Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-21, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. mai 2019síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 22. mai 2019 · Nr. 58 Grønlendingar hava heimsins størstu mongd­ ir av kyksilvuri í blóði­ num, men nú vísir nýggj gransking, at hetta við­ førir ikki fleiri hjarta­ sjúkur. Tað eru granskarar frá Steno Diabetes Cent­ er Copenhagen & Ilisi­ matus­ar­fik, sum hava gjørt kann­ingina. Blaðið Ser­mitsiaq skrivar um kan­n­ingina. Grønlendingar hava lutvíst stórar nøgdir av kyk­silvur í blóðinum, tí teir eta havsúgdjór, sum inni­halda nógv kyk­ silv­ur. Her hjá okkum kenna vit tilmælini um ikki at eta tvøst og spik frá grindahvalum or­saka av eitt nú kyk­ silvurinnihaldinum í hes­ um mati. Ongin samanhangur Granskararnir hava kannað 3083 fólk í 22 býum og bygdum í Grøn­ landi. Teir hava saman­ koyrt ymiskar heilsu­ skipan­ir og kanningar og hava síðani gjørt sínar niður­støður. –  Hóast persónarnir í kanningini høvdu høgar nøgdir av kyksilvuri í blóði­num, funnu vit ongan samanhang við øktan vanda fyri hjarta­ sjúkum, sigur Trine Jul Larsen sambært Ser­mit­ siaq. Størsti einstaki vandin fyri hjartasjúkum er aldur. –  Okkara kanningar vísa, at vanligur grøn­ lendskur matur økir ikki um vandan fyri hjarta­ sjúkum, men tað kundi verið við­kom­andi at kan­ na onnur tungmálms- og dálkingarevni í matinum, sigur hon. Kári P spælir fyri eldri Týr fer aftur til USA Sonevndi Senior­ festi­valurin verður aftur í ár í Runa­ vík. Tónleika­festi­ val­urin fyri tey til­komnu og eldri, sum eldratænastan Roðin skipar fyri, verður leygardagin 1. juni. Tónleikur verður spældur á Røkt­ar­heiminum í Runa­vík og har á leið. Tey, sum fara at spæla á festi­ valinum hesa­ferð, eru Halleluja-So­fus, Punkt­um, Marj­ un Wolles & Kjart­ an Valdemar­son, Fourmehn, Han­us G, Elin B. Heine­sen, Kára P, Vestmenn og Sløkki­lið­ið á Skála­fjørði­num. Hesa ferð verður eisini felagssangur á skránni og búfólk á Eysturoyar Røktar og Ellisheimi, og fólk, sum koma á dag­tilhaldið, hava eisini málað nakrar máln­ingarnir, sum verða vístir fram, og sum eisini verða til sølu. Føroyski rockbólkurin Týr fer í summar aftur til USA at spæla kon­ sert­ir. Týr ferðast nógv við sínum tónleiki, og her­fyri vóru teir á drúgvari konsertferð í Europa. Áður hava teir verið í USA og spælt. Nú standa fleiri kon­sertir á skránni í USA. Seinna partin av august mánaði skal Týr spæla í Portland, Denver og Dallas í USA, og teir spæla eisini í Toronto í Kanada. Helst koma onkrar kon­sertir afturat hetta tíðar­skeið. Í summar kann Týr hoyrast á G! Festi­vali­ num, og teir spæla eisini á rockfestivali í Portu­gal í august. Kyksilvur gevur ikki fleiri hjartasjúkur LISTABÓK UM LÍVIÐ HJÁ FRITS Gransking í Grønlandi vísir, at øktar mongdir av kyksilvuri í blóðinum hava ikki við sær fleiri hjartasjúkur TÍÐINDI Grønlendskur matur – sum til dømis tvøst – økir ikki um vandan fyri hjartasjúkum útspælinum, sum leggur upp til øktar skattir. Mette Frederik­ sen kann liva við hesum atfinningum, tí tær styrkja bara um boð­skap­in hjá Javn­ að­ar­flokkinum um, at bú­skap­ar­politikkurin hevur ein reyðan profil, sigur Jens Ring­berg. Reyð leiðsla Í kanning, sum YouGov gjørdi fyri blaðið BT millum 16. og 20. mai, stend­ur reyði blokkur til at fáa 99 fólkatingslimir og blái blokkur 76. Hetta er størsti munur, sum er máldur millum blokk­ arnar í valstríðnum. – Lars Løkke Ras­ mus­sen hevur so at siga ongan møguleika at vinna meirilutan við bláa blokki­num. Í grundini er tað merkisvert, hvussu langt tey bláu eru aftan fyri tey reyðu. Hinvegin standa Mette Frederiksen og Javnaðarflokkurin til at fáa eitt sera gott val og at vinna stjórn­ar­ vald­ið, sigur politiski við­merkj­arin Erik Holstein við BT. –  Eitt er, hvør fær stjórn­arvaldið í Dan­ mark, men flokk­ar­n­ir hugsa eisini um sína egnu støðu í fólka­tingi­ num, og har sær ikki so gott út hjá teim­um borgarligu. Trígg­ir av teimum fýra flokk­ unum í bláa blokki­num eru í kreppu, tí teirra undir­tøka er so lítil í veljara­kann­ing­unum, sigur Erik Holstein. Í dag eru júst tvær vik­ur, til fólka­tings­ valið verður hildið. Í dag fyllir listamaðurin Frits Johannesen í Fugla­ firði 75 ár. Hetta verður hildið við hátíðarkvøldi í Fugl­afirði, har nýggj bók um lív og list hjá Frits Johannesen verður løgd fram. Bóikin er ein øðrvísi lista­bók. Í bókini eru mynda­verk, sum opnu fyri opnu lýsa tættir í ævi­søgu málarans. Frá dreingjaárum, sum eru sveipt í dreymakent tám, til árini, hann roynir seg sum málari við íblástri frá øðrum, til hann torir at ganga sínar egnu leiðir og sættast við sítt egna lag. Føðingardagshaldið fyri Frits Johanne­sen verður í Mentan­ar­húsi­ num í Fuglafirði í kvøld kl 20:00. Øðrvísi listabók sigur frá lívinum og listini hjá Frits Johannesen