Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-20, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. mai 2019síða 15

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

15 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 20. mai 2019 · Nr. 57 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 STUTT SØGD André Olsen FÓTBÓLTUR Eftir FA Cup sigurin hjá Manchester City leygardagin, kom tað ógvuliga óvæntað fram sunnudagin, at Man­chester City liðskiparin, Vin­cent Kompany, nú gevst í felag­num, og fer at vera venjari ístað­in. Tað er belgiska felag­ið, Anderlecht, sum hevur gjørt ein trý-ára sáttmála við Vin­cent Kompany, har hann skal vera leikandi venjari í felag­ num. Anderlecht er barn­dóms­ felagið hjá Vincent Kompany, og belgiski verjuleikarin, spældi við felagnum heilt inn­ til 2006, tá hann skifti til Ham­ burg í Týsklandi. Tað hevur annars ljóða leingi, at danski venjarin hjá FC Nordsjælland, Kasp­er Hjul­ mand, hevur verið favoritt­ur at taka yvir venjarastarvið hjá Anderlecht, men ógvuliga óvæntað hevur danskarin ikki fingið sessin, men heldur liðskiparin hjá Manchester City, Vincent Kompany. TENNIS Spanska tennisstjørnan, Rafael Nadal, vann sunnudagin italsku kappingina, Rome Masters. Rafael Nadal spældi finalu móti arvafíggindanum, Novak Djoko­vic, við úrslitunum 6-0, 4-6 og 6-1. Hetta var níggjunda ferðin, at Rafael Nadal vinnur italsku kappingina. Sigurin hjá Nadal var tó tann fyrsti hjá honum til eina kapp­ing í 2019. Kvinnurnar hava eisini verið til Rome Masters. Hjá kvinn­ unum vann kekkiska Karolina Pli­skova í finaluni móti Johan­ na Konta úr Bretlandi. Úrslitini í tí dystinum var 6-3 og 6-4. FÓTBÓLTUR Um vikuskiftið eru fleiri fót­ bólts­kappingar í Europa end­ aðar. Í Týsklandi var stórur spenn­ingur leygardagin, har ávika­vist Bayern Munchen og Dortmund, kappaðust um týska meistaraheitið. Bayern Mun­chen var undan dystinum á odda við tveimum stigum, og skuldi tí tapa, um Dortmund skuldi hava møguleika at fáa týska meistaraheitið. Men sum so ofta fyrr í Týsklandi, sló Bayern Munchen til, tá mest stóð á. Bayern Munchen vann sannførandi 5-1 í heima­dysti­ num móti Eintracht Frank­ furt, sum gjørdi at teir vunnu týska meistaraheitið. Hetta er sjeynda ferðin á rað, at Bayern Munchen gerst týskur meistari. Eisini í Spania, Italia og Turkalandi, endaðu kapp­ ingarnar um vikuskiftið. Har vunnu FC Barcelona, Juventus og Galatasaray meistaraheitini, har størsti spenningurin var í Turkalandi. SÚKKLING Í Italia er súkklukappingini, Giro D’Italia í gongd í hes­um døgum. Higartil eru níggju etapir súkklaðar, og sunnu­ dagin vann favoritturin úr Slovenia, Primoz Roglic, etapu­ na, tá kappast var í einkult­ starti. Primoz Roglic var 11 sekund frammanfyri belgiaran, Victor Campenaerts, sum end­ aði nummar tvey, og ein heilan minutt frammanfyri Bauke Mollema, sum endaði á triðja plássi. Súkklukappingin, Giro D’Italia, verður liðug tann 2.juni. Tað verður súkklað saman­lagt 21 etapir. andre@sos.fo CITY LIÐSKIPARIN VERÐUR LEIKANDI VENJARI Vincent Kompany, sum fyri tveimum vikum síðani, avgjørdi Premier League fyri Manchester City, skal komandi kappingarár á fyrsta sinni royna seg sum venjara. Hann skal vera leikandi venjari hjá belgiska barndómsfelagnum, Anderlecht