mánadagur 20. mai 2019síða 12
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 20. mai 2019 · Nr. 57
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Orkumyndugleikin
Orka á Umhvørvis
stovuni, hevur nú
verið alment frammi
og vart sína støðu í
samband við útboð av
vindmyllulund á Gell
ingarkletti
Bjørn á Heygum
Jarðaeigarin avgerð útboðið! Alt
gongur fyri seg júst eftir bókini –
verður sagt!
Sjálvt um grundleggjandi og av
gerandi kjarnin í elveitingarlógini,
um at tryggja brúkaranum bíligan
streym við veruligari kapping, á
jøvnum føti millum fleiri veitarar
uppá “sama loyvi” til framleiðslu av
vindorku, við hesum verður skúg
vað væl og virðiliga til viks, so held
ur Umhvørvisstovan fast við, at onki
skeivt er farið fram í málinum.
Ekslusivavtalan hjá Spf. Vindrøkt
við Sigert Patursson er eftir øllum at
døma leisturin fyri vindmylluútboð
í Føroyum í framtíðini.
Sami leistur verður harvið mest
sannlíkt eisini brúktur til øll onnur
vindmylluútboð í landinum!
Avgerandi fyri útboðið hjá orku
myndugleikanum sýnist sostatt vera,
at einstaki tilboðsgevarin fyrst og
fremst hevur eina seravtalu við tann
til eina og hvørja tíð verandi jarða
eigara – ella í hesum føri festaran av
landsjørð – almennari jørð – sum allir
føroyingar eiga - so er tað sagt!
Av góðum grundum verður tað al
tíð bert ein - og bert ein – áhugaður,
sum ger avtalur um sama lendi, - og
ikki fleiri!
Harvið hevur orkumyndugleikin
heilt eyðsæð effektivt útihýst al
neyðugu kappingini, sum lógin legg
ur upp til - fyri at útvega brúkaru
num bíligari streym!
Ætlan og endamál við el
veitingarlógini verður
skúgvað til viks
Tá ið tað í lógini stendur, at tað er
landsstýrismaðurin - ella í hesum
føri orkumyndugleikin, - sum metir
um hvørt umstøðurnar tala fyri, ella
ikki tala fyri, um ein umsókn eigur at
verða viðgjørd, so stendur fast, at tað
er upp til orkumyndugleikan sjálvan
at seta neyðugu treytirnar og krøvini
fyri umsóknirnar av framtíðar vind
mylluútbyggingum í Føroyum.
Orkumyndugleikin kundi tískil –
um hann vildi - frammanundan sett
sum eitt ófrávíkiligt krav, at skal ein
umsókn í heila tikið koma til við
gerðar, so er tað ein avgerandi treyt,
at aðrir eisini sleppa at bjóða upp á
bókstaviliga “sama loyvi”. Lógin sjálv
brúkar bert orðingina “sama loyvið”,
og henda orðing kann í hesum
samanhangi ikki vera annað enn
bæði sama orka og sama staðseting,
tá talan annars av góðum grundum
ikki kann vera um sambæriligar
prísir í eini opnari kapping millum
fleiri tilboðsgevarar!
Undanførslan hjá Umhvørvis
stovuni fyri at blanda “perur og
bananir” saman í hesum útboði, av
framtíðar grønu orkuni í Føroyum,
er so løgið tað ljóðar, at sama loyvi
í teirra hugaheimi ikki er sama
staðseting, men bara sama orku
nøgd. Staðsetingin, sum í veru
leikanum hevur so ómetaliga stóran
týdning fyri at varðveita eina reella
og javnbjóðis kapping, uppá jøvn
kor, verður harvið ógvuliga arro
gant skúgvað til viks, vísandi til eina
viðmerking í lógini, har tað stendur,
at tá ein umsókn kemur inn, skal
landsstýrismaðurin gera av, at onn
ur áhuga eisini kunnu søkja um loyvi
á “sama stað” ella á “øðrum stað”.
Elorkuprísur eftir meting?
T.v.s. at sleppa áhugaðir ikki at bjóða
á “sama stað”, ja- so kunnu teir bara
bjóða á “øðrum stað” – og sleppa teir
ikki eingang tað, tí onnur øki ikki eru
tøk, - so sleppa teir als ikki at bjóða,
við tí úrsliti, at vit hava bert eittans
boð, sum Orkumyndugleikin so skal
taka støðu til!
Og – tá nú orkumyndugleikin bert
hevur eitt boð – hvat ger hann so? Jú,
sambært útsagnir som komnar eru
higartil, so ætla teir sær at gita seg
fram til, um hetta “kappingarleysa”
tilboð - nú er “kappingarført” – so løgi
tað ljóðar!
Í tí samanhangi siga teir seg at
hava sokallaðar góðar “indikatorar”
fyri kappingarførar prísir, nú tað
eru “lendismonopol við eksklusiv
avtalum”, sum eftir øllum at døma
verða avgerandi fyri hvør kann leggja
boð inn uppá “grønu framtíðina” til
Umhvørvisstovuna.
Teir fara so at samanbera núv
erandi tilboð frá Vindrøkt við áður
innkomin tilboð, t.d. í Húshaga
num og í Porkeri, sum síðan verða
vigað fyri og ímóti, til antin svartur
ella hvítur roykur kemur upp úr
skorsteininum á Umhvørvisstovuni!
Allir partar koma so at sita eftir
við einum sera ringum smakki í
munninum! Umhvørvisstovan ánar
nevniliga í veruleikanum ikki hvat
reelli kostnaðurin er fyri eitt útboð
á Gellingarkletti. Úrslitið verður
sostatt, at Umhvørvisstovan antin
kemur at taka av tilboðnum, ella
vísa tilboðið frá sær – uttan at kenna
veruliga marknaðarprísin!
Aðalmálið í elveitingarlógini, um
frælsa javnbjóðis kapping fyri at
tryggja føroyska brúkaranum bíligari
streym, verður hervið fullkomuliga
jarðlagt – ongin ivi um tað!
Endamálið við
elveitingarlógini slept!
Sjálvt um ætlanin við elveitingar
lógini um fría og javnbjóðis kapp
ing í samband við veitan av loyvi
til framleiðslu av vindorku nærum
stendur meitlað í stein, og harvið
burdi og átti at verið fylgd treyta
leyst í samband við alla útbjóðing av
slíkari elorku í Føroyum, so má stað
festast, at Umhvørvisstovan, við nú
verandi útbjóðingartreytum, positiv
hevur valt at síggja burtur frá hesum
aðalmáli.
Við síni góðkenning av einstøk
um undirhondsavtalum við jarð
aeigarar og festarar, hevur orku
myndugleikin reelt útihýst tað alt
avgerandi kappingarelementið, sum
lógin leggur upp til til tess at tryggja
brúkaranum bíligan streym.
Hetta inniber í stuttum, at kapp
ingin hereftir ikki so nógv fer at
snúgva seg um kapping um at bjóða
føroyska brúkaranum lágar elprísir.
Heldur fer kappingin nú at snúgva
seg um at umganga kapping. Hetta
verður so, eftir uppskrift frá Gell
ingarkletti, gjørt við at komandi út
bjóðarar av vindorklu fara at royna
at leggja hald á best egnaðu lendini í
landinum til endamálið, - fyri harvið
halda aðrar uttanfyri útboðið!
Leysasøgur eru longu farnar
at ganga um, at oljufelagið Magn -
(íslendingar) - nú ætlar at tryggja
sær seravtalur um lendi í Sandoynni
fyri eitt komandi útboð har í øki
num. Hetta verður sjálvsagt gjørt
eftir somu uppskrift, sum nýtt eru á
Gellingarkletti, har oljufelagið Effo,
sum medeigari av Vindrøkt, hevur
megnað, at gjørt tað bragd, at sleppa
sær undan tað fyri ein og hvønn
útbjóðara “skaðiligu” kappingina um
streym til føroysku elbrúkararnar.
Vinnan er nom og effektiv tá ið
tað snýr seg um at troyta slíkar ser
sømdir har tær vísa seg – ongin ivi
um tað!
Soleiðis verða tað alskyns kreativ
ar avtalur um jarðarrættindini, sum
hereftir verða avgerandi fyri hvør
nú fer at sleppa framat, og harvið
hoyra til tey útvaldu kapitaláhuga
málini, sum kunnu loyva sær at geva
føroyingum tilboð upp á “bíligan
streym”.
Kommunali felagsskapurin SEV
verður av góðum grundum hild
in uttanfyri, tá tað illa ber til hjá
eini kommunalari fyritøku at gera
loyniligar seravtalur, har almenning
urin ikki kann fáa innlit.
Eigararnir av Spf. Vindrøkt kunnu
sostatt bara frøast, - orkumyndug
leikin spælir við uppá teirra treytir
– so her gongur fyribils alt sum eftir
ánni !
Vindrøkt vunnið fyrstu
leikirnar í talvinum!
Vit mugu hervið reelt staðfesta,
at Spf. Vindrøkt hevur vunnið
fyrsta leikin í talvinum ímóti før
oyska brúkaranum um at fáa tann
fyri ein privatan íleggjara óhoyrda
fyrimun, at sleppa at bjóða uppá eina
verkætlan uttan kappingarneytar.
Endamálið við at gera eina undir
hondsavtalu við Sigert Patursson, og
harvið forða øðrum at sleppa fram
at at bjóða uppá hesi 18 MW, á sama
stað, sær sostatt út til at fara og bera
frukt!
Hættaði Spf. Vindrøkt sær undir
eina vanliga kapping, uppá javnbjóð
is kor – so var jú ongin orsøk til at
gera eina slíka seravtalu, og haraft
urat at rinda stórar eykaupphæddir
í jarðarleigu til festaran fyri lendi, -
sum hesin væl at merkja onki eigur
í, men sum tað almenna vælsignar,
vísandi til eina elligamla tilsøgn frá
2003, sum skal eitast ikki at kunna
takast aftur, men tvørturímóti vara
inn í ævinleikan!
Ekslusivavtalur er loysnin!
Eyðsæð er, at eksklusiva avtalan er
gjørd, og munandi eykaútreiðslur til
festaran verða goldnar - bert tí tað
loysir seg fyri Spf. Vindrøkt!
Og hví loysir tað seg, - jú einans
tí Vindrøkt á henda hátt kann bjóða
fram ein prís, sum ikki hevði verið
møguligur í javnari kapping við aðrar
- onnur grund er væl saktans ikki fyri
at handla soleiðis, sum her er gjørt!
Tá frí kapping pr. definitión al
tíð skerjir profittin hjá eini privat
ari kapitalfyritøku til ein sokallaðan
normalan vinning, eru hesar somu
fyritøkur altíð til reiðar at ofra nógv,
og eisini rinda munandi upphæddir
fyri at sleppa sær undan hesi somu
kapping.
Bert á henda hátt kann fyritøk
an skapa sær eina monopolstøðu á
marknaðinum, og harvið fáa møgu
leikan til at hækka tilboðið til væl
omanfyri normalan marknaðarprís.
Hetta er uppskriftin uppá hvussu
eitt eyka avkast verður skapt til
kapitaleigararnar – nakað sum pri
vata fyritøkan er fullvitandi um, tá
hon handlar!
Bert við at umganga reella kapp
ing á jøvnum føti kann Spf. Vind
røkt sostatt náa tí máli, sum er
hornasteinurin undir hesi seravtalu,
nevniliga ein eyka vinning, sum ikki
er gjørligur at náa uppá vanligar
kappingartreytir!
Og hvør fær eykarokningina? -
Jú, tað er eyðvitað vanligi føroyski
elbrúkarin!
Kann sleppast undan
monopolistiskum tilboðum?
Jú, - tað ber væl til, bert tað ikki vald
aði slíkt apati og atgerðarloysi hjá
politiska myndug-leikanum!
Fyrst av øllum kundi, sum áður
nevnt, verið sett sum eitt absolut
krav, at allir áhugaðir tilboðsgevar
ar upp á nýggjar vindmyllur sluppu
framat egnaða lendinum, um hetta
lendið í heila tikið skuldi verið við í
útbjóðingini.
Harvið varð læst av fyri lukr
ativum ekslusivavtalum við jarð
aeigararnar eina ferð med alla,
samstundis sum tað so týðandi kapp
ingarelementið, sum skal tryggja
brúkarunum bíligan streym, varð
varðveitt!
Næsti møguleikin er, at tað al
menna, t.v.s. elbrúkarin, sum eigari av
nærum helminginum – 50 %´um - av
allari jørð í Føroyum, stutt og greitt
bjóðaði útvald øki út til endamál
ið - uppá javnbjóðis treytir fyri allar
áhugaðar.
Harvið kundi broddurin beinan
vegin verið tikin av ósunnu og skað
iligu spekulatiónini í jørð til “grønu
framtíðina” fyri brúkarans rokning!
Triðji møguleikin er als ikki tikin
upp á tungu nakrastaðni, og tað er
sjálvsagt ognartøka av lendi til enda
málið, sum lógin positivt heimilar, jfr.
Løgtingslóg nr. 134 frá 10. juni 1993 um
sterkstreymsútbúnað § 19 stk. 1.
Veruligi missurin hjá eigarunum
er í útgangsstøðinum ongin, tá teir
altíð verða hildnir skaðaleysir, og
sambært lógini fáa fult endurgjald
fyri tað teir hava mist.
Feilir verða vardir av
berum stoltleika
Størsti trupulleikin í hesum sam
anhangi er vælsaktans tann, at eitt
mistak hjá orkumyndugleikanum
eftir øllum at døma nú rættvísger, at
gjørd verða onnur og fleiri mistøk í
samband við bæði verandi og kom
andi vindmylluútboð í Føroyum.
Orkumyndugleikin fæst nevn
iliga treyðugt til at viðurkenna, at
her er gjørdur ein sera álvarsamur
feilur í útbjóðingini, sum fullkomu
liga skeiklar allar fyritreytir fyri eini
javnbjóðis og sunnari kapping uppá
framtíðar vindorkuútbyggingina her
á landi.
Ein viðurkenning av einum mis
taki, er altíð eitt niðurlag, og tap
av “prestigu”fyri tann, sum hevur
ábyrgdina, - hetta óheft av hvussu
eyðsýnd og rímulig ein slík ásannan
kann vera.
Fyri ikki at missa andlit kann
tað tískil gerast umráðandi hjá
Umhvørvisstovuni at verja – eisini
blóðskeivar avgerðir!
Einasti veruligi møguleiki fyri
at endurskoða hesi viðurskifti er
sostatt, at landsstýrið, sum hægsti
myndugleiki,
sker
ígjøgnum
og
krevur, at útboðið av vindmyllum
nú verður gjørt uppá normalar og
javnbjóðis kappingartreytir, og ikki
grundað á jarðarspekulatión og lend
ismonopol!
»Grøna framtíðin« á vandakós
Tíðargreinin verður skrivað av skiftandi
fólkum, sum ikki dagliga eru knýtt at blaðnum.
Evnini eru ymisk, men viðgera øll okkurt evni,
sum er viðkomandi fyri tíðina júst nú.
Bjørn á Heygum
advokatur