Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-04, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. desember 2004síða 21

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 233 - 4. desember 2004 21 Seinasta útkall Tað líkist seinasta út- kall hjá TB – og spenninginum í deildini – tá odda- dysturin í kvinnu- deildini er á skránni um vikuskiftið FLOGBÓLTUR Jákup Mørk Enn er sjálvandi nakað tíð- liga at tosa um eitt seinasta útkall, men soleiðis sum kvinnukappingin hevur háttað sær higartil í ár, so ber illa til at lata vera kort- ini. Mølnir hevur snøgt sagt verið í einum flokki fyri seg higartil, og ikki minst prógvaði 3-0 í Trongisvági, at tað verður sera trupult – fyri ikki at siga ógjørligt – hjá øðrum liðum í kapping- ini at nerta tær úr Klaksvik. Skal nakar gera hetta, so eru tað helst tær úr TB, sum eru næstar. TB hevur støð- ugt verið partur av oddin- um í føroyskum kvinnu- flogbólti seinnu árini, og hava tær ein góðan dag, so er heldur ikki heilt óhugs- andi, at tær kunnu gera eitthvørt, sum kanska kann endurskapa spenningin í deildini. Og so eru eisini tveir aðrir dystir. Á Kambsdali hittast ÍF og KÍF leygar- dagin. Og tann dysturin kann væl vísa seg at gerast ógvuliga spennandi. KÍF er í løtuni á bronsuplássinum, og hjá ÍF er umráðandi, at tær fáa stig, skulu tær ikki missa sambandið uppeftir. Stig skal Dráttur eisini hava, tá fara á vitjan í Sør- vági. Sum stigatalvan vísir, so er Dráttur eisini greiður favorittur í hesum dystin- um, men hjá sørvágs- kvinnunum hevur talan verið um eina støðuga framgongd alt árið, so heilt avskrivast skulu tær kortini ikki. Havnar Róðrarfelag og Katrin Olsen bjóða til almennan fund í ÍSF húsinum sunnu- dagin 5. desember klokkan 15:00. Fund- urin fer at snúgva seg um, hvussu farast skal fram, tá ið óal- menna Fm-kappingin í innandurarógving verður 29. januar. Øll eru vælkomin, bæði rógvarar og ikki rógvarar. RÓGVING www.drekin.fo Stóra eldsálin í innandura- rógvin er Katrin Olsen, sum vit mest kenna sum ein av manningini umborð á Jarnbardi. Katrin býr í Danmark, har hon eisini rør við donskum báti. Hon hev- ur nógvar royndir í altjóða kappingum, men hon hevur so sanniliga eisini stóran áhuga í innandurarógving. Danskir rógvarar rógva nógv í rógvumaskinum, tá teir um veturin ikki kunnu rógva utttandura. Nógvar altjóða kappingar í innandurarógving eru um allan heim, og tú kanst gjøgnum telduna rógva ímóti øðrum rógvara, sum býr hinumegin jørðina. Og nú vil Katrin, at inn- andurakappingar í rógving koma í fasta legu í Føroyu- m. Nógvar rógvumaskinur eru kring landið, og Klaks- víkar Róðrarfelag skipaði í 2002 fyri óalmennari Fm- kapping í Klaksvík. 5. desember skipar Katr- in Olsen og Havnar Róðrar- felag fyri áhugaverdum fundi í ÍSF húsinum. Rógv- arar fáa tá at vita, hvussu kappingin fer fram 29. januar, millum annað vekt- bólkar, aldursbólkar og møguligir barnaróðrar. Eis- ini skal tosast um, hvussu stafettbólkarnar skulu rógva, og hvussu langt ein- staklingarnir skulu rógva. Umframt alt viðvíkjandi innandurakappingini, so verður eisini á fundinum tosað um, hvussu tú fært mest burturúr einari rógvu- maskinu. Nevnast kann mótstandurin í rógvmask- inuni, og mótstandurin í tøkunum um minuttin róð verður. Eisini fært tú at vita, hvussu rógvararnir skjótast skifta í stafett- kappingini. Annars kann nevnast, at Róðrarsambandið kemur sum so ikki at hava nakað at gera við innandurakapp- ingina 29. januar. Nevndin í RSF heldur hugskotið við innandurakappingini vera frálíkt bæði ítróttarliga og sosialt og vil fegið hjálpa, men RSF vil ikki standa sum fyrireikari. RSF sigur seg vita ov lítið um slíkar kappingar og tí ikki kann gera reglur og taka avgerðir. RSF leggur aftrat, at fyrireikararnir kunnu ikki kallað kapping- ina 29. januar eina Fm- kapping. Eitt sersamband í ÍSF skal standa fyri einari Fm-kapping í innadura- rógving. Tað er Havnar Róðrar- felag sum fyrireikar innan- durakappingina í rógving 29. januar. Flogbóltsstøður Meistaradeild, kvinnur v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 Mjølnir 7 7 - 0 21 4 17 14 2 TB 7 6 - 1 18 7 11 12 3 KÍF 7 4 - 3 13 12 1 8 4 Dráttur 7 2 - 5 13 16 -3 4 5 ÍF 7 2 - 5 8 15 -7 4 6 SÍ 7 0 - 7 2 21 -19 0 Meistaradeild, menn v t +/- d v - t sett sett sett stig 1 SÍ 6 5 - 1 16 6 10 10 2 Fleyr 6 4 - 2 14 8 6 8 3 Mjølnir 6 4 - 2 14 9 5 8 4 Fram 5 1 - 4 5 13 -8 2 5 ÍF 5 0 - 5 2 15 -13 0 Fundur um innandurarógving Tað líkist seinasta útkalli fyri spenningini í kvinnukappingini, tá TB vitjar Mjølnir um vikuskiftið Sunnudagin skal SÍ prógva, at teir ætla sær at halda jólafrí á toppinum FLOGBÓLTUR Jákup Mørk Tveir dystir skulu spælast í bestu mansdeildini í flogbólti, og í báðum før- um tykist talan kunna gerast um heilt spennandi uppgerðir. Áhugin er kanska størstur fyri dystinum í Sørvági, har Fleyr kemur á vitjan. Bæði liðini hava nýtt hesar seinastu vikur- nar til at blaka Mjølnir ov oddasessinum í deildini, og so er spurningurin, hvørt sørvingar nú sleppa at leggja seg einsamallar á odda, ella um Fleyr skal prógvað, at javnstøðan í deildini er fullkomin. Dystirnir móti Mjølni benda í øllum førum á, at talan er um tvey sera jøvn lið, og so er spurningurin, hvørt sørvingar duga at gera sær dælt av heima- vøllinum. Tann fyrimun- urin ger í øllum førum, at SÍ mugu metast sum lítlir favorittar undan dystin- um. Ikki minst tá teir eisini vunnu dystin í Gundadalshøllini fyrr í heyst. Ein dystur verður tó eisini leygardagin. Tá skal ÍF royna at fáa síni fyrstu stig, tá Fram kemur á vitj- an. Higartil hevur einki vilja borið til hjá ÍF, men í dystinum móti Fleyr fekk liðið í ávísan mun víst, at teir ikki eru heilt eiða- sørir, og so er spurningur- in, um tað er ein staðfest- ing, sum eisini kann føra til meira kontanta avrokn- ing á stigatalvuni. Oddabrak í Sørvági