Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-20, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. mai 2019síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 20. mai 2019 · Nr. 57 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TJÓÐVELDIS-BORGARSTJÓRI STUÐLAR TORDI NICLASEN AT KOMA Á TING Borgarstjórin á Eiði, Jógvan í Skorini, hevur boðað frá, at hann ikki stillar upp fyri Tjóðveldi hesaferð og heldur ikki fer at velja flokkin. Nú sigur hann, at hann fer at velja Miðflokkin og heitir á eiðisfólk um at standa saman um at velja Tord Niclasen á ting. Tordur hevur sitið á tingi í 14 ár frá 1984-98. Fyrst fyri Kristiliga Fólkaflokkin, men síðstu fýra árini fyri Miðflokkin. – Vit hava tørv á umboði fyri okkara øki. Vit hava tørv á at fáa eitt umboð í løgtingið at tala okkara sak. Nú hevur Tordur J. Niclasen valt at stilla upp og eg meti avgjørt at hann kundi verðið ein fongur fyri okkum í økinum at fingið á ting, skrivar Jógvan í Skorini á Facebook. Egil Sørensen, vanliga nevndur Egil Storm, bú­sitandi í Hal­dórs­vík, ættaður úr Tórs­havn, andaðist á Lands­sjúkr­ a­hús­i­num hósdagin, 60 ára gamal. Jona Lind Joensen, fødd Sørensen ættað av Viðareiði, andaðist á Boðanesheiminum leygardagin 18. mai, 91 ára gomul. Karl Hansen, fyrr­ver­ andi lærari, Tvøroyri, and­að­ist fríggjakvøldið 17. maj, 75 ára gamal. Regin Jóanesarson, ætt­aður úr Funningi, bú­sitandi í Vestmanna, and­aðist hósdagin 16. Mai, 73 ára gamal. Dánial Thomsen, búsitandi í Klaks­vík, and­aðist á Lands­sjúkr­ a­hús­i­num hósdagin 16. mai, 88 ára gamal. Leivur Egholm, ættaður úr Hvalvík andaðist á Mørkini týsdagin 14. mai, 89 ára gamal. Minnisgáva kann latast Missiónshúsinum í Hvalvík, konta í peningastovnunum. Martin Sonni Jac­ob­ sen, ættaður av Eiði, búsitandi í Tórs­havn andaðist á Boð­a­nes­ heim­i­num týsdagin 14. mai, 90 ára gamal. Minnisgáva kann latast Strandalon á Boðanesheiminum, konta í peninga­ stovn­u­num. Ása Jacobsen, Norðr­ a­gøtu, andaðist á Eyst­ur­oyar ellis -og røkt­ar­heimi mikudagin, 92 ára gomul. Jóhannes Berg, ættaður frá Gøtugjógv, búsitandi í Tórshavn, andaðist í heim­inum týsdagin 14. mai, 89 ára gamal. Ruth Sørensen, fødd Simonsen, ættað av Kirkju, búsitandi í Hvann­asundi, andaðist á Norðoya Ellis- og Vist­ar­heimi mánadagin 13. mai, 92 ára gomul. Martin Joesen úr Mykinesi, búsitandi í Havn, andaðist mán­a­dagin 13. mai, 91 ára gamal. Kári Dann Niclasen, Trong­is­vági, andaðist í heim­i­num sunnudagin 12. mai, 56 ára gamal. Petra Christiana Danielsen, fødd Mikkelsen, ættað úr Gøtu, búsitandi í Havn andaðist á Lágargarði 13. mai, 89 ára gomul. Gunnleyg Jacobsen, fødd Gregersen, úr Syðrugøtu, andaðist sunnudagin 88 ára gomul. ANDLÁT VÆLKOMIÐ LÍTLA BARN Mildred G. Hansen og Jóannis J Hansen, fingu 8. mai eina dóttir. Hon vigaði 3190 g og var 51 cm long. Christian Andre­ asen, advokatur og for­mað­ur í Fót­bólts­sam­ band­i­num, still­ar upp fyri Fólk­a­ flokkin Advokaturin Christian Andre­asen, sum eis­ini er formaður í Fót­bólts­sam­ bandi­num, er nú farin upp í politikk og verður val­evni hjá Fólkaflokkinum bæði til fólkatingsvalið og løg­tings­ val­ið. Hesum boðaði Fólka­ flokk­urin frá í tíðindaskrivi í morg­un. Hóast Christian Andr­e­ asen ikki beinleiðis hevur ver­ið settur í sambandi við pol­itikk, so hevður hann eina fortíð sum blað­mað­ur á mál­ gagn­inum hjá Fólka­flokk­i­ num í vælmaktstíðni hjá Óla Breck­mann í átta­ti­ár­u­num. Christian Andreasen er 59 ára gam­al og hevur í mong ár starv­ast sum advokatur. Fólkaflokkurin skrivar í tíð­ind­a­skri­vinum, at sum ad­vok­atur er Christian Andr­ e­a­sen væl kendur millum manna, m.a. tí hann hevur ført fleiri stór rættarmál og ver­ið sera aktivur innan før­ oyskt vinnulív. Fólkaflokkurin skriv­ar víðari soleiðis í tíð­ind­a­skriv­ inum: »Seinastu 9 áini hevur Christ­i­an Andreasen eisini ver­ið forseti í FSF. Um orsøkina til, at Christ­ ian Andreasen hevur valt at stilla upp, sigur hann yv­ir­ skip­að, at hann vónar at fáa ­ávir­k­að føroyskan politik rætta vegin. – Føroyskur politikkur sein­astu árini hevur ikki ver­ ið positivur. Flestu politisku av­gerðir í týðandi málum verða tiknar við minst møg­ u­lig­um meiriluta, og ofta utt­ an neyðuga viðgerð. – Vit mugu burtur frá hesum hugburði og í stað­in arbeiða fyri breiðum semj­ um í týðandi málum. Ann­ ars heldur lóggávan ikki í longd­ini. Ongar nýskipanir kunnu gerast uttan breiða und­ir­tøku í fólkinum, sigur Christ­ian Andreasen. Víðari sigur nýggja val­ evn­ið hjá Fólkaflokkinum, at skeiva gongdin innan mong øki­r, m.a. figgar-, vinnu-, ser­ l­iga fiskvinnu-, heilsu- og bygg­i­mál eru serlig orsøk til, at hann hevur tikið avgerð um, at bjóða seg fram í pol­ itikki. – Her mugu broytingar ger­ast beinanvegin, und­ir­ stri­k­ar hann. Viðvíkjandi fólka­tings­ val­i­num, sigur Christian Andr­e­asen, at um hann fær eitt gott fólkatingsval, fer tað eis­ini at eggja til at stilla upp til løgtingsvalið. – Tað er sjálvandi í Løg­ tingi­num, at mest týðandi av­gerð­irnar verða tiknar. – Men fólkatingsvalið hev­ur eisini stóran týdning. Vinn­ur Fólkaflokkurin fólka­ tings­val­ið, fer flokkurin eis­ ini at standa seg væl á kom­ andi løgtingsvali. Christian Andreasen held­ur at á Fólkatingi hava Før­oy­ar brúk fyri eini sann­ føra­ndi føroyskari rødd, sum á virð­i­ligan hátt umboðar Før­oyar. – Eitt umboð, sum hevur før­leika at seta Føroyar í fok­ us í málum, sum viðvikja før­ oy­ing­um. – Viðurskiftini millum Før­oyar og Danmark eru týð­andi. Viðvíkjandi spurn­ing­i­ num, hvat ein fólka­tings­ sess­ur kann brúkast til, sigur Christ­ian Andreasen millum ann­að, at tað hevur stóran tydn­ing fyri Føroyar at fáa av­klár­að, hvørjir møguleikar okk­ara ríkisfelagsskapur gev­ur, herundir um tað ber til hjá Føroyum at gerast eitt sjálv­støð­ugt, viðurkent land, hó­ast vit framvegis eru inn­ an fyri danska kongaríki. - Verandi kjak um loysing ella samband ber í løtuni onga leið. Tí eiga vit at kanna aðrar møguleikar fyri at vita, um ein millumvegur finst. Vit mugu arbeiða fyri, at Føroyar fáa altjóða við­ur­ kenn­ing. - Vit eiga tí at kanna, um hetta kann gerast, hóast Før­oyar framhaldandi eru partur av danska kong­a­rík­ i­num. – Tað hevur týdning, at Før­oy­ar fáa limaskap í ST. Ein slikur limaskapur hevði eis­ini gjørt tað møguligt hjá Før­oy­um at fingið limaskap í al­tjóða felagsskapum, Norð­ ur­land­a­ráðnum og altjóða ol­ ymp­isku nevndini. Áheitanin og vónin hjá Christ­ian Andreasen er tí, at fólka­floksveljarar standa sam­an og fara á val. – Um fólkafloksveljarar ikki hesaferð standa saman, fer rúm tíð at ganga, til flokk­ ur­in aftur kemur til valdið. – Tað tænir okkum til lítl­ an sóma, at føroyingar aft­ur senda tvey vinstrahall um­ boð á Christiansborg. – Tað hevur ongantíð áð­ur verið størri tørvur á broyt­ ing­um til bæði fólka­tings­ val­ið og løgtingsvalið, sigur Christ­ian Andreasen, valevni hjá Fólk­a­flokkinum.« Advokatur og fót­bólts­ bossur ætlar sær á Løgting Frá tíðindafundi í Miðlahúsinum 17. januar í 2014 um tollmálið hjá Jørgen Niclasen, formanni Fólkafloksins. Christian Andreasen hjálpti Jørgeni Niclasen sum verji í málinum. Nú stríðast teir aftur lið um lið um at vinna Fólkaflokkinum sæti aftur í Fólkatinginum og um at styrkja F'ólkaflokkin á løgtingsvalinum, sum verður 31. auguast