mánadagur 20. mai 2019síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 13. mai 2019 · Nr. 54
Árligi ruddingardagurin í
Hvannasunds kommunu
verður týskvøldið 21. mai frá
klokkan 17-21. - Vit møtast í
skúlanum klokkan 17, har
kommunan bjóðar pylsur og
suppu, siga tey í kommununi.
Búskúrar eru nú
komnir í Sandoynna
Tíðliga sunnumorgunin kom skipið Svartfoss hjá Eimskipum á Sand
við búskúrum, sum skulu setast upp á kampingøkinum í Skopun
Vilmund Jacobsen
Hetta eru skúrar, sum teir, ið
skulu arbeiða í Sandoyartunl
inum úr Sandoynni, skulu
búgva í, meðan stóra verkætl
anin skal fremjast.
Stundisliga sunnumorgunin
varð byrjað at lossa skúrarnar
í land, og til hjálpar á bryggjuni
var ein stórur stakkari hjá
Føroya Grótvirki í Skopum.
Skopunar kommuna hevur
bjóðað stóra kampingøkið í
bygdini fram, og NCC hevur
tikið av.
Tað er nevniliga soleiðis, at
útlendingarnir, sum koma at
arbeiða fyri NCC í Sandoynni,
gerast borgarar í Skopunar
kommunu, og tá hetta er ein
verkætlan, sum gongur yvir
nøkur ár, kann hetta fáa rími
liga stóra ávirkan á skatta
inntøkurnar
í
kommununi
hesi árini.
Sambært borgarstjóranum,
Gerhard Lognberg, er hetta ein
kærkomin møguleiki hjá Skop
unar kommunu.
- Soleiðis, sum eg havi skilt,
hava vit somu avtalu við NCC,
sum NCC hevur við Sjóvar
kommunu,
nú
tunnilsfólk
hava búð í búskúrum á Strond
um, síðan byggingin av Eystur
oyartunlinum byrjaði, sigur
Gerhard Lognberg.
Vegna Skopunar kommunu
er borgarstjórin fegin um hesa
avtalu, sum hann eisini væntar
kann koma at geva ringvirkn
ingar aðrastaðni í Sandoynni.
Gerhard Lognberg hevur
ikki sett nakað tal á, hvussu
nógvir mans koma at búgva í
búskúrunum á kampingpláss
inum í Skopun, men soleiðis,
sum Sosialurin skilir, verður
talan helst um einar 25-35 ar
beiðsmenn.
Tað er longu væl síðan, at
fyrsta skotið varð latið av í
Traðardali á Sandi, og á Gomlu
rætt hevur eisini dúgliga verið
arbeitt við at fyrireika veg og
lendi til bygging av Sandoyar
tunlinum.
Sum skilst, er klárt at byrja
at bora í Sandoynni, tá mask
inurnar í Eysturoyartunlinum
verða tøkar - um nakrar fáar
vikur.
Við glúpi
og spann
Vilmund Jacobsen
Í dag, mánadagin 20. mai,
er fyrsti dagur í hugnaligu
Útivikuni í Sjóvar komm
unu, og longu í dag klokk
an 18 verður farið á krabba
veiði á Kumlum.
- Hetta plagar at verða
ein sera hugnalig løta við
bæði krabbaveiði, hugna
og kanska onkrum karmi.
Á Strondum vísa tey á,
at
veðurforsøgnin
fyri
dagin er góð, og tey vænta
eisini, at nógv fólk verða
við til tiltakið.
Heitt verður á tey, sum
verða við til tiltakið, um at
hava glúp og spann við
sær.
- Børnini fáa sunkist, og
vaksin eru vælkomin at
taka kaffi ella te við sær.
Koppar verða á staðnum,
siga tey í Sjóvar kommunu
um hetta forvitnisliga úti
tiltak.
SVÍNOY: Um 15-tíðina sunnudagin fór
hesin bilurin á rull undan húsunum hjá
eigaranum í Svínoy. Sum skilst, var eingin
í bilinum. Tað tók ikki langa tíð, til ein
gravkúgv hevði tikið bilin uppaftur.
Sjey línuskip í Íslandi
Kvikk og Klakkur
eru komnir
undan Íslandi við
góðari veiði
Vilmund Jacobsen
Fýra
ísfiskalínuskip
hava
fiskað undir Føroyum sein
astu dagarnar, og væntandi
koma hesi inn at landa í dag
og í seinasta lagi miðskeiðis í
vikuni.
Skipini
undir
Føroyum
hava fingið mest av toski,
hýsu, longu og so nakað av
brosmu.
Seinastu tíðina hava eisini
fimm føroysk ísfiskalínuskip
og tvey føroysk frystilínuskip
fiskað í íslendskum sjógvi.
- Av ísfiskalínuskipunum
landar eitt skip væntandi í
dag, og síðan koma tvey helst
seinni í vikuni. Tey bæði
seinastu koma helst ikki fyrr
enn í næstu viku, vita tey á
Fiskamarknaði
Føroya
at
siga.
Norðlýsið visti sunnudag
in at siga, at Kvikk er komin
undan Íslandi við 190.000
pundum, harav størsti part
urin er toskur. Hetta er ein
góður túrur hjá Kvikki, sum
byrjaði at fiska hin 7. mai.
Heimasíðan veit eisini at
siga,
at
frystilínuskipið
Klakkur eisini er komin und
an Íslandi. Teir byrjaðu at
fiska hin 28. mars og hava 260
tons av avhøvdaðum fiski,
mest hýsu, toski og longu.
Svartfossur hevur verið á Sandi við búskúrum, sum tunnilsmenn hjá NCC skulu
búgva í. Skúrarnir skulu setast upp á kampingøkinum í Skopun