mikudagur 15. mai 2019síða 32
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
HÓSDAGUR 16. MAI 2019
SOSIALURIN 56
32
FRANTS JENSEN
T
á ið nýggi Tanum kom
inn á Bursatanga í
Havn, fylgdu Rescue
LÍV honum. Eisini var
Brá, bjargingarbáturin hjá Nóls
oyar Bjargingarfelag, og Sverri,
bjargingarbáturin hjá Vága
Bjargingarfelag, við í fylginum.
Nýggi bjargingarbáturin
hevur enn sama navn sum hann
hevði í Svøríki, Tanum. Hann var
uppkallaður eftir einum svensk
um peningastovni, sum stuðlaði
bátinum. Hann skal tó helst
yvirtaka navnið hjá verandi
Rescue LÍV, tá ið hann verður
seldur.
Ber seg væl í ringum sjógvi
Magni á Deild verður ein av
skiparunum umborð á Tanum.
Nú hann varð sigldur heim til
Føroya, var Símun Neshamar
skipari.
Tað vóru níggju mans, ið
sigldu bátin heim til Føroyar.
Siglt var úr Svøríki yvir til Aren
dal í Norra, fram við norsku
strondini til Bergen. Farið var so
úr Bergen til Lerwick í Hetlandi,
og so har frá til Føroya.
– Báturin roynist sera væl. Vit
høvdu sjaskveður við Lindsenes
í Suðurnorra, og hann bar seg
sera væl í sjónum. Vit sigldu við
fullari ferð í ringum sjógvi, og vit
merktu einki. Hetta er ein heilt
annar bátur enn LÍV. Gongur
kanska ikki so skjótt, men ber
seg væl í ringum sjógvi, sigur
Magni á Deild.
Sigldi 25 míl
Báturin er keyptur frá tí svensku
sjóbjargingartænastuni. Hann er
bygdur í 1996. Hann hevur verið
nýttur sum bjargingarbátur
í Svøríki, men varð tikin út
svensku tilbúgvingini fyri ein
um ári síðani.
Havnar
Bjargingarfelag
hevur keypt bátin fyri 1,5 millión
krónur.
Báturin er góðar 16 metrar
langur og góðar fimm metrar
breiður. Til samanberingar er
LÍV 12 metrar langur og 4 metrar
breiður. Tanum hevur tveir
motorar, ið eru 675 hestar hvør.
– Báturin sigldi sum nýggjur
32 míl. Tá ið teir sigldu hann til
Føroya, var hægsta ferðin 25 míl.
Men við vanligari ferð, verður
siglt 18-19 míl, sigur Magni á
Deild.
Skal avloysa LÍV
Keypið er fíggjað við láni.
– Føroysku bjargingarfeløgini
hava eina játtan á 2,2 milliónir
krónur á fíggjarlógini, og ein
partur av tí fer til bjargingar
bátarnar. Vit hava eisini nakað
av inntøku við sjúkraflutningi,
sleipum og øðrum, sigur Magni
á Deild.
Tanum kemur afturat Lív.
Ætlanin er at brúka næstu tvey
árini at dagføra nýggja bjarg
ingarbátin. Bógskrúvur vórðu
settar í í Svøríki, men tær eru
tó ikki koblaðar til enn. Skrokk
arbeiði er gjørt, men nú skal rør
arbeiði og annað gerast.
– Báturin er tó klárur at
brúka, júst sum hann er nú, hó
ast nakrar ábøtur skulu gerast,
sigur Magni á Deild.
Tá ið nýggi báturin verður
settur í tilbúgvingina, verður
LÍV væntandi seldur.
Stór brandpumpa
– Tað eru betri umstøður umborð
til sjúkraflutning og annað um
borð á nýggja bátinum. Tað eru
fleiri koyggjur og salong um
borð. Hesin báturin hevur eisini
nógv størri pelatrekk, hann kann
sleipa sjey tons. So hevur hann
eisini eina stóra brandpumpu á
fordekkinum, sum pumpar 3.000
litrar um minuttin, 180 tons um
tíman. Hetta var ein tann størsta
brandpumpan í Vestursvøríki.
Tí er eisini upplagt at hava sam
starv við Tórshavnar Sløkkilið,
millum annað um tørvur er á
tí í Nólsoy ella í smábygdunum
í kommununi, sigur Magni á
Deild.
25 bjargingarfólk
knýtt at bátinum
Nýggi báturin er størri, og tað
setur størri krøv, millum annað
at fólk mugu vera í maskinuni,
sum hava dugnaskapsroynd í
motorpassing.
Havnar bjargingarfelag rek
ur LÍV saman við Nólsoyar og
Kollafjarðar Bjargingarfelag.
Men tað eru bara fólk úr Havn,
ið manna LÍV.
Hagtølini siga, at tað eru 3-4
minuttir frá tilkalling, til fyrsti
persónur er umborð á bátinum,
og aftaná 10 minuttir verður
loyst.
Tað eru fýra vaktir á fýra fólk,
ið manna LÍV. Nøkur onnur fólk
eru eisini knýtt at bátinum – eini
25 tilsamans.
Somu hold, sum eru við
Rescue LÍV, halda fram. Magni á
Deild og Michael Thomsen vera
skiparar í fyrstu syftu, men aðrir
vera eisini.
Tanum fer at liggja á Bursa
tanga í fyrstuni. Í framtíðin fer
hann annaðhvørt at liggja undir
Álakeri ella undir Müllers Pakk
húsi.
Nýggi bjargingarbáturin hjá Havnar Bjargingarfelag, Tanum
MYND: ÁLVUR HARALDSEN
Nýggjur bjargingarbátur
komin til Havnar
Mikumorgunin kom nýggi
bjargingarbáturin hjá
Havnar Bjargingarfelag til
landið. Hann skal avloysa
bjargingarbátin Rescue LÍV
Magni á Deild, ein av skiparunum á nýggja bjargingarbátinum.
MYND: ÁLVUR HARALDSEN