leygardagur 4. desember 2004síða 20
‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 233 - 4. desember 2004
Eftir góðu kappingar-
byrjanina í donsku
elitudeildini, skal
føroyska talvfelagið
nú royna seg sunnu-
dagin móti toppliðn-
um úr Helsingør
UPPTAKT
Talvfelagið Føroyar
Danska liðkappingin er eitt
sera gott høvi hjá føroysku
telvarunum at royna seg
móti telvarum á høgum
støði. Tað hevur í mong ár
verið soleiðis, at ein fittur
partur av føroysku lands-
liðstelvarunum hevur verið
búsettur í Danmark og hetta
hevur gjørt tað møguligt
hjá felagnum at vinna lið
sítt upp gjøgnum allar tær
mongu deildirnar í donsku
skipanini.
Skakforeningen Føroyar,
ella Talvfelagið Føroyar,
varð stovnað 14. september
1984, og hevur felagið tí
yvir tjúgu ár á baki. Millum
stovnararnar var Jákup
Henriksen, sáli, og var hann
eldsálin í felagnum fyrstu
mongu árini.
Í fjør megnaði føroyska
útisetaliðið at varðveita ný-
vunna sæti sítt millum átta
bestu donsku liðini uttan
nakrantíð veruliga at vera í
niðurflytingarvanda. Liðið
endaði loksins á sætta
plássi seinasta kappingarár,
men frástøðan til tey bæði
niðastu liðini var stór.
Hinvegin vóru fá stig upp
til ovaru helvt.
Stutt um Skakliguna
Føroyska útisetaliðið er eitt
av átta liðum í Skakliguni,
ið er spildurnýggja navnið
á bestu donsku deildini.
Bjarta byrjanin hjá føroy-
ingunum fyrstu tvey umfør-
ini hevur við sær, at lúrt
verður nú eftir at enda í
topp 3.
Støðan eftir 2. umfar
Helsinge
13
Helsingør
10
TF Føroyar
9
SK 1968
8
Brønshøj
8
Nordre
6,5
Skolerne
6,5
K 41
2
Sjey umfør skulu telvast í
Skakliguni. Seinasta umfar
verður 6. mars.
Seinastu trý árini hevur
Helsinge verið danmarks-
meistari. Teir hava m.a.
tríggjar stórmeistarar í leik-
arahópi sínum. Helsinge er
eisini sum væntað trygt á
odda undan triðja umfari.
Seinastu trý árini hevur
tað verið luturin hjá Skoler-
nes Skakklub at gerast silv-
urvinnarar. Í ár verða teir
neyvan eins drúgvir, m.a.
orsakað av tapinum móti
føroyska
liðnum
í
2.
umfari. Hini liðini í deildini
skulu veruliga telva nógv
betur enn væntað, um tey
skulu megna at hótta odda-
liðið. Hetta er eisini gald-
andi fyri TF Føroyar.
Liðbroytingar
Av fíggjarligum ávum ber
tíverri ikki til at hava
norska stórmeistaran Einar
Gausel á liðnum. Gausel
royndist væl í fjør við sín-
um fýra stigum av seks
møguligum. Í mun til í fjør,
er veteranurin í føroyska
talvfelagnum
Eyðun
Nolsøe, búsitandi í Føroy-
um í løtuni. Hinvegin er
danski altjóða meistarin
Nikolaj Borge aftur at finna
í føroysku leguni.
Á næstu borðunum finna
vit teir tríggir, John Arni
Nilssen, Heini Olsen og
Flóvin Þór Næs. Allir eru
Fide-meistarar og hava
fingið fyrstu IM-normar-
nar. John Arna vantar bert
tann triðja og síðsta normin
fyri at ogna sær heitið sum
altjóða meistari.
Hinir føroyingarnir á
liðnum eru Carl Eli N.
Samuelsen, ið var topp-
skjútti á liðnum síðsta
kappingarár, Heini Daniel-
sen, Terji Petersen, Poul
Martin Hansen og Arild
Rimestad.
Afturat teimum eru í
leikarahópinum hjá TF Før-
oyum eisini nakrir føroy-
ingar, ið eru búsettir í Før-
oyum. Hesir eru John Rød-
gaard, Eyðun Nolsøe, Hans
Kristian
Simonsen
og
Martin Poulsen, sum allir
vóru á føroyska landsliðn-
um í OL-kappingini á Mal-
lorka herfyri. Ætlanin er, at
hesir fýra skulu styrkja um
liðið, tá á stendur, og tá tað
liggur fyri hjá teimum. Í
fyrstu tveimum umførun-
um leikti Martin Poulsen á
liðnum og hjálpti hann væl
felagnum við sínum hálvu-
møðrum stigum.
Dysturin sunnudagin
Óvæntað er, at dysturin
millum føroyingar og liðið
úr Helsingør kann kallast
toppdystur.
Men
bæði
Helsingør og TF Føroyar
fingu somikið góða kapp-
ingarbyrjan, at liðini ávíka-
vist eru nr. 2 og 3. Helsing-
ør, ið júst er flutt upp í
bestu donsku deildina, er
m.a. mannað við vælkend-
um sterkum donskum stór-
meistara, Sune Berg Han-
sen, og Jacob Aagaard, sum
júst hevur ognað sær sín
triðja
stórmeistaranorm.
Honum vantar bert at hála
sítt ratingtal uppá 2500,
sum er krav fyri at kunna
kalla seg stórmeistara. Hes-
ir báðir verða sjálvsagt
tungir bitar at slúka fyri
Nicolaj og John Arna, men
í roynd og veru er ikki
nógvur styrkismunur mill-
um hesar menn. Alt kann
henda.
Heini O., Flóvin og Carl
Eli hitta hvør í sínum lagi
nøkunlunda
javnsterka
mótstøðu. Møguliga liggur
kjansurin og lykilin til eitt
gott føroyskt úrslit í júst
hesum uppgerðum. Heini
D., og Terji hava eisini
góðar møguleikar at ogna
sær okkurt stigið. Áttanda
borð hjá føroyingum, Pól
Martin
Hansen,
tykist
sterkari enn hvat ratingtal
hansara ljóðar. Tí eigur
eisini at verða møguleikar
hjá honum at bíta frá sær, tá
hann hittur kvinnuligan
telvara, ið hevur væl hægri
rating.
Samanumtikið er talan
um ein spennandi dyst, ið
er ringur at meta um.
Fjórða umfar verður 16.
januar og tá hitta føroyingar
brønshøj.
Útisetar í toppdysti
John Arnie Nilssen er sterkasti føroyingurin á liðnum, sum um vikuskiftið skal royna seg móti favorittunum úr Helsingør
Liðuppstillingarnar:
(donsku ratingtølini eru upplýst)
TF Føroyar
Helsingør
Nikolaj Borge (2404)
Sune Berg Hansen (2559)
John Arni Nilssen (2372)
Jacob Aagaard (2459)
Heini Olsen (2331)
Henrik Holmsgaard (2319)
Flóvin Tór Næs (2303)
Ole Bøgh Larsen (2246)
Carl Eli N. Samuelsen (2204)Michael Jørgensen (2192)
Heini Danielsen (2149)
Nicholas Nielsen (2192)
Terji Petersen (2022)
Kristian Vinther Juul (2084)
Pól Martin Hansen (1848)
Sandra de Blecourt (2066)