Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-04, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. desember 2004síða 19

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 80 • hósdagur • 4. mai 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Kyndil og marran Enn einaferð kunnu hoyvíkingar leggja fót fyri Kyndli, og sunnu- dagin skal VÍF royna seg í argandi útidysti HONDBÓLTUR Jákup Mørk Hóast kvinnurnar ikki spæla landskappingardyst hetta vikuskiftið, so bendir alt á eitt sera spennandi hondbóltsvikuskiftið. Teir tríggir dystirnir í mansdeildini eru nevnliga allir av slíkum slag, at tað er sera ilt at meta um, hvør parturin man fara at standa sum vinnari, tá avtornar. Marran hjá Kyndli Lagt verður fyri leygardag- in, tá Kyndil fær vitjan av H71. Lítil ivi man vera um, at Kyndil í løtuni líkist best koyrandi hondbóltsliðnum í landinum, og móti einum »kreppuraktum« H71-liði, sum nú hevur tapt tríggjar ferðir á rað, skuldi alt talað fyri einum tryggum sigri til teir grønu. Men – og tað er eitt menn. Kyndil hevur nevn- liga ikki vunnið á H71, síðani teir í grundspælinum í fjør vunnu 33-29 í Hoy- víkarhøllini. Samanlagt gjørdist talan seinasta kappingarár um ein Kyndils-sigur, ein javnleik og ein sigur til hoyvíkingar- nar, og hartil vann H71 tá eisini hálvfinalurnar í steypakappingini móti Kyndli. Í ár hevur skorist lítið frægari hjá oddaliðn- um. Fyrri dysturin millum liðini í grundspælinum endaði nevnliga við trygg- um 31-27 sigri til H71. Soleiðis er talan spaku- liga um at gerast til eitt kompleks fyri teir grønu, og so er spurningurin, um verandi viðrákið - og mót- burðurin hjá H71 – er nóg mikið at broyta hetta. Kreppurakt Neista-lið Sunnudagin er so aftur dystur í Ítróttarhøllini á Hálsi, tá VÍF vitjar Neistan. Eins og hjá Kyndli, so átti verandi formkurvan í landskappingini at borgað fyri einum tryggum sigri til VÍF, men teir gulu munnu tó á ongan hátt kenna seg alt ov tryggar. Í fyrra dystinum millum liðini var bert eitt mál í seinastu sekundunum á muni. Og tá hevði Neistin júst misnýtt stóran møgu- leika. Munirnir millum tá og nú eru tó fleiri. Fyrst og fremst, so tóktist Neistin tá at vera á veg upp úr aldu- dalinum, sum liðið síðani er endað so dyggiliga í, eins og VÍF eftir hetta og fram til seinasta vikuskifti tóktist hava fulla ferð framá. Spurningurin er so, hvørt hetta verður dysturin, har Neistin skal lyfta sær aftur, og um VÍF steðgaði eitt sindur upp, eftir tapið fyri Kyndli. Ella um talan verður eina staðfesting av stigatalvuni, sum sigur sína greiðu søgu um, at VÍF er klárt sterkara liðið av hesum. Tvey í viðráki Seinasti dysturin hetta vikuskiftið er á Skála, har StÍF tekur ímóti KÍF. Her er talan um tvey lið, sum bæði tykjast hava viðrák í løtuni, og so er spurningurin, hvør teirra skal fáa stigini í hesi uppgerðini. Fyrra dystin millum lið- ini vann KÍF við einum máli, og tá var líkt til, at StÍF veruliga var í kreppu. Tann myndin helt sær eisini fram til seinasta vikuskifti, tá StÍF brádliga vann á H71. Og ikki minst gav spælið hjá StÍF í teirri uppgerðini vónir um fleiri stig í komandi dystunum. KÍF hevur hinvegin eisini havt góðan byrð. Seinasta staðfestingin av hesum var tryggir sigurin á Neistan- um, og saman við H71 er KÍF nú á einum hampuliga óvandum bronsuplássi. So er spurningurin, hvørt tann støðan eisini heldur sær til eftir vikuskiftið. Einki er at ivast í, at H71 spakuliga hevur ment seg til eitt slag av marru hjá Kyndli. Við verandi formkurvuni í huga, eigur hetta tó at vear dysturin, har Kyndil fær vaskað hetta heitið av sær Hondbóltsstøður v. t. mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Neistin 8 6 - 0 - 2 251 174 77 12 2 VB 7 6 - 0 - 1 214 142 72 12 3 Stjørnan 6 6 - 0 - 0 163 123 40 12 4 Søljan 8 4 - 0 - 4 223 198 25 8 5 VÍF 8 4 - 0 - 4 187 186 1 8 6 StÍF 7 1 - 1 - 5 150 186 -36 3 7 Kyndil 7 1 - 1 - 5 131 192 -61 3 8 Tjaldur 7 0 - 0 - 7 135 253 -118 0 v. t. mál- dystir v - j - t mál mál munur stig 1 Kyndil 8 6 - 0 - 2 252 194 58 12 2 VÍF 8 6 - 0 - 2 228 203 25 12 3 H71 8 4 - 0 - 4 241 234 7 8 4 KÍF 8 4 - 0 - 4 206 220 -14 8 5 Neistin 8 2 - 0 - 6 211 247 -36 4 6 StÍF 8 2 - 0 - 6 215 255 -40 4 Dystir um vikuskiftið Hondbóltur Atlantic Airways kappingin Dagf Kl. Dystur Dómarar 04.12 16.00 Kyndil-H71 Kári Hansen & Dánjal Hansen 05.12 16.00 Neistin-VÍF Hannis Wardum & Uni Wardum 05.12 16.00 StÍF-KÍF Kristian Johansen & Sámal Hansen Coca-Cola kappingin, kvinnur VB-Tjaldur Stjørnan-Neistin II Neistin I-StÍF Søljan-VÍF Flogbóltur Meistaradeild kvinnur 04.12 14.00 ÍF-KÍF SÍ 05.12 14.00 Mjølnir-TB ÍF 05.12 14.00 SÍ-Dráttur KÍF Meistaradeild menn 04.12 16.00 ÍF-Fram Mjølnir 05.12 16.00 SÍ-Fleyr Mjølnir