mánadagur 20. mai 2019síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 13. mai 2019 · Nr. 54
TÍÐINDI
- Vit mugu viðurkenna, at
Norðureysturgrønland
er
manntómt, og tað er langt
ímillum
støðini,
har
fólk
búgva. Um tað ikki verður í
Grønlandi, so verður hesin
depilin eitt stað í Danmark,
sigur Rasmus Paludan og ger
greitt, at hann ongar líknandi
ætlanir hevur við Føroyum.
- Tað er fulkomiliga útilokað
í okkara ætlanum at brúka
Føroyar til slíkt, millum annað
tí, at Føroyar reint geografiskt
ikki egna seg til tað. Har er alt
ov tætt bygt í mun til, hvat eg
haldi vera rímiligt.
Vil styrkja bondini millum
Føroyar og Danmark
Men hvat ætlar Rasmus Pal
udan yvirhøvur at fáa burt
urúr Føroyaferðini?
- Eg vóni, at vit kunnu
styrkja bondini millum Dan
mark og Føroyar. Eg vil íð
hvussu er hava føroyingar at
skilja, at tað eru kreftir í Dan
mark, sum arbeiða fyri, at eitt
fólkaslag skal hava loyvi til at
hava sín serstaka dám uttan at
góðtaka, at ein og hvør kemur
og roynir at blanda seg, sigur
hann.
- Fari ikki at brenna nakað
Føroyingar skulu ikki vænta,
at Paludan fer at provokera á
gøtunum, eins og hann hevur
gjørt í Danmark, har hann
hevur rópt spottandi eftir
muslimum og tveitt og brent
Koranina.
- Eg havi avgjørt ikki tonkt
mær at brenna nakað sum
helst. Eg ætli mær bara at tosa
við teir føroyingar, ið ynskja at
hoyra um meg og okkara pol
itikk, og so vil eg svara uppá
teir spurningarnar, sum teir
hava.
Kemur aftaná
fólkatingsvalið
Enn er eingin ávís dagfesting
sett á Føroyaferðina.
- Áðrenn alt eksploderaði
aftaná hin 14. apríl, tá Stram
Kurs av álvara vant uppá seg,
var eg longu í holt við at leggja
mína Føroyaferð til rættis. Nú
er valstríðið so komið mitt í
millum, so eg fái av góðum
grundum ikki komið til Føroya
beint nú. Stram Kurs stillar jú
ikki upp í Føroyum, so tað
hevði verið ógagnligt fyri okk
um at farið til Føroya áðrenn
valið, sigur hann.
Men hann ætlar ikki at bíða
leingi. Vikuskiftið 13.-16. juni
verður árligi Fólkafundurin á
Bornholm, og hann miðar eftir
at koma til Føroya áðrenn tað.
- Eg vóni, at tað verður mill
um valið og fólkafundin á
Bornholm. Men tað er møgu
ligt, at tað verður einaferð
seinni í juni mánað, sigur Ras
mus Paludan.
- Eg haldi tað, eg lovi
Stram Kurs stovnarin og for
maðurin vissar í øllum førum
fyri, at hann kemur til Føroya.
- Eg havi lovað, at eg komi til
Føroya, so tað komi eg. Tá eg
lovi okkurt, so haldi eg tað,
sigur ein avgjørdur Paludan,
sum longu gleðir seg.
- Annars, so havi eg eisini
sera góðan hug at koma til
Føroya. So eg hevði komið,
sjálvt um eg ikki hevði lovað
tað. Eg havi ongantíð verið í
Føroyum fyrr, so tí gangi eg
longu nú og gleði meg. Gott er
at hava gott í væntu, og at
ganga og gleða seg er ein stór
fragd í sær sjálvum, sigur Ras
mus Paludan.
14. apríl bleiv Rasmus Paludan álopin á Blågårds Plads, meðan hann helt eitt mótmælistiltak.
Hetta førdi til ógvusligan ófrið í Keypmannhavn, og síðan tá er uppmerksemið
fyri Stram Kurs bara vaksið (Mynd: Philip Davali / Ritzau Scanpix)
Í apríl varð Paludan dømdur fyri rasismu, tí hann úttalaði seg rasistiskt um afrikanarar. Hann hevur kært dómin (Mynd: Philip Davali / Ritzau Scanpix)