Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-20, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 20. mai 2019síða 18

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 20. mai 2019 · Nr. 57 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Sjúrður Hildarson Hoydal Lykladysturin hetta umfarið var sjálvsagt í Gundadalið, har oddaliðið KÍ vitjaði HB. Hini trý liðini í oddastríðnum vóru HB- fjepparar fyri eitt vikuskifti, og øll høvdu tørv á trimum stigum fyri at spæla seg heilt inn í oddastríðið. Víkingar í málhýri Víkingur og B36 settu skjøtul á tíggjunda umfar við at hitta ávikavist ÍF og Skála á útivølli. Víkingur byrjaði eitt sera mál­ríkt tíggjunda umfar í 18. minutti. Tá hevði ÍF-verjan ruddað vandan burtur nakrar ferðir, men nú eydnaðist tað Gunn­ari Vatnhamar at gerast leysur tá ið eitt innkast var longt yvir í hansara síðu. Málið setti veruliga ferð á Víking, ið nú skolaði eitt álop fyri og ann­að eftir ímóti ÍF-málinum. Tað tóktist ógjørligt hjá ÍF at verja fyri hesa løtuna, og so var dysturin í roynd og veru av­ gjørdur. Eftir at Andreas Lava Olsen setti bóltin á stongina úr fríari støðu, var Sølvi Vatn­ hamar skjótur og fekk júst førka bóltin inn undir trýsti av einum verjuleikara og so var 2-0. Tríggjar minuttir seinni var 3-0. Hesaferð endaði eitt av fleiri hornaspørkum hesa løtuna hjá Andreasi Lava Ol­ sen og hann sveik ikki. 3-0 til Víking og bert 25. minuttir vóru farnir. Trýstið helt fram og tað tóktist snøgt sagt ikki sum at Víkingaleikararnir yvirhøvur løgdu í at har var eitt mót­ støðulið á vøllinum. Møgu­ leik­ar­nir skortaðu ikki, men tí­betur fyri ÍF, vóru seinastu skot­ini ov óneyv. Dysturin mundi vera av­ gjørdur eftir fyrra hálvleik og har var lagt eitt vet minni fyri hjá Víkingi eftir steðgin. Philip Djordjevic skræddi seg leysan og høgdi bóltin inn, í einum seinna hálvleiki, har fugl­firðingar kundu prísa seg lukku­ligar fyri at Víkingur helst longu var farið at hugsa um steypakappingina. Týdningarmikil B36- stig á Skála Á Skála var tað ein lykladystur um hvør skuldi fylgja við teim­ um fremstu, tá ið B36 var á vitjan. Skála var trý stig aftan­ fyri B36 á triðja plássinum og eftir javna byrjann vóru tað skála­menn ið fyrst fingu hol á. Tað var Niels Pauli Danielsen, ið royndi seg við beinleiðis frí­ sparki. Royndin var ikki góð og skotið stakk beint í múrin. Men bólturin kom aftur fyri føtur­ nar á skálamanninum, og hesa­ ferð fór skotið fram við øllum verjuleikarum og í málið. Men svarað var aftur alt fyri eitt úr B36-leguni. Eitt sindur til­vildarliga endaði bólturin hjá Benjamini Heinesen eftir at Árni Frederiksberg hevði roynt at renna seg ígjøgnum verjuna, og so var 1-1. Tað leikaði javnt á allan dystin. B36 hevði bóltin og eisini flestu møguleikarnir, har Kar­stin Hansen hevði fleiri góðar bjargingar. Hetta var ein dystur, ið skuldi stríðast fyri, og tað gjørdi Brian Jakob­sen hjá B36. Áleyparin strongdi skálaverjuna tá ið hann jagstraði hvønn bólt, og 20 minuttir fyri leiklok var hann á einum tilvildarligum bólti, ið skálaverjan í tveimum um­førum ikki fekk tamarhald á. Áleyparin var eirindaleysur, stjól sær bóltin og legði B36 á odda. Hetta tóktist at sláa luftina úr skálamonnum, ið kundu takka Karstini Hansen fyri at dyst­urin ikki var avgjørdur stutt eftir. Tað endaði 2-1 til B36, ið nú bert er tvey stig aftanfyri KÍ. Skála liggur nú har, ið tey flestu høvdu væntað, við ein­ um lítlum gloppi ímillum seg og tey fimm fremstu. Klæmint knústi EB Streym Úrslitini hjá Víkingi og B36 løgdu trýst á NSÍ, ið ikki ætlaði at bíða eina einastu løtu við at skjóta mál. Á lið ein minuttur farin, tá ið Klæmint A. Olsen gjørdist fríur og setti bóltin í málið. Hetta fór ikki at verða sein­astu ferð. NSÍ hevði prógv­ að at álopið var til reiðar, men tað mundi verjan ikki vera, tá ið EB Streymur javnaði fá sekund seinni við Steffani Løkin. 1-1 eftir lítið meira enn tveim­ um minuttum, og so høvdu áskoðararnir fata, at her fóru at koma mál í Hólmanum henda dagin. Tiverri fyri heima­ áskoðar­arnar er málídnasti maður­in føroyskum fótbólti á NSÍ-liðnum, og eftir góðar átta minuttir fekk hann aftur bóltin alt ov nær við málið til at hann kundi gera annað enn at skora. Eftir 38 minuttum hevði Klæmint A. Olsen skotið tvey mál afturat, og heima­áskoðar­ arnir hugdu skelkaðir at. Ikki tí at toppskjúttin hevði skotið fýra mál, men tí at málini lætt­ liga kundu verið upp í dupult so nógv. Bólturin hevði eina kós allan dystin, og tað var inn í brotsteigin hjá EB Streymi. Har stóð Klæmint A. Olsen sum ein magnetur og nart so at siga allar bóltar. Eftir 40 minuttum slapp Jann Benjaminsen upp í part og beint undan hálvleik spilti Jann Martin Mortensen møgu­leikan at økja upp í 6-1 við brots­sparki. Har gingu átta minuttir av seinna hálvleiki áðrenn Klæ­mint A. Olsen aftur var á máltalvuni. Einki var broytt í dystarmyndini, og áskoðar­ ar­nir á Eiði kundu av álvara óttast fyri at hetta fór at vera ein dystur í fór at fara í søgu­ bøkur­nar. Møguleikarnir hjá NSÍ hildu fram við einum títt­leika sum sjáldan sæst í fót­bólts­dystum ímillum tvey lið úr somu deild. EB Streymur mundi kenna ein lætta tá ið Klæmint A. Olsen lat seg skifta út eftir einar 66 minuttir, men hetta var ikki av eirindum. NSÍ helt á við sama lag og fekk Pól Jóhannus Justinussen og Magnus Hendriksson Olsen at lata eyka salt í víðopna sárið hjá EB Streymi. 8-1 endaði tað til gestirnar á Eiði, ið nú eru eittans stig aftanfyri KÍ á stiga­ talvuni. Jeggo var í brennideplinum Á Argjum vónaðu heima­ áskoðar­arnir, at AB kundi leggja afturat sínum trimum stigum ímóti TB, og lyfta seg av aftasta plássinum. TB kundi samstundis leggja veru­ligan sjógv ímillum seg og niður­ flytingina við trimum stigum. Tað byrjaði best hjá AB. FÓTBÓLTUR NSÍ, Víkingur og B36 gjørdu sær dælt av ósigrinum hjá KÍ og brádliga eru tað bert trý stig, ið skilja tey fýra ovastu. B36 vísti Skála úr topp-5, meðan NSÍ og Víkingur vóru í málhýri í tíggjunda umfari. Klæmint Andrasson Olsen skeyt uttan hóvasták heili fimm mál ímóti EB Streymi KLÆMINT OG NSÍ MEINA TAÐ Í ÁLVARA