Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-20, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. mai 2019síða 11

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 13. mai 2019 · Nr. 54 TÍÐINDI -Vit hava skapt umtalu í hesum valskeiðinum Mani Arge hevur umboðað Tóðveldi á Fólkatingi í hesum valskeiðnum Árni Gregersen -At røðarapallurin í Fólkating­ inum kann brúkast til at skapa kajak um viðurskiftini millum Føroyar og Danmark og seta Føroyar á heimskortið heldur Magni Arge sást væl í hesum vælskeiðnum. Hann sigur at hann hevuyr brúkt ein stóran part av sínari arbeiðstíð at gera Føroyar sjónligar, bæði í Fólkating­in­u­m, men eisini í altjóða rúm­in­um. Stríðið í Katalonia fekk al­ mikla umrøðu og serliga tá ið mest framstandandi loysing­ armaðurin í Katalonia bæði vitjaði í Fólkatinginum og tá ið hann vitjaði í Føroyum Hetta var eitt rættuliga gott høvi at varpa ljós á sjálvs­av­ gerðarrættin, sum danir altso ikki alment hava viðurkent at vit hava, sigur Magni Arge. Hann hevur eisini sjálvur verið virkin íu at gera heims­ málini hjá ST kend – eisini í Før­oyum. Hetta ætla tey Tjóðveldi hevur í síni hugsjón eina ætlan um at loysa frá Føroyum, sum skjótast og tey halda, at ongantíð áður hava møgu­leikarnir verið sum nú. Katrin Kallsberg stillar fyri fyrstu ferð upp til Fólkatingið, men hon heldur tað er neyð­ ugt, tí vit mugu hava eina frælsa rødd á Fólkatingi. -Vit mugu verja okkara sjón­ armið og verða røddin, sum kann siga hvat er rætt og hvat er skeivt í mun til Føroyar, segði hon FÓLKATINGSVAL er lýst at verða hósdagin 5 juni 2019 Atkvøðugreiðslan fer fram á vanligu valstøðunum í Runavíkar kommunu og byrjar kl. 09.00 fyrrapart og heldur fram til kl.20.00 – ella so leingi veljarar møta uttan steðg. Brævatkvøður Veljarar í Runavíkar kommunu, ið sambært vallógini lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu atkvøða á býráðsskrivstovuni í avgreiðslutíðini til og við 3. juni 2019. Tey, ið vegna sjúku ikki eru før fyri at koma á valstaðið, kunnu boða kommunuskrivstovuni frá á tlf. 417000 í seinasta lagi 03. juni 2019 kl. 12.00. Valkort Við hesum verður gjørt kunnugt, at til fólkatingsvalið, ið skal fara fram 5. juni 2019, verða valkort send øllum veljarum í kommununi. Um onkur, ið heldur seg hava atkvøðurætt, ikki hevur fingið valkort, ella okkurt annað er komið skeivt fyri, skal verða sagt býráðsskrivstovuni ( tlf. 417000) frá í seinasta lagi 03. juni 2019. Saltangará, 15. Mai 2019 Runavíkar býráð.