týsdagur 21. mai 2019síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 22. mai 2019 · Nr. 58
TÍÐINDI
av.fo
Stuðul til uppihaldspening
fyri fyrra hálvár 2019
- umsóknarfreist
Umsókn um stuðul til uppihaldspening fyri
fyrra hálvár 2019 saman við kvittanum fyri
goldnum barna- ella hjúnafelagagjøldum,
skal vera Almannaverkinum í hendi
í seinasta lagi 7. juni 2019. Kvittanir
skulu eisini vísa, til hvønn barna- ella
hjúnafelagagjøld eru goldin. Um goldið
er til TAKS, er ikki neyðugt at lata inn
kvittanir.
Sambært lóg um stuðul til uppihaldspening
verður stuðulin útgoldin seinast í juni og
desembur. Umsóknir móttiknar aftan á
7. juni 2019 kunnu ikki væntast at verða
avgreiddar fyrr enn í desembur 2019.
Verður søkt fyrstu ferð, skal avrit
av gjaldsavgerð um barna- ella
hjúnafelagagjald frá Ríkisumboðnum ella
samsvarandi útlendskum myndugleika
sendast inn saman við umsóknini.
Stuðul verður ikki veittur, um bert er álagt
at gjalda kr. 12.996 árliga.
Stuðul verður tí ikki veittur umsøkjara, sum
bert rindar vanligt barnagjald til eitt barn.
Umsóknarbløð kunnu heintast á heimasíðu
okkara.
Á heimasíðu okkara undir familja og børn
er meira at lesa um stuðulin.
Freist fyri stuðli 2018
Fyri at fáa stuðul til upphæddir goldnar í
2018, skal umsókn vera latin inn í seinasta
lagi 1. juli 2019. Verður umsóknin latin inn
seinni, fellur rætturin til stuðul av goldnum
upphæddum 2018 burtur.
Frávik kann ikki gerast frá freistini. Tað er
tí sera umráðandi, at umsóknin verður latin
inn rættstundis”
almannaverkið
Tað riggar væl sum er
-vilja hava tað betur
Nestor á sambandsflistanum til fólkatingsvalið er væl
nøgdur, men vil broyta tingini eitt sindur til tað betra
Árna Gregersen
Edmund Joensen hevu seinastu
mongu árini umboðað Sambands
flokkin á Fólkatingi.
Hann stillar upp aftur hesaferð,
hóast hann er komin nakað til árs.
-Ikki tí, eg haldi at viðurskiftini
millum okkum og Danmark rigga
væl og vit onki hava at grenja um,
men okkurt kann gerast eitt sind
ur betur, sigur hann.
Edmund Joensen hevur ta tíð
hann hevur sitið á Fólkatingi, ar
beitt nógv við marknaarforðing
um, men hann hevur eisini loyst
feiri aðrar uppgávur.
Millum annað útvegaði hann
pening til Salt á Drelnesi og hann
hevur fingið pening frá privata
Åge V. Jensens fond til náttúrulund
við Streymnin.
-Hetta er peningur, sum er ætl
aður at danskir ríkisborgar skulu
fáa gagn av, so eg dugi ikki at
síggja, vhí vit ikki skulu søkja um
hetta, líka so væl, sum onnur, sigur
Edmund Joensen
Edmund Joensen hoyrir eisini
til teirra, sum halda, at vit sjálv
andi skulu taka ímóti ríkisveiting
ini.
-Sjálvandi
skulu
vit
hava
ríkisveitingina og sjálvandi skal
hon regulerast. Hetta eiga vit sum
partur av ríkinum, sigur hann.
LDUR FAST
SSKAPIN
Edmund Joensen