Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-20, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. mai 2019síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 20. mai 2019 · Nr. 57 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 NØVN SÍÐA 7 Ad­vo­ kat­ur vil á ting NØVN SÍÐA 7 Valstríðið í Danmark tón eina heilt aðra vend, eftir at forsætisráðharrin – snúðin sum hann er – kom við eini politiskari bumbu í bókini hjá sær, sum kom út hósdagin. Hann sigur nú, at hann vil sleppa í samgongu við danska Javnaðarflokkin. Fjølmiðlar hava spurt um hetta nakrar ferðir, men tað hevur verið greitt afturvíst, bæði av Lars Løkke Rasmussen og Mette Frederiksen. Men við bók síni kom hann við hesum mitt í valstríðnum. Samstarvsflokkar hansara stóðu sum kánus. Teir ánaðu einki. Heldur ikki summi av teimum nærmastu í Vinstraflokkinum, eitt nú næstformaðurin, Kristian Jensen. Í Føroyum hevði einki ónátúrligt verið í tí, at Sambandsflokkurin vildi í samgongu við Javnaðarflokkin. Flokkarnir hava so mangan samstarvað. Men so er ikki í Danmark. Bara eina ferð er ein slík samgonga roynd, tað var í 1978, tá Anker Jørgensen umskipaði javnaðarstórnina frá 1977 til at vera eina stjórn við Javnaðarflokkinum og Vinstra. Tað gekk ikki væl. Fjúrtan mánaðir sat stjórnin, sum fall uppá, at semja ikki fekst um setanarrøðuna hjá Anker Jørgensen til Fólkatingssetanina fyrsta týsdag í oktober í 1979. Tað er væl skilligt, at Mette Frederiksen og Javnaðarflokkurin afturvísa hesum fríggjaríið frá Vinstraformanninum. Tí Javnaðarflokkurin stendur væl í øllum kanningum, og tað gera stuðulsflokkarnir hjá honum eisini. Meirilutin sær út til, sambært øllum kanningum, at vera ríkiliga stórur. Øðvísi er hjá Vinstra. Hóast flokk­urin ikki gongur nógv aft­ ur, so gongur illa hjá fleiri sam­ starv­sflokk­um, serliga Danska Fólkaflokki og Lib­er­a­lari Aliansu, sum tilsamans standa til at missa 23 fólkatingssessir. Tá ávís útlit eru til, at høgravíðgongdu flokkarnir Stram Kurs og Nye Borgerlige standa til at koma inn við 8-10 fólkatingslimum, so er einki grundarlag hjá Lars Løkke Rasmussen at byggja eina borgarliga stjóra uppá, sjálvt um tað undrið hendir, at tey borgarligu klára at telja upp í 90 valkvøldið. Alternativið hjá honum er at kasta handklæðið í ringin. Mette Frederiksen hevur eisini sína orsøk til ikki heilt konsevent at útiloka eitt tílíkt samstarv. Tí tað kann sjálvandi koma upp á tal – men so verður tað seinni. Hon fer fyrst eftir at skipa ein stjórna bara við Javnaðarflokkinum, men við hinum flokkunum vinstrumegin sum stuðlum. Men fæt hon trupulleikar við teimum, so kann tað hugsast, at hon seinnií valskeiðnum vendir aftur til Løkke og Vinstra. METTE OG LARS – IKKI ENN Um javnaðarstjórn rennur seg fasta kunnu boð vera eftir Løkke 25 mai kemur út nýggja fløga við Eyðun Jacobsen. Heiti á fløguni er "Lívsins løtur". 18 sangir eru á fløguni, har Eyð­ un sjálvur hevur skriva orð og lag til 8 av teimum. Tónleikurin er inn­spæld­ ur, gjøgnum seinastu 4 - 5 árini, í Crossroads Stu­dio í Arden NC, av sera dugn­ a­lig­um tónleikarum undir leiðslu av Jeff Collins og nærum all­ar røddirnar eru sungnar inn í studionum hjá Erik Bisk­up­stø í Klaksvík. Eyðun Jacobsen, hevur fing­ ist við tónleik síðani barna­ árini, bæði í Føroyum og utt­ an­lands. Fyrsta útgávan, hann var við á, kom í 1973. Tað var Be­ tesda Duettin, Jógvan Mort­ en­sen og Eyðun Jacobsen, sum góvu út EP plátuna, Úr Himli til jarðar. Hann spældi fast guittar við Kvartettini í Be­tes­da. Hann var við í Mið­nát­t­ar­sangbólkinum í Runa­vík, Elim Kvintettini í Søldarfirði og Exodus í Run­ a­vík. Hann búði frá 1983 í 17 ár saman við familjuni í Dan­ mark. Har fekst hann nógv við sang og tónleik, bæði sum einstaklingur og í bólk­um. Fýra útgávur komu, með­an hann búði í Danmark, tríggj­ ar á donskum og ein á før­ oysk­um. Síðani hann flutti heim­ aft­ur í 2000, hevur hann ver­ ið sera virkin við sangi og tónleiki, hann hevur giv­ið út tvær fløgur sum ein­stak­ l­ing­ur, tvær fløgur saman við døtr­u­num. Eisini hevur hann lut­t­ikið og samskipað fleiri út­gávur, m.a. hjá Kelduni, Svein í Prestgarði, Kvartettin í Be­tesda, Ólavur á Váli Olsen, Oas­u­brøður. Eisini samskipaði hann fløg­una Tú Leitar, sum bleiv givin ókeypis í 10.000 ein­tøk­ um. Hann hevur eisini skipað fyri fleiri sang- og tónleika til­tøkum gjøgnum árini. Í samband við nýggju út­ gáv­u­na vera út­gávukonsertir leyg­ar­kvøldið 25. mai í Frels­ un­n­ar­herinum í Havn klokk­ an 20 og sunnukvøldið 26 mai klokkan 20 í Kelduni í Skál­ a­firði. Eisini luttekur Magni Chris­t­i­ansen. Tað er ókeypis at­gongd. Sunnumorgunin 26. mai klokk­an 11 lut­tek­ur Eyð­ un, saman við tón­lei­karum, á møt­i­num í Lívdini í Hoyvík. Eyðun Jacobsen við nýggjari fløgu Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Tordur fær stuð­ul frá bor­g­ar­ stjóra Gjald fyri valgreinir Fram til fólkatingsvalið 5. juni fer Sosialurin at taka gjald fyri valgreinar. Gjaldið er hálvur lýsingarprísur t.e. ¼ síða kr. 1250,- ½ síða kr. 2500,- 1/1 síða kr. 5000,- At rokna sum valgreinar eru allar greinar, sum valevni skriva - og geinar frá øðrum, sum Sosialurin metir sum valtilfar Skipanin verður í gildi framtil fólkatingsvalið. Valgreinar skulu sendast við telduposti til post@sosialurin.fo Blaðstjórin