mánadagur 20. mai 2019síða 23
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 20. mai 2019 · Nr. 57
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
KLUMMAN
Tróndur sigur sína hugsan...
Sparka í
hálvleikinum
– Eitt føroyskt
fyribrigdi
Tað var hugaligt at vera í Gundadali
til fótbólt sunnudagin til dystin til
HB og KÍ. Klaksvíkingar eru altíð
væl mannaðir og tað merkist væl í
Gundadali. Eisini hugaligt, at fleiri
áskoðarar eru til dystirnar, nú tá
einki Premier League er at órógva
sunnudagin.
Tað var ein spennandi og góður
dystur, sum vit vóru vitni til.
Gott nokk vann HB 4-1, men leingi
lúrdi KÍ eftir málinum, sum kundi
av álvara fáa spenning í dystin.
Áskoðararnir tóktust eisini vera væl
við, tí javnan hoyrdist róp úr bæði
vestara skýlinum og HB-húsinum. Tá
dómarin bríkslaði fyri hálvleiki fóru
spælararnir av vøllinum.
Eftir nøkur fá sekund var vøllurin
fullur av børnum og ungum fólki, sum
vildi sleppa at sparka í hálvleikinum.
Hetta er eitt rættiliga føroyskt
fyribrigdi, sum helst bara letur seg
gera í smærru deildunum, har tú
hevur graslíkisvøllir.
Tað er eitt ella annað hugnaligt og
gevandi, at síggja øll hesi børnini
renna inni á vøllinum, og fyristilla
sær, at tey spæla fyri HB, KÍ ella
onkrum øðrum. Hetta er helst
besti mátin, sum vit kunnu geva
fótbóltsgleðina víðari til nýggju
ættarliðini.
Sunnudagin spældi veðrið við og tað
verður vónandi bara betri komandi
tíðina. Tað klæðir føroyskum fótbólti
væl, at nógv fólk leita sær til dyst.
Tað er skjótt at gloyma hvussu
nógv tað gevur, at verða saman um
nakað, sum vit hava her í landinum.
Øll kunnu sita heima og hyggja eftir
altjóða fótólti, men tá sleppur ongin á
vøllin at sparka í hálvleikinum.
trondur@sosialurin.fo
Ríðing:
Hoyvíkingarnir, Óli Mittún og
Høgni Heinason, sum báðir eru
úttiknir til U15-landsliðið, hava
við hesum skrivað søgu. Teir eru
nevniliga fyrstu landsliðsspælarar,
ið koma úr FC Hoyvík.
Seinni í hesum mánaðinum
fer føroyska U15-landsliðið við
dreingjum til EFB Spar Nord
Elite Cup í Esbjerg í Danmark.
Jan Mølvad Laursen er venjari hjá
U15-dreingjunum, og fyrr í viku
ni kunngjørdi hann hópin, ið er
úttikin til komandi kapping í Es
bjerg.
Og fyri fyrstu fer nakrantíð
hava tveir spælarar úr FC Hoyvík
fingið landsliðsboð. Talan er um
Óla Mittún og Høgna Heinason.
- Vit eru sjálvandi ótrúliga glaðir
fyri at verða úttiknir til landsliðið,
og tað er við stórum spenningi,
at vit síggja fram til kappingina
í Danmark, siga nýklæktu lands
liðsspælararnir hjá FC Hoyvík við
heimasíðuna hjá FSF, og leggja
afturat, at vónandi verða upp aftur
fleiri spælarar úr FC Hoyvík, sum
í framtíðini sleppa at umboða Før
oyar.
Umframt føroyska landsliðið,
eru lið úr Danmark og hinum
norðanlondunum eisini við í EFB
Spar Nord Elite Cup, og okkurt ár
hava lið úr Týsklandi eisini luttikið.
patur@sosialurin.fo
Hópurin:
Jón Petur M. Thomsen, NSÍ
Emil Elmelund Hansen, HB
Ólavur J. Poulsen, Víkingur
Jónatan Nattestad, 07 Vestur
Hjalmar Gudmundsen, 07 Vestur
Markus á Lakjuni, ÍF
Suni Herman J. Petersen, B71
Hanus Højgaard, B68
Óli Mittún, FC Hoyvík
Jákup Nesá, B68
Thomas Bjørn S. Miezan, HB
Nóa Eyðsteinsson, 07 Vestur
Hans Pauli á Bø, EB/Streymur
Marius Árting Allansson, B36
Ári Arnason, AB
Høgni Heinason, FC Hoyvík
Carl Mikkelsen, B36
Tobias Elmelund Hansen, HB
Spennandi kapping undir Kráar
heyggi endaði við fleiri nýggjum
vinnarum. Onnur uttandura Topp
Ross kappingin var leygardagin
undir Kráarheyggi. Kappingarnar
vóru í flestu førum sera javnar
og spennandi, og ofta vóru bara
desimalar á muni millum rossini,
skrivar Ríðisambandið.
Í fjórgongd vann Kristfríð Dam
Jacobsen á Verandi. Tey bæði
vunnu mest upp á at vera støðug í
teirra avrikum, har onnur svingaðu
meira í úrslitinum. Beint aftanfyri
tey á einum deildum øðrum plássið
vóru Esther Dahl á Heygum á
Vorboða, og Valborg Laksafoss á
Kamillu. Esther Dahl á Heygum er
eitt av ungu stjørnuskotunum inn
an ríðing, hóast bara 13 ára gomul,
kappast hon á jøvnum føti við
teimum vaksnu.
Fimmgongdina vann Valborg
Laksafoss á Tórey. Tórey vann
eisini hesa greinina seinastu kapp
ing, men tá var tað við Knút Lútzen
á bakið. Nummar tvey gjørdist Heri
Dahl á Stígur, og nummar trý var
Ragnheiður Dam á Viðalin Viðir.
T1
Tøltfinaluna
var
eisini
vunnin av Kristfríð Dam Jacobsen
og Verandi, men hetta var í harðari
kapping við heili trý onnur ross,
Strák við Regin Johannessen á
bakið, Amor og Leif Berg og Huga
við Ragnheiður Dam á bakið. Øll
rossini í finaluni vóru so tøtt, at tað
bara skuldi eitt lítið mistak til fyri
at missa plaseringar.
Óluva á Lofti og Kopar vunnu
V5, Esther Dahl á Heygum og Vor
boði sigraðu í T2 meðan Helena
Dahl Thomsen og Elska vunnu í T7.
trondur@sosialurin.fo
FC Hoyvík fingið
landsliðsspælarar
Óli Mittún og Høgni Heinason eru fyrstu
spælarar úr FC Hoyvík, ið hava fingið
landsliðsboð. Seinni í mánaðinum fara
teir til Danmarkar við U15-landsliðnum
Mynd: FC Hoyvík / Facebook
FLEIRI NÝGGIR VINNARAR