Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-20, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. mai 2019síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 13. mai 2019 · Nr. 54 TÍÐINDI Sjálvsavgerðarrættur ovast á dagsskránni Tjóðveldi fer eftir at fáa danskar myndugleikar at viðurkenna føroyska sjálvsavgerðarrættin Árni Gregersen Fólkatingsvalið 5.juni hevur fingið føroysku flokkarnar at kynda undir valketlarnar, sjálvt um ikki fullur dampur verð­ur á, fyrr enn stríðið til løg­tingsvalið byrjar. -Vit hava gjørt av at stilla upp, tí vit halda tað er um­ ráðandi við einari føroyskari, fræls­ari rødd á Fólkatingi, sig­ ur Høgni Hoydal, formaður í tjóðveldi og valevni til Fólka­ tingi. Flokkurin var tann fyrsti, sum bjóðaði inn til fund, har tey løgdu fram, hvat tey vilja gera, fáa tey umboð á Fólka­ ting. -Hetta fólkatingsvalið er av­ gerandi í mun til løgtingsvalið, sum verður seinni í summar. Vit eru komin so langt á sjálv­ bjargnisleið at vit kunnu ger­ ast eitt sjálvstøðugt land, segði formaðurin í Tjóðveldi. Hann vísti á, at nú eru bert eini fimm-seks mál eftir at yvirtaka. Talan eru um onkur mál rundan um løgreglu og rætt­arskipan, fult ræði á útlend­ingamálum, uttt­anríkis­ mál og vverjumál. Høgni Hoydal legði eisini dent á, hvussu nógv virðið á blokk­inum er minkað. Í dag koma bert tríggjar krónur av hvørj­um 100 í BTÚ frá danska blokkinum. -Vit hava ongantíð verið nærri fullveldinum enn vit eru tað í dag, segði Høgni Hoydal. Avgerðirnar í Føroyum Tjóðveldisflokkurin leggur stóran dent á, at allar avgerðir viðvíkjandi Føroyum eiga at verða tiknar her á landi. Flokkurin hevur ongar ætl­ anir at draga føroyskan polit­ ikk niður á Christiansborg – uttan sjálvandi snýr seg um við­urskiftini millum Føroyar og Danmark. Higartil hava Føroyar gjøgn­um nógv ár sjálvi ført sam­ráðingar um fiskivinnu beinleiðis við onnur lond. -Men síðan Brexit kom á dags­skránna eru danskir myndug­ leikar farnir at tátta eitt sindur í, so vit helst ikki suv­erent sleppa at føra hesar sam­ ráðingar, sigur Høgni Hoy­dal, sum sjálvur hevur merkt hetta, sum landsstýrismaður við fiski­vinnumálum. -Tey royna at gera ES sterk­ ari og tey siga eisini, at tá ið vit gera avtalur, so skal tað góð­ kennast av DFG – Danmark, Føroyum og Grønlandi. Hetta er sjálvandi, tí at danskri fiski­ menn missa nógv rættindi, fer Bretland úr ES, sigur Høgni Hoydal. Sjálvsavgerðarrætturin Ein spurningur, sum fleiri ferðir hevur verið á bredd­ anum hesi seinastu fýra árini, er um Danmark hevur við­ur­ kent, at Føroyar hava sjálvs­av­ gerð­arrættin at velja um vit taka loysing. Tað er nú staðfest, at hesin rættur og viðurkenningin av hon­um onganíð er fráboðaður ST. -Fyri okkum er tað ikki nóg mikið, at danskir forsætis­ráð­ harr­ar hava sagt, at sjálvandi fara danskri myndugleikar at góð­kenna rættin. At forsætis­ ráðharrar hava sgt so, bindir ikki Danmark á nakran hátt, sigur Høgni Hoydal. Sjálvsavgerðarrætturin er avgerandi fyri um onnur lond góð­kenna eina føroyska loys­ ing. Sum er hongur hetta sam­ an við um Danmark ger tað, og kann fáa álvarsligar avleið­ing­ ar. -Tí er tað vit hava sett okk­ um fyri, at hetta er eitt mál, sum vit fara at raðfesta høgt fyri at fáa loyst, segði for­ maðurin í Tjóðveldio. -Vit vilja fegin samstarv við Dan­mark , men á javnbjóðis føti – ja, vit vilja hava eitt vina­ samband við Danmark, legði Høgni Hoydal afturat. Hesi stilla upp fyri Tjóðveldi: Óluva Klettskarð Annita á Fríðriksmørk Magni Arge Kristina Háfoss Ingolf S. Olsen Hervør Pálsdóttir Poul Esper Hansen Pauli Trond Peetersen Sirið Stenberg Høgni Hoydal Katrin Kallsberg Bjørt Samuelsen