mánadagur 20. mai 2019síða 17
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 20. mai 2019 · Nr. 57
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
Jóannes Hansen
Tað er ikki sørt soleiðis, at tað,
sum vendir niður vendir upp,
tá ið tað snýr seg um næstbestu
fótbóltsdeildina.
07
Vestur
er
framvegis
topplið, 07 Vestur er framvegis
ósigrað, og lítið man vera at
ivast í, at 07 Vestur í heyst
fer at vinna seg aftur í bestu
deildina.
Men fríggjadagin vóru tey
í 07 Vestur ikki sørt kløkkað.
Støðutalvan segði, at meðan 07
Vestur var topplið, og var EB/
Streymur botnlið. Gestirnir á
Eiði fóru á vøllin í Hólmanum
við 22 stigum, meðan vertirnir,
sum
framvegis
ikki
hava
vunnið, høvdu tvey stig.
Tí var 07 Vestur, sum 6. apríl
og í fjórða umfari vann 3-1 í
Hólmanum, stórur favorittur.
At tað ikki altíð gongur, sum
prestur prædikar, er úrslitið
millum botn og topp dømi um.
Tá ið dómarin bríkslaði fyri
síðstu ferð var 1-1.
07 Vestur liðið var væl
mannað. Einasta undantakið
var, at fasti málverjin, Silas
Eyðsteinsson, ikki var við. 16
ára gamli Ari í Haraldsstovu
Petersen vardi fyri fyrstu
ferð málið á besta 07 Vestur
liðinum.
Eirikur Magnusarson Ellend
ersen flutti undan hesum
kappingarárinum til 07 Vestur.
Í fjør og í fyrraárið spældi hann
við samansetta liðinum hjá
Suðringum, og annars hevur
hann bara umboðað TB.
Hann skoraði fyri aðru ferð
fyri 07 Vestur, tá ið hann legði
gestirnar í Hólmanum framum.
Tað var í 21. minutti, men EB/
Streymur gavst ikki á hondum.
Magni í Køk javnaði sjey
minuttir seinni, og tað endaði
1-1. Hetta var fyrsta ferðin, at
Magni í Køk var málskjútti
á
næstbesta
EB/Streyma
liðinum.
Hetta er fyrsta árið, at hann
er í EB/Streymi. Framman
undan hevur hann bara um
boðað B36, og fyri tveimum
árum síðani skoraði hann eitt
mál í næstbestu deildini, veit
faroesoccer.com at siga. Tað
var 8. apríl í 2017, tá B36 tapti
5-2 ímóti Giza Hoyvík.
Næstbesta Skála liðið er á
veg móti sjáldsomum meti.
Leygardagin vitjaðu toftamenn
á Skála, og teir fóru út á Toftir
aftur við einum stigi. Úrslitið
var 1-1. Hetta var áttanda ferðin
í ár, at Skála var partur av
javnleiki. Skála hevur vunnið
ein dyst, einaferð er tað endað
javnt, og hinar átta ferðirnar er
tað endað javnt.
Tað er meiri enn so komið
fyri, at lið í næstbestu deildini
í einum kappingarári átta
ferðir hava spælt javnt, og
tað er eisini komið fyri áður,
at níggju og tíggju dystir hjá
einum liði eru endaðir javnir.
Síðani kappingin í 2006 varð
víðkað at fevna um 27 umfør
er tað komið fyri tríggjar ferðir.
Í 2010 endaðu tíggju dystir
hjá næstbesta Víkinga liðnum
við javnleiki, í 2008 endaðu
níggju dystir hjá næstbesta
liðinum hjá HB javnir, og í 2017
endaðu níggju dystir hjá Giza
Hoyvík við javnleiki.
Kappingin er bara tíggju
umfør gomul, og við gongdini
higartil í huga er tað væl hugs
andi, at skálamenn fara at vera
partur av fleiri javnleikum enn
nakað annað lið hevur verið í
hesi deildini.
Leygardagin var úrslitið fyri
aðru ferð í ár 1-1 millum Skála
og B68. Fyrra ferðin var 6. apríl
á Svangaskarði.
Einasti spanski spælarin í
føroyskum fótbólti er 33 ára
gamli Pedro Tarancon Anton.
Síðani 2016 hevur hann spælt
við B68 undantikið seinnu
hálvu í 2017, tá ið hann var í
Fuglafirði. Í fjør skoraði hann
trý mál fyri B68, og leygardagin
skoraði hann fyri fjórðu ferð
fyri B68, tá ið hann tíðliga í
seinna hálvleiki legði gestirnar
undir Mýruhjalla framum 1-0.
Djóni Petersen javnaði lítla
løtu seinni til 1-1. Hetta var
annað málið hjá honum í ár á
næstbesta liðinum. Tað fyrra
skoraði hann í einum øðrum
javnleiki. Tað var í sjeynda um
fari, tá ið Skála á heimavølli
spældi 2-2 ímóti NSÍ.
Hjá toftamonnum kennist
tað í løtuni ikki so hugaligt. B68
er á sjeynda plássi við tíggju
stigum fyri tíggju dystir.
Í løtuni er fótbóltslagið við
Løkin í Runavík heilt gott.
Leygardagin vann næstbesta
liðið 1-0 í Gundadali ímóti HB.
Úrslitið ber við sær, at NSÍ er
næstfremst við 22 stigum. HB
er næstaftast við fimm stigum.
Martin
Klein
skoraði
málið í tíðini, sum dómarin
legði aftrat vanligu leiktíðini
í fyrra hálvleiki. Hetta var
onnur ferðin í ár, at NSÍ fór
úr Gundadali við øllum stig
unum eftir sigur ímóti HB.
Fyrru ferðina vann NSÍ 2-1,
og tá var Martin Klein annar
málskjúttin. Hann hevur bara
skorað hesi bæði málini á næst
besta NSÍ liðinum í ár.
Leygardagin vóru tað tveir
dystir í næstbestu deildini í
Gundadali. Óvæntað var tað,
at B36 vann 2-1 ímóti Víkingi.
Sigurin ber við sær, at B36 av
álvara legði sjógv millum seg og
botnin. Nú eru tað seks stig frá
HB á níggjunda plássi og fram
til B36 á sætta plássi.
Úrslitið á Eiði fríggjadagin
bar møguleika við sær hjá
Víkingi leygardagin at taka
oddasessin frá 07 Vestur, men
tað eydnaðist ikki. Besta liðið
hjá B36 spældi fríggjadagin á
Skála. Tí var góður møguleiki
leygardagin
av
álvara
at
trimma næstbesta liðið. Har
vóru Ragnar Samuelsen, Gilli
Samuelsen og Hugin Samuel
sen millum teir fyrstu ellivu.
Í seinna hálvleiki varð Hugin
Samuelsen avloystur av Michal
Przybylski, sum økti til 2-0.
Andrass
Johansen
skoraði
fyrra B36 málið. Nú hevur hann
í trý umfør skorað fimm mál.
Dómaraseðilin segði, at B36
vann 2-0, men langt um leingi
rættaði dómarin skriviarbeiðið
soleiðis, at tað sæst, at Pól Enok
Hansen fram ímóti dystarenda
pyntaði um fyri Víking.
Á Sandi var so nógvur vind
ur, at dómarin eftir eitt korter
gjørdi av at bríksla dystin mill
um B71 og KÍ av. Hann verður
spældur týskvøldið.
Botnliðið megnaði javnleik ímóti toppliðinum, sum framvegis er ósigrað
1. deild:
1. deild menn støðan
LIÐ
DS
VD
JD
TD
MF
MÍ
MM
(%)
ST.
1
07 Vestur
9
7
2
0
20
8
+12
23
2
NSÍ II
10
7
1
2
22
11
+11
22
3
Víkingur II
10
6
3
1
25
11
+14
21
4
KÍ II
9
5
1
3
25
16
+9
16
5
Skála II
10
1
8
1
14
12
+2
11
6
B36 II
10
3
2
5
12
20
-8
11
7
B68
10
2
4
4
17
21
-4
10
8
B71
8
2
2
4
14
24
-10
8
9
HB II
10
1
2
7
11
18
-7
5
10
EB/Streymur II 10
0
3
7
16
35
-19
3
1. deild menn støðan
LIÐ
DS
VD
JD
TD
MF
MÍ
MM
(%)
ST.
1
ÍF/Vík/B68
7
4
2
1
16
6
+10
14
2
HB
6
4
1
1
23
5
+18
13
3
KÍ
6
4
1
1
11
5
+6
13
4
B36
7
2
0
5
6
16
-10
6
5
EBS/Skála
6
0
0
6
2
26
-24
0
EB/Streymur – 07
Vestur 1-1 (1-1)
0-1: Eirikur M. Ellendersen 21.
1-1: Magni í Køk 28.
Skála – B68 1-1 (0-0)
0-1: Pedro Tarancon Anton 51.
1-1: Djóni Petersen 57.
HB – NSÍ 0-1 (0-1)
0-1: Martin Klein 45.
B36 – Víkingur 2-1 (1-0)
1-0: Andrass Johansen 10.
2-0: Michal Przybylski 69.
2-1: Pól Enok Hansen 82.
B71 – KÍ verður
spældur 21. mai
Máltindurin
Andrass Johansen B36
6
Bárður J. Heinesen KÍ
6
Aksel B. Danielsen KÍ
5
Clayton Soares B71
5
Gunnar Dahl-Olsen EB/S
5
10. umfar
Týsdagin 21. mai
B71 – KÍ
11. umfar
Leygardagin 25. mai
EB/Streymur - NSÍ
Víkingur – B68
07 Vestur – KÍ
HB - Skála
B36- B71
Máltindurin
Heidi Sevdal HB
12
Rebekka Benbakoura HB
6
Julia Naomi Mortensen HB
5
26. mai
HB – KÍ
EBS/Skála – B36
9. umfar:
EINGIN MUNUR Á TOPPI OG BOTNI
HB eigur málskjúttarnar
Sunnudagin verður nýtt oddalið funnið
Samansetta liðið hjá ÍF, Víkingi
og B68 vann leygardagin sann
førandi 4-1 heimasigur ímóti
B36. Tað ber við sær, at saman
setta liðið er topplið.
HB og KÍ hava spælt seks
dystir, sum eru ein færri enn
toppliðið. Sunnudagin hittast
HB og KÍ í Gundadali. Sunnu
dagin fer núverandi toppliðið
at halda frí. Tí verður nýtt
topplið funnið í Gundadali
sunnudagin.
HB vann leygardagin 8-0 í
Gundadali ímóti EBS/Skála,
sum framvegis einki stig hevur
fingið. HB eigur tríggjar teir
bestu málskjúttarnar í deildini.
Toppskjúttin, Heidi Sevdal,
skoraði fimm mál og hevur nú
skorað tólv mál.
ÍF/Víkingur/B68
– B36 4-1 (2-1)
1-0: Maritaa Fríðriksmørk 11.
1-1: Sarita Maria Mittfoss 18.
2-1: Jacoba Langgaard 28.
3-1: Hanna I. Højgaard 78.
4-1: Jensa Tórolvsdóttir 81.
HB – EBS/Skála
8-0 (3-0)
1-0: Heidi Sevdal 5.
2-0: Rebekka Benbakoura 17.
3-0: Heidi Sevdal br 20.
4-0: Heidi Sevdal 53.
5-0: Heidi Sevdal 71.
6-0: Rebekka Benbakoura 79.
7-0: Julia Naomi Mortensen 84.
8-0: Heidi Sevdal 87.
1. deild Kvinnur: