Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-21, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. mai 2019síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 22. mai 2019 · Nr. 58 12 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TØKK Kirstin Rasmussen Hjartaliga takka vit øllum fyri sýnda samkenslu, tá okkara elskaða kona, mamma, vermamma, omma og langomma andaðist og bleiv jarðað. Ein serstøk tøkk til tykkum, ið vístu hjálpsemi á staðnum, og til starvsfólkini á Landssjúkrahúsinum fyri tykkara persónligu og virðisligu umsorgan fyri henni og okkum avvarandi. Takk til Hera Joensen, prest, og Havnar Kirkju fyri hjálpsemi og hátíðarliga andakt. Og ikki minst tøkk til allar okkara vinir og kenningar, sum stukku inn á gólvið og ríkaðu okkum við blómum og køkum til ervið. Takk fyri blómur, kransar og heilsanir, og til tykkum sum tóku tykkum so væl av ervinum. Ein serlig tøkk til Dagny við familju fyri stórt hjálpsemi í allari sorgini. Vegna tey avvarandi Mortan, Palma, Georg, Rannvá, Linda TØKK Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu og hjálp, tá okkara kæra mamma, vermamma, omma og langomma Johanne Kathrine Sørensen f. 23.07.1924 – d. 03.12.2018 andaðist og varð jarðað. Ein hjartans tøkk til øll tykkum mongu, ið fylgdu henni til hennara seinasta hvíldarstað. Tøkk til allar heimahjálpirnar, Klaksvíkar Sjúkrahús og Landssjúkrahúsið, ið passaðu hana so væl. Tøkk til Poul Færø, Frits Thomsen, Jens Bech og Mikkjal Sørensen fyri góð orð í kapellinum, í Nerija og á grøvini. Tøkk til Jógvan við Keldu og John í Skemmuni fyri gott undirspæl. Tøkk til tykkum, ið stóðu fyri ervinum og tykkum, ið hjálptu til og tykkum, ið komu við køkum . Tøkk fyri peningagávu til Nerija. Burturi úr likaminum – heima hjá Harranum. Familjunnar vegna Petur, Hans, Heðin, Áki og Jóhan við familjum. TØKK Hjartaliga takka vit øllum, sum sýndu okkum samkenslu, tá ið høgtelskaði sonur, beiggi, svágur og mammubeiggi okkara Ottar Schrøter Holm f: 8. oktober 1979 d: 15. mars 2019 so brádliga fór herfrá. Takk Heri Joensen prestur fyri troystarrík orð, tá ið vit komu heim. Takk fái Róin og Sofía fyri tykkara fyrimyndarliga arbeiði við at fáa Ottar heim úr London. Takk øll tit, sum komu inn á gólvið, takk fyri køkur, heilsanir og blómur. Takk fái Jónsvein Bech prestur, fyri góð og troystarrík orð í kirkjuni. Takk kirkjutænarar, berarar, sangarar og gravarar. Stóra takk fái tit, sum so væl skipaðu fyri ervinum, takk fyri kakur. Takk fái tit, sum komu - bæði nær og fjar, at fylgja Ottar til hansara seinasta hvíldarstað. Takk fyri blómur, kransar og gávur til Hvalbi- ar kirkju. Tey avvarðandi Pabba, mamma, systur, svágur, Emma og Majfríð Olivia Sosialurin 341800 Klaksvíkar Sjúkrahús FO-700 Klaksvík Klaksvíkar Sjúkrahús, fysiurgiska deild søkir eftir fysioterapeuti og ergoterapeuti Umsóknarfreist 6. juni 2019 Les meira á www.ks.fo Sum kunngjørt av ríkisumboðsmanninum verður fólkatingsval mikudagin 5. juni 2019 Brævatkvøður: Veljarar í Sands kommunu, ið sambært vallógini lúka treytirnar fyri at greiða brævatkvøðu, kunnu atkvøða á kommunuskrivstovuni millum kl. 09:00 og 13:00 til og við mánadagin 3. juni 2019. Tey, ið vegna sjúku ikki eru før fyri at koma á valstaðin, kunnu boða valnevndini frá á tlf. 21 61 70 í seinasta lagi mánadagin 03. juni. Valkort: Kunngjørt verður, at til fólkatingsvalið, ið skal fara fram 5. juni 2019, verða valkort send øllum veljarum í kommununi. Um onkur, ið heldur seg hava valrætt, ikki hevur fingið valkort, ella okkurt annað er komið skeivt fyri, skal verða sagt frá á kommunuskrivstovuni – tlf. 66 10 30 – í seinasta lagi mikudagin 29. mai, kl 16:00. Mørkin Mikla 3 | | FO-210 Sandur | Tlf. 661030 | www.sandur.fo Alt á einum stað Vit útinna allar uppgávur í sambandi við eina jarðarferð frá byrjan til enda • Kistur • Sangir, blómur og kransar • Sangarar (í Tórshavn) • Ervi • Líkflutningur til og úr Føroyum • Líkbrenning (Kremering) Tel. 51 17 23 www.gravarhjalp.fo fyrst og fremst