Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-20, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. mai 2019síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 13. mai 2019 · Nr. 54 TÍÐINDI - Eg meini ikki, at ein og hvør skal kunna búgva í Føroyum, men vil fyrst og fremst hava føroyingar í Føroyum, sigur formaðurin í Stram Kurs, Rasmus Paludan, sum ætlar sær til Føroya í næsta mánað Pætur Hjalmar Evensson pature@sosialurin.fo Hann umtalar seg sjálvan sum frælsisins hermaður, verjin hjá teimum veiku, samfelagsins hirði, danans ljós og vónin hjá Norð­urlondum. Sum stovnari og formaður í víðgongda høgra­flokkinum Stram Kurs hevur Rasmus Paludan sum mál at gera islam forboðið í Dan­mark. Fyri bara heilt fáum mán­að­ um síðani var Rasmus Paludan ein ókendur sakførari, sum førdi seg fram á YouTube, har hann prædikaði um tað islam­ fría Danmark. Men seinastu vikurnar hevur hann veruliga fingið undanvind, og hann er nú á gáttini til Fólkatingið. Hann hevur ferðast runt alt Danmark og hildið sokallað mót­mælistiltøk, har hann sam­an við øðrum viðhaldsfólki hev­ur kastað við halgu bók islams, Koranini, og í fleiri før­ um enntá brent hana. Nú ætlar hann sær til Før­ oya. Bjóðaður til Føroya 26. apríl skipaði Stram Kurs fyri mótmælistiltaki á Brøns­ høj Torv í Keypmannahavn. Á upptøku frá tiltakinum sæst, at ein grønlendingur fær orðið á Rasmus Paludan, og teir báð­ ir enda skjótt í einum kjaki. Tá Paludan finnur út av, at hann er grønlendingur, sigur hann, at hann eisini kempar fyri grøn­lendingar og føroyingar, eins og hann kempar fyri dan­ ir. Paludan leggur síðani aftrat, at hann er í gongd við at leggja eina Føroyaferð til rættis. Sosialurin hevur spurt Ras­ mus Paludan, hvat lá í hesum, og tað vísir seg, at tað var ikki bara leyst tos. - Jú, eg ætli mær til Føroya. Ein føroysk kvinna hevur bjóðað mær at koma á vitjan. Hon hevði ta fatan, at fleiri av teim­um, sum hon kemur sam­ an við, fegin vilja sleppa at tosa politikk við meg í Før­oy­ um. Eg svaraði henni, at tað vil eg sjálvandi fegin, sigur Ras­ mus Paludan. - Føroyingar skilja meg Paludan fortelur, at føroyingar seta seg javnan í samband við hann fyri eitt nú at fortelja honum, at teir taka undir við islamkritiska politikkinum. - Sera nógvir føroyingar siga mær, at teir væl skilja meg. Teir skilja væl og virðiliga, hví eg stríðist fyri, at danir skulu sleppa at vera danir, tí teir vilja eisini hava, at føroyingar skulu sleppa at vera føroyingar í frið. Tí stuðli eg føroyingum í teirra rætti at vera føroyingar uttan ávirkan frá øðrum ment­ anum og trúðarbólkum, sigur Rasmus Paludan. Føroyingar viðmerkja og lata pening Tað er nakað um tað, hann sig­ ur, tí mann skal ikki leita leingi á sosialu miðlunum hjá Stram Kurs fyri at síggja, at áhugin og stuðulin frá føroyingum er til staðar. Undirritaði hevur fylgt eitt sindur við í síðstuni og hevur bæði sæð eggjandi við­merk­ ing­ar frá fleiri við føroyskum nøvnum, og har eru enntá føroy­ingar, ið lata peninga­gáv­ ur til Stram Kurs, meðan flokk­ urin stroymir beinleiðis á You­ Tube. Inni á facebookbólkinum “Føroyingar móti islam” eru fleiri enn túsund limir, og her verður Rasmus Paludan javn­ an róstur upp um skýggini. Ein annar facebookbólkur eitur “Tín politiska meining”, og har stendur Stram Kurs langt fremst í innanhýsis veljara­ kann­ing, har spurt verður, hvønn flokk limirnir høvdu valt á danating, um teir høvdu møgu­leikan. Í skrivandi stung hava 52 atkvøtt Stram Kurs, meðan Venstre liggur nummar tvey við 14 atkvøðum. Stuðulin ávirkar Umstríddi islamkritikarin fegn­ast um stuðulin frá føroy­ ing­um, sum tó er størstur mill­ um føroyingar í Danmark. - Tað hevur nógv at siga fyri meg, at tað eru so nógvir før­ oyingar, sum seta seg í sam­ band við meg. Føroyingar ganga høgt upp í sína egnu ment­an og søgu, og tí skilji eg væl, at nakrir føroyingar eru áhug­aðir í, hvat eg havi at siga. Tað vitnar um, at míni polit­ isku sjónarmið samsvara við tað, sum fleiri føroyingar ynskja, sigur Paludan, sum ikki er serliga áhugaður í lokalum før­oyskum viðurskiftum. - Eg má viðganga, at tað eri eg ikki. Stram Kurs skal undir ong­um umstøðum hava nakr­ an avgerðarrætt í Føroyum, og føroyingar skulu sjálvir av­ greiða síni egnu viðurskifti. Ein og hvør skal ikki búgva í Føroyum Í Føroyum hava vit ikki nakað, sum líkist somu avbjóðingum, sum tey hava í Danmark við­ víkjandi tilflytarum og musl­ im­um annars. Tí kann tað tykj­ ast óneyðugt hjá Paludan at koma hendan vegin. Men tað leggur hann líka í, tí fyri hann snýr tað seg um tað grund­ leggj­andi prinsippið at tryggja mest møguliga eydnu til flest møgu­ligar tjóðfrøðiligar danir. Somu “eydnu” vil hann tryggja føroy­ingum og grønlendingum - men ikki muslimum, sum hann ikki meinar hoyra heima í ríkis­felagsskapinum. - Tað eru nøkur, sum meina, at ein og hvør skal sleppa at búgva hvar sum helst. Har veit eg bara, at tað eru øgiliga fáir før­oyingar, sum meina, at ein og hvør skal kunna sleppa at búgva í Føroyum. Tað er eftir mínari fatan ikki eitt sjón­ar­ mið, sum er væl umtókt í Før­ oy­um, sigur Rasmus Paludan og samanber við Danmark. - Eg havi sama sjónarmið við­víkjandi Danmark. Eg meini ikki, at ein og hvør skal kunna búgva her. Tí meini eg heldur ikki, at ein og hvør skal kunna búgva í Føroyum, men vil fyrst og fremst hava føroyingar í Føroyum. Annars er tað bara at fegnast um, at tit ikki hava trupulleikar av musl­ im­um, og eg hopi ikki, at tað verð­ur aktuelt í framtíðini. Føroyingar líka stillaðir sum danir Paludan er til reiðar til at vinka farvæl til millum 600- 700.000 fólk, sum hann vil senda út úr Danmark. Hann góð­tekur ein lítlan part av útlendingum í Danmark, men for­treytin fyri at vera í Dan­ mark er, at teir skulu vera dansk­ir í sinninum. Hesir út­ lend­ingar skulu liva upp til nøk­ur krøv fyri at blíva ein so­ kall­aður virðismettur fremm­ and­ur - ella “værdsat fremm­ ed”, sum hann kallar tað. Hóast før­oyingar ikki eru beinleiðis danskir í sinninum, so sær Pal­ udan føroyingar á jøvnum føti við danir. - Føroyar eru ein partur av Danmark, og tað vil siga, at ein­hvør føroyingur kann vera í Danmark, so nógv honum lystir, og tí eru føroyingar í somu støðu sum danir. Krim­i­ n­ellir føroyingar skulu eisini hava tað uppá sama máta sum kriminellir danir, sigur hann. - Tit marsjera ikki í gøtunum Rasmus Paludan byrjar at sam­an­bera føroyingar við musl­imar. - Tað hevði verið ein heilt onnur støða, um føroyingar royndu at hertaka onnur lond við sínari trúgv og siðvenjum. Eg havi ongantíð í mínum lívi upplivað, at føroyingar royna at treingja sína mentan inn á danir í Danmark. Eg havi held­ ur ongantíð hoyrt um, at før­ oy­ingar koma til Danmarkar fyri at marsjera í gøtunum og krevja serrættindi til før­oy­ing­ ar og ynskja, at danir skulu broyta sín máta at vera uppá til frama fyri føroyingarnar, sig­ur Rasmus Paludan. Motivatiónsdepil í Grønlandi Eitt av kontroversiellu upp­ skot­unum hjá Rasmus Palud­ an er at seta ein motiva­tións­ depil á stovn í Norður­eyst­ur­- grønlandi, har hann vil senda kriminellar útlend­ingar, sum ikki vilja úr land­inum, fyri at taka frælsis­rætt­indini frá teimum, so teir til síðst sjálvir velja at fara aftur til teirra upp­runaland. Paludan kemur til Føroya: - FØROYINGAR SKILJA MEG Eg stuðli føroyingum í teirra rætti at vera føroyingar uttan ávirkan frá øðrum mentanum og trúðarbólkum