mánadagur 20. mai 2019síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 20. mai 2019 · Nr. 57
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vikan ið fór
Landsliðsvenjararnir í
hondbólti, Sonni Larsen og
Jeppe Borch, hava úttikið
30 leikarar til brutto-
hópin undan dystunum
móti Montenegro og
Danmark, sum vera leiktir
13. og 16. juni. Av teimum
30, sleppa tað tó einans
16 við til dystirnar.
Spanski hópurin til dystin
móti Føroyum tann 7.
juni er úttikin. Fleiri
stórar stjørnir eru millum
sponsku spælararnir.
Millum annað Manchester
United málverjin, David
De Gea, og Real Madrid
liðskiparin, Sergio Ramos.
Føroyska U-15 landsliðið
í fótbólti, sum í næstum
skal til Nord Elite Cup í
Danmark, er úttikið av
landsliðsvenjaranum, Jan
Laursen. Merkisvert við
úttøkuni er, at leikarar
úr FC Hoyvík á fyrsta
sinni eru úttiknir til eitt
føroyskt ungdómslandslið.
Teir báðir eru Óli Mittún og
Høgni Heinason.
Eftir fimm ár í Atletico
Madrid, gevst Antoine
Griezmann, nú í spanska
felagnum. Nógv bendir á,
at hann í framtíðini fer at
tørna út fyri FC Barcelona.
Ítróttarstjórin í
Manchester United,
Ed Woodward, váttar,
at norski venjarin,
Ole Gunnar Solskjær,
fær nógvar pengar
at keypa inn fyri, tá
flytingarvindeygað fer
at opna aftur í enskum
fótbólti, 1. juli.
...við ítróttinum
5 SKJÓTIR
Fimm skjótir spurningar
til føroysk ítróttarfólk...
Navn: Viljormur Davidsen
Aldur: 27
Yrki: Professionellur
Fótbóltsspælari (Vejle)
Royn tína vitan um
ítróttin her og nú!
Svarini standa niðast til vinstru, men royn teg nú fyrst
1. Takuya Matsunaga
2. Tveir dystir
3. Damir Skomina úr
Slovenia.
4. Brian Jakobsen
5. AC Horsens
6. Klæmint A. Olsen
7. ÍF/Víkingur/B68
8. Heri Hjalt Mohr, AB
1-3 røtt: Tú mást lesa in.fo
og Sosialin nakað meir
4-5 røtt: Nú byrjar at líkjast
6-7 røtt: Tú fylgir bara væl við
8 røtt: Fantastiska flott,
tillukku!
1
KÍ hevur ein japanskan leikara í hópinum. Hvussu eitur
leikarin?
2 Hvussu nógvar dystir fekk Atli Gregersen leikbann?
3 Dómari er settur til Champions League finaluna millum
Liverpool og Tottenham. Hvør skal døma finaluna?
4 Leikarin, sum B36 fekk frá Skála undan kappingarbyrjan,
avgjørdi uppgerðina millum B36 og Skála fríggjakvøldið.
Hvussu eitur leikarin?
5 Hallur Hansson og felag sítt yvirlivdu um vikuskiftið
enn eitt ár í Superliguni. Hvussu eitur felagið hjá Hallur
Hansson?
6 Hvussu eitur toppskjúttin í Betri-Deildini hjá monnum?
7 Hvat felag er á odda í Betri-deildini hjá kvinnum?
8 Hvussu eitur leikarin á myndini?
Myndin hesa vikuna:
Aftaná ein ordans gysara
er greitt, at tit komandi ár
koma at spæla í næstbestu
donsku deildini. Hvussu
kendist, tá dómarin
bríkslaði dystin av?
At skuffa ein heilan bý og
umleið 10.000 fólk sum vóru á
stadion í dag at bakka okkum
upp, er eitt forferdiligt følisi.
Nú spældi tú ikki við
sjálvur vegna leikbann.
Føldi tú, at tit skuldu
fingið meira burturúr í
dystinum móti Hobro?
Vit
skuldu
havt
vunnið
tilsamans, Men tá man ikki
skorar uppá sínar kjansir og
brennur straffi, so gevur man
møguleikan til Hobro at koma
víðari, og tað gjørdu teir.
Sáttmálin hjá tær
gongur út í summar,
so framtíðin er ógreið.
Ætlar tú niður við Vejle
í næstbestu deildina,
ella hvør er ætlanin?
Eg havi ikki tikið nakra
avgerð enn, eg havi fingið
bjóða nýggjan sáttmála frá
Vejle. Men kanska tað er tíð at
prøva okkurt nýtt nú aftaná 6
ár í Vejle.
Tú hevur havt leikbann
hesar báðar avgerandi
dystirnar. Hvussu hevur
verið at sitið uttanfyri
til so viktigar dystir?
Tað hevur verið forferdiligt.
Man kann ikki hjálpa liðnum
uppá nakran máta, man er als
ikki partur av tí uppá sama
máta sum annars.
Í næstum vera so
landsdystir aftur móti
Spania og Norra. Hvussu
sært tú uppá tað?
Eg síggi tvær spennandi
uppgávur fyri framman. Vit
skulu fara út at nýta dystirnar
og spæla fyri lívinum, og
trúgva uppá møguleikan. Tí
í fótbólti kann alt henda, um
man fer eftir tí.
Bayern München gjørdist í vikuskiftinum týskur meistari sjeynda árið á rað