mánadagur 20. mai 2019síða 16
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 20. mai 2019 · Nr. 57
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tróndur Arge
Tað gekk akkurát hjá Halli
Hansson og liðfeløgunum í
AC Horsens í seinna dystinum
móti Vendsyssel FF, har tap
arin skal spæla beinleiðis
niðurflytingardystir, og vinn
arin hevur bjargað sær sessin í
bestu donsku fótbóltsdeildini,
superliguni.
Dysturin endaði við javnleiki
1-1, og tað var nóg mikið hjá
Halli Hansson og liðfeløgunum
í AC Horsens. AC Horsens vann
fyrra dystin 1-0 í Hjørring, og
eru teir í AC Horsens sostatt
samlaðir vinnarar í uppgerðini.
Michael Lumb legði AC
Horsens á odda 1-0 tá 35
minuttir vóru farnir av dysti
num. Tá sjey minuttir vóru
eftir
av
vanligu
leiktíðini
javnaði Søren Henriksen fyri
Vendsyssel, og tá tevjaðu teir
í Vendsyssel blóð, men tíbetur
reið heimaliðið stormin av,
og AC Horsens hava bjargað
sessinum í superliguni.
Verri gekst hjá Vejle, ið
uttan Viljorm Davidsen tapti
0-2 móti Hobro á heimavølli,
og harvið samanlagt 1-2. Vejle
skal nú spæla tveir dystir móti
nummar tvey ella trý í næst
bestu deildini um rættin at
spæla í superliguni komandi
kappingarár.
Heini og Fremad Amager
taptu oddadyst
Heini Vatnsdal og liðfelagarnir
í Fremad Amager kunnu enn
røkka triðja plássinum, ið gevur
rætt
til
uppflytingardystir.
Heini Vatnsdal kom á vøllin fyri
Fremad Amager tá ein hálvur
tími var farin av oddadystinum
millum Frema Amager og
Silkeborg í næstbestu donsku
fótbóltsdeildini. Tá var støðan
javnleikur 2-2 á leikvøllinum
í Sundby. Løtu seinni kom
Fremad Amager á odda 3-2,
men Silkeborg svaraði aftur
tvær ferðir og vann at enda 4-3.
Komandi sunnudag spælir
Fremad Amager á útivølli
móti Viborg. Megnar Fremad
Amager at halda seg á triðja
plássinum sleppa teir at spæla
upp- og niðurflytingardystir.
Meinhard byrjaði inni
Fyri fyrstu ferð er Meinhard
E. Olsen byrjaður inni fyri
Kristiansund í Elitudeildini í
Norra. Hann spældi fyrstu 69
minuttirnar, tá Kristiansund í
gjár spældi málleysan javnleik
móti FK Haugesund. Heima
liðið hevði bóltin nakað meir
og hevði fleiri málmøguleikar,
men samanlagt rakti Kristian
sund málið oftari enn FK
Haugesund.
Gilli Rólantsson kom á vøllin
í seinna hálvleiki, tá Brann
Bergen vann 2-1 á útivølli móti
Bodø/Glimt. Øll málini komu í
fyrra hálvleiki, meðan føroyski
landsliðsspælarin kom á vøllin
eftir ein lítlan tíma. Bæði
Brann og Kristiansund hava 17
stig á ávikavist fimta og sætta
plássi.
Í næstbestu deildini vunnu
Odmar Færø og HamKam 2-0
á Kongsvinger, sum á sinni
hevði Julian Johnsson á lið
num. Odmar Færø spældi
allan dystin í miðverjuni, har
hann eisini fekk eitt gult kort.
HamKam liggur á níggjunda
plássi av 16 liðnum í OBOS-
deildini.
83 minuttir til Jóan Símun
Í næstbestu deildini í Týsk
landi heldur góða gongdin
hjá Arminia Bielefeld fram.
Hesa ferð spældi Jóan Símun
Edmundsson 83 minuttir í
1-0 sigrinum á Holstein Kiel.
Við sigrinum hevur Arminia
Bielefeld hálað seg upp á
sjeynda plássið í 2. Bundes
liguni.
trondur@sosialurin.fo
FÓTBÓLTUR
Avgerandi dystirnir í endaspælinum í
Superliguni eru í hesum døgum. Tað stóð
nógv á hjá Halli Hansson og AC Horsens
Útisetar:
HALLUR YVIRLIVUR –
VILJORMUR AFTUR Í
NÆSTBESTU DEILDINA