mánadagur 20. mai 2019síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 13. mai 2019 · Nr. 54
TÍÐINDI
Nú hóma
vit eina
spennandi
framtíð
- Dalstunnilin fer at knýta bygdirnar
enn tættari saman við einari
tryggari farleið, sum er avgerandi
fyri lívi og framburði í økinum, sigur
borgarstjórin í Húsavíkar kommunu
Vilmund Jacobsen
Tað var ein fegin borgarstjóri,
Brynhild Sørensen, sum við
hátíðarhaldið í Húsavík hós
dagin segði nøkur orð, eftir at
landsstýrismaðurin í samferðslu
málum,
Heðin
Mortensen,
hevði loyst tey fyrstu tvey
fløgini til vegin, sum skal ger
ast niðan til lendið, har nýggi
Dalstunnilin byrjar Húsavík
armegin.
- Hetta er ein stórur dagur
fyri okkum øll, men serliga fyri
tykkum, sum búgva í Dali og
fyri tey, sum javnan brúka
hesa farleið. Tað er ilt at spáa
um framtíðina, men tað er
einki at ivast í, at tað er gott og
týdningarmikið fyri Føroyar,
at tey smáu plássini fáa gott
samband - og trygga farleið,
segði hon.
Lív og framburður
Borgarstjórin ásannaði, at ver
andi farleið til Dals er alt
annað enn trygg og tíðarhósk
andi.
- Dalstunnilin fer at knýta
bygdirnar enn tættari saman
við einari tryggari farleið, sum
er avgerandi fyri lívi og fram
burði í økinum. Tunnilin fer at
hava eina jaliga ávirkan á tað
fólk, sum ynskir at búgva her.
Brynhild Sørensen segði, at
fólk í Sandoynni hóma eina
spennandi framtíð fyri oynna.
- Nú er so hakin settur í fyri
Dalstunlinum, og skotið er fyri
Sandoyartunlinum. So, um fá
ár verður koyrandi til megin
økið.
Nú er tað veruleiki
Borgarstjórin vísti á, at tá
Sandoyartunnilin verður lið
ugur, fer at bera til at búgva á
bygd og hava spennandi starv
aðrastaðni umframt atgongd
til teir møguleikar, sum flest
onnur í Føroyum hava - og
sum livihátturin og dagsins
samfelag krevja.
- Alt tað, sum tóktist so
veruleikafjart, tykist nú verða
veruleiki! Jú, vit í Sandoynni
vænta betri møguleikar, bæði
innan vinnu og trivnað, legði
hon aftrat.
Brynhild Sørensen takkaði
vegna kommunustýrið eisini
landsins myndugleikum fyri,
at Dalstunnilin nú verður
veruleiki.
- Vit vilja eisini takka Lands
verki fyri leypandi kunning
um verkætlanina. Vit takka
eisini fyri, at Landsverk av
trygdarávum helst fast um, at
neyðugt var at fara undir Dals
tunnilin sum skjótast.
Ynskti bestu eydnu
Hon segði seg vóna, at tað ikki
fer at taka alt ov langa tíð, áðr
enn Dalstunnilin verður skot
in ígjøgnum, sum hon tók til.
- Vit ynskja tykkum, sum
skulu
gera
arbeiðið,
góða
eydnu við tí verki, sum nú
verður farið undir - at tað má
gangast tykkum væl.
Tá Brynhild Sørensen vegna
Húsavíkar kommunu var liðug
við sína røðu, bjóðaði hon øll
um teimum mongu, sum vóru
til hugaliga og hátíðarliga til
takið í Húsavík, vælkomin til
ein drekkamunn í Sólarris.
Løtan í Húsavík hósdagin
varð hildin í besta veðri.
Fólk eru bjartskygd
Her var ógvuliga gott lag, og
fólk í økinum og Sandoynni
sum heild eru bjartskygd, nú
so stórar samferðsluútbygg
ingar, sum Sandoyartunnil og
nú eisini Dalstunnil fara í
gongd í oynni fyrsta dagin.
Jú, í Sandoynni grør so
sanniliga um gangandi fót í
hesum tíðum!
Bødvar gjørdi hakan til hátíðarløtuna
- Eg havi ikki gjørt ein haka áður, sigur snikkarin
Vilmund Jacobsen
Tað er Bødvar Hjartvarsson,
sum eigur og rekur Snikkara
kjallaran í Dali, sum hevur
gjørt hakan, ið Heðin Morten
sen, landsstýrismaður í sam
ferðslumálum, brúkti til at
loysa fløgini við á hátíðarhald
inum í Húsavík.
Fríðrik Heinesen, verkfrøð
ingur hjá Landsverki, sum
verður
verkætlanarleiðari
í
samband við Dalstunnilin, var
eftir hakanum í Dali, og tá
segði
Bødvar
Hjartvarsson
nakað soleiðis við KvF:
- Eg havi ikki gjørt haka
fyrr. Eg lánti ein haka frá ein
um mammubeiggja hjá konu
míni, og skaftið á hesum hak
anum er gjørt eftir honum.
Grevið er gjørt í smiðjuni á
Trøllanesi. Har høvdu tey ikki
gjørt eitt slíkt grev áður.
Á Trøllanesi áttu tey skabi
lón – ella formin - av onkrum
gomlum haka.
Við
hátíðarhaldið
loysti
landsstýrismaðurin,
Heðin
Mortensen, tvey fløg, ið hann
líka sum skar í einum – og síð
an skar tey sundur og loysti
tey hvør sær. Fyrra flagið var
til heiðurs fyri Dali – og hitt
seinna til heiðurs fyri Húsavík.
Hakin, sum Heðin Morten
sen, landsstýrismaður í sam
ferðslumálum, loysti fløgini
við, verður verandi í Dali sum
eitt minni um hesa hátíðarligu
og søguligu løtu, og hann kem
ur at hanga í bygdahúsinum í
bygdini.
Hakin lá væl í hondunum á landsstýrismanninum
- Alt tað, sum tóktist so veruleikafjart, tykist nú verða veruleiki, segði Brynhild Sørensen, borgarstjóri