Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-20, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. mai 2019síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 13. mai 2019 · Nr. 54 TÍÐINDI - Dalsvegurin liggur í brattlendi; hann er smalur, her er ringt sýni og eisini er vandi fyri omanlopi. Umstøðurnar eru tískil ikki tær bestu at koyra eftir. Mín ábyrgd er at tryggja Føroya fólki, at tey kunnu ferðast trygt og ómakaleyst, segði Heðin Mortensen í Húsavík hósdagin Vilmund Jacobsen Í góðveðrinum seinnapartin hós­dagin varð haki settur í fyri nýggju farleiðini millum Húsa­ vík og Dal. Hetta hendi, tá landsstýris­ mað­urin í samferðslumálum, Heð­in Mortensen, loysti fyrsta flagið fyri nýggja vegnum til tunnils­munnan húsa­víkar­ meg­in. Almenna tiltakið savnaði um hálvtannaðhundrað fólk á Húsa­víkarvegnum, har nýggi veg­urin til tunnilsmunnan eft­ ir ætlan skal byrja. Árant Andriasson, virkandi stjóri á Landsverki, legði vegna byggiharran fyri við at bjóða øllum vælkomin til hátíðar­løt­ una. Hann fegnaðist um, at tað umsíðir er komið hartil, at sjøt­ ul nú kann setast á hesa leingi eftirlýstu verkætlan við einari nýggjari farleið millum Húsa­ vík og Dal. Arbeiðið fer at byrja longu í hesi vikuni, tá økið verður hegnað av, og maskinurnar verða fluttar í Sandoynna. - Fyrst verður farið undir at gera arbeiðsvegin til tunnils­ munn­an, áðrenn farið verður at bora sjálvan tunnilin, segði Árant Andriasson, virkandi stjóri í Landsverki. Trygdin skal í hásæti Heðin Mortensen, landsstýris­ maður í samferðslumálum, vísti á, at Dalsvegurin, sum hev­ur hildið í ein heilan mans­ ald­ur, skjótt fer í søguna. - Vegurin liggur í brattlendi; hann er smalur, her er ringt sýni og eisini er vandi fyri oman­lopi. Umstøðurnar eru tí­ skil ikki tær bestu at koyra eftir. Sum landsstýrismaður í sam­ferðslumálum hevur Heð­ in Mortensen ábyrgd og skyldu at tryggja Føroya fólki, at tey kunnu ferðast trygt og ómaka­leyst á okkara grønu oyggj­um, sum hann tók til. - Eins og tað stendur í end­ ur­skoðaðu ferðslu­trygdar­ætl­ an­ini er neyðugt við einum góð­um vegakervi fyri, at trygd­in er í hásæti. Og tað er eis­ini hetta, sum er orsøkin til, at Dalstunnilin nú verður gjørd­ur. Heðin Mortensen segði, at Dalstunnilin snøgt sagt er neyð­ugur. - Eg ynski fólki her í Húsa­ vík, Dali og sandoyingum sum heild og øllum Føroya fólki til­ lukku við byrjanini av hesi stóru verkætlan, sum fer at gagna Føroya landi, segði Heð­ in Mortensen millum annað. Eftir røðuna hjá lands­ stýris­manninum, varð gjørt klárt til at loysa fyrsta flagið við einum haka, sum Bødvar Hjart­varsson í Dali hevur gjørt, og sum bygdahúsið í Dali fekk til ognar eftir tiltakið. Spennandi framtíð Sum vera mann var eisini frøi á borgarstjóranum í Húsavíkar kommunu, Brynhild Sørensen, tá hon lýsti týdningin av eini betri farleið fyri borgarar í Húsa­víkar kommunu. - Vit í Sandoynni hóma eina spenn­andi framtíð fyri oynna. Hakin er nú settur í fyri Dals­ tunl­inum, skotið er fyri Sand­ oyartunlinum, so um fá ár verð­ur koyrandi til meginøkið. Hon helt, at alt, sum tóktist so veruleikafjart, tykist nú at vera veruleiki, segði Brynhild Sør­ensen. Tá borgarstjórin hevði hildið sína røðu, bjóðaði hon vegna Húsavíkar kommunu og Landsverk til ein kaffimunn og lætt ábit í Sólarris. Í bygdarhúsinum var hýr­ur­ in eisini góður við felagssangi og fleiri røðum. Tað var ein sangur um Dals­ vegin, sum Jónleif Johannesen, løgtingsmaður, hevur yrkt, ið varð sungin. Mong fegnaðust saman við fólki í Húsavíkar kommunu Eini 150 fólk vóru til hátíðarhaldið í Húsavík, tá fyrsta flagið til tunnilsvegin varð loyst Húsavíkar kommuna og Landsverk bjóðaðu til drekkamunn við góðum føroyskum viðskera