolt.fo og
Norðlýsinum, og undirritaði,
Tróndur Arge.
Higartil hevur Leivur
Frederiksen fingið flest stig.
Hann og Jákup Ósá raktu
trý røtt í 9. umfari. Her eru
tippini fyri 10. umfar.
Tipping:
Tipping 10. umfar:
LEIVUR FREDERIKSEN:
SKÁLA-B36 1
ÍF-VÍKINGUR 2
HB-KÍ 2
EB/STREYMUR-NSÍ 2
AB-TB X
JÁKUP ÓSÁ:
SKÁLA-B36 1
ÍF-VÍKINGUR 2
HB-KÍ 1
EB/STREYMUR-NSÍ 2
AB-TB 1
TRÓNDUR ARGE:
SKÁLA-B36 X
ÍF-VÍKINGUR 2
HB-KÍ X
EB/STREYMUR-NSÍ 2
AB-TB 1
STIGATALVAN:
1. LEIVUR FREDERIKSEN
30 STIG
2. JÁKUP ÓSÁ
27 STIG
3.TRÓNDUR ARGE
24 STIG
LEYGARDAGIN:
HB-EB/SSTREYMUR/SKÁLA (11.00)
ÍF/VÍKINGUR/B68-B36 (12.30)