Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-21, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. mai 2019síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 22. mai 2019 · Nr. 58 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Í valskránni til komandi fólkatingsval heldur flokkurin fast við tað samband, sum er millum Føroyar og Danmark, men vil kortini bøta um tað Árni Gregersen - Á fólkatingsvalinum grund­ lógardagin ætla vit at hátíð­ arhalda dagin við aftur at fáa eina sambandsrødd á Fólka­ ting. Tað sigur Bárður á Steig Nielsen, formaður í Sam­bands­ flokkinum, nú flokkurin hevur lagt valskránna til fólka­tings­ valið fram. Skráin vísir, at flokkurin er nøgdur við viðurskiftini mill­ um Føroyar og Danmark, hó­ ast tey ynskja ávísar ábøtur. Klárt sigur formaðurin, at fær flokkurin nakað at siga eftir eitt løgtingsval, so skal ríkis­veitingin úr Danmark aft­ ur prístalsregulerast. Sambandsflokkurin lovar eisini føroyskum sjúklingum eina viðgerðartrygd, sum ikki má vera longri enn 30 dagar. Letur hetta seg ikki gera í Føroyum, so mugu sjúkling­ arnir sendast til Danmarkar. -Tað kann ikki vera munur á hvørja trygd vit veita sjúkl­ing­ um í ymsum pørtum av ríkin­ um, men ein fortreyt er sjálv­ andi, at vit sleppa framat aftur at stýra í Føroyum, sigur for­ maðurin. Lyklaorð Tá ið flokkurin legði val­ skránna fram, nevndi for­mað­ urin fleiri lyklaorð, sum eru í ríkisfelagsskapinum, og sum hava stóra ávirkan á føroyska gerandisdagin. Vælferðin var eitt av orð­un­ um, sum formaðurin sigur, at ein stórur partur av ríkis­veit­ ing­ini er ætlaður til. Her verð­ ur hugsað um pensjónir og aðr­ar almannaveitingar. Ein tryggur føroyskur bú­ skap­ur var eisini nevndur- Bárð­ur á Steig Nilsen segði, at tað ikki bert er ríkisveitingin, sum gagnar føroyska búskap­ in­um, men at viðurskiftini við Danmark eisini gera, at vit lætt­ari kunnu læna pening úti í heimi. Hann vísti á, at tann rating, sum Føroyar fáa frá rating­ fyri­tøkunum er munandi betri, enn um vit ikki vóru part­ur av danska ríkinum. - Rentumunurin er so stór­ ur, at tað er ivasamt um vit høvdu havt pening til at gjørt tunnil­in til Sandoyar, vóru vit ikki partur av danska ríkinum. Størri pallur Ríkisfelagsskapurin er eisini ein størri pallur, sum ger at vit røkka væl longri út í heim. Danmark hevur einar 100 sendi­stovur kring heimin og har kunnu vit senda føroy­ing­ ar at fáa sær vitan um onnur lond, sum vit so eisini kunnu brúka í Føroyum. Bárður á Steig Nielsen vísti eisini á ta útbúgvingarskipan, sum vit hava í ríkisfelags­skap­ inum. Føroyingar kunnu lesa í Danmark við SU og kunnu fara út í heim at lesa og taka sama útbúgvingarstuðulin við sær út í heim. - Fyrr var eisini eitt, sum í skatt­inum kallaðist Føroya- frá­drátturin. Tað fingu allir út­ lend­ingar, sum lósu í Danmark, men tað bleiv tikið av, tí danir hildu tað var ov dýrt at lata hend­an studning til øll út­ lendsk lesandi. -Okkara umboð á Fólkatingi fekk bjarga føroyska frádrátt­ in­um, sum bleiv gjørdur um til ein ríkisfelagsfrádrátt. Nú er hend­an skipan galdandi fyri lesandi úr danska ríkinum – altso eisini fyri grønlendingar og føroyingar. CPR-nummar Sambandsflokkurin hevur í eina drúgva tíð tosað fyri, at før­oyingar fáa eitt danskt cpr- nummar. - Eg havi hoyrt um ein mann, sum fór inn í ein brillu­ handil at keypa sær einar brill­ ur, men tað kundi hann ikki, tí hann ikki hevði eitt danskt cpr-nummar. Og hetta var í einum privatum handli, segði Bárður Nielsen. Hann vísir á, at heimurin er so talgyldur, at tað als ikki ber til at beganga seg í Danmark uttan so at ein hevur CPR- nummar. Hretta ger seg gald­ andi fyri sjúklingar, sum fara til Danmarka í viðgerð, men so sanni­liga eisini hjá øllum, sum fara til Danmarkar at lesa, sig­ ur hann. Tey sum fara til Danmarkar at lesa, skulu hava okkurt at búgva í, men uttan mun til um tú skalt leiga ella keypa, so er neyðugt við hesum talinum. - Danir vilja fegnir at vit fáa hetta talið. Í Føroyum kann tað verða umsitið av komm­un­ un­um ella av ríkisumboðnum, men tað er sum onkur her í Før­oy­um roynir at leggja forðingar fyri, so hetta ikki skal bera til, sigur hann. Marknaðaratgongd Formaðurin í Sambands­flokk­ in­um segði, at tað altíð hevur verið eitt hjartamál hjá Sam­ bandinum at víðka um markn­ að­aratgongina fyri føroyskum vør­um. Tað er eisini eydnast í fleiri før­um, millum annnað tí um­ boð floksins á Fólkatingi hev­ ur arbeitt við hesum málum. - Seinastu fýra árini er onki hent, tí Sambandsflokkurin ikki hevur havt nakað umboð á tingi í Keypmannahavn, segði Bárður Nielsen. Mangan er sagt, at fáa Før­ oy­ar eina markn­að­ar­at­gong, sum er betri enn tann vit hava í dag – serliga í ES – so kann tað lyfta virðið á før­oysk­um fiska­vørum munandi upp. Í sama viðfangi var eisini nevnt um Arktis. - Vit eru ikki sjálvi partur av Arktis og tað er Danmark held­ ur ikki, men av tí at Grønland røkkur so langt norður, er allur ríkisfelagskapurin ein partur av tí áhugaverda partinum her norðuri, sum øll alheims eygu venda ímóti í dag, sigur Bárður Nielsen. Hann heldur at vit sum marit­im tjóð eiga at gera okk­ um dælt av støðuni og fáa nakað burturúr Arktis og tí virk­semi, sum fer at taka seg upp har. - Sambandsflokkurin er í veru­leikanum einasti flokk­ur­ in, sum vil ríkisfelagsskapin, segði Bárður Nielsen at enda. Hesi stilla upp fyri Sambands­ flokkin; Bárður á Steig Nielsen Johan Dahl Sunneva Simonsen Ludvig Jákup Fróði Djurhuus Edmund Joensen Rosa Samuelsen Erhard Joensen Ragnar Isaksen Magnus Rasmussen Jensia Højgaard Kjærbæk Kaj Leo Holm Johannesen Edva Jacobsen Eyðdis Hartmann Niclasen Jaspur Langgaard SAMBAMDIÐ HEL UM RÍKISFELAGS Bárður á Steig Nielsen