Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-04, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. desember 2004síða 22

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 233 - 4. desember 2004 VIÐMERKINGAR Vandamiklar jólagávur Foreldramyndugleiki Til tykkum politikarar Landsins: Ognir keyptar ella? Brúkarasamtakið Um mann kann roknað við, at onkur av pakkunum undir jólatrænum inniheldur eina Bratzdukku, ræður um at ansa sær. Sum so nógva aðrastaðni, eru eingi krøv um merking av jólagávum, so vit vita sjálvandi ikki av, at her er ein pakki fullur av evnafrøðiligari óhumsku. Tær væl umtóktu Bratz- dukkurnar er nevnliga sam- ansettar soleiðis, at ein trið- ingur er bleytgerarin "phata- lat" (úttalast fatalat), sum í djóraroyndum hevur víst seg at skerja nøringarførið. Aðrastaðni er hetta evni eisini longu bannað børnum undir 3 ár, og ætlanir eru um at bannað tí heilt. Umframt phatalat, so inniheldur dukkan eisini tungmetallini nikkul, kopar og krom, sum, hóast tey ikki eru tey mest skaðiligu tung- metallini, eisini kunnu skaða nøringarførið, og elva til krabbamein og ovurvið- kvæmið. Tað vísir ein stór ES kanning, ið fleiri evropeisk brúkarasamtøk hava staðið fyri. Støðan við phatalatunum er tann sama í leikum sum Action Man og My little Pony. Hesi evnini hava leingi verið kend sum vandamikil, og eru eisini skrásett samsvarandi. Tí ber væl til at siga, at fram- leiðarar og handlar vita, hvat tey selja, og hvat árin tað hevur á børnini. Í fleiri av grannalond- unum er ikki loyvt at brúka phatalatir í leikum, ið eru ætlaðar til børn undir 3 ár. Aldursmarkið er ásett eftir, at børn undir 3 ár í størri mun menna síni yrkisgøgn enn tey eldru. Eisini koyra tey leikurnar í munnin, og fáa tann vegin meira av evn- unum í seg, enn bara gjøgn- um húðina. Bratzdukkurnar eru tó ætlaðar til størri børn, og sleppa tí undan hesum kravinum. Men hesi smáu kunnu sum einki súgva uppá ein Bratzdukku arm, hóast tað er stórasystir, ið eigur dukkuna. Foreldur vita jú sum er, at tað er ein ómøgulig uppgáva at halda tey smærru frá leikunum hjá teimum størru. Tí eigur phatalat als ikki at verða nýtt í leikum. Trupulleikin einans veks- ur, um vit hugsa um allar tær leikurnar, ið finnast í einum barnakamari. Har eru kanska einar 500 ymiskar leikur, ið allar hava sína serligu evnafrøðiligu samanseting, sum tó í flestu førum er í lagi. Men tá evnini frá øllum teimum ivasomu leikunum verða blandaði saman í barna- kroppinum, afturat øllum evnunum, ið barnið upptek- ur utanfyri barnakamarið, er ilt at siga, hvat tað verður til, og hvussu hetta ávirkar barnið. Um vit ímynda okk- um hesa evnafrøðiligu blanding í einum ílati á borðinum, høvdu vit helst ikki tora at rørt við tað. Tað er tí sera umráðandi, at vit sum foreldur gerast meira tilvitað um øll tey evni, ið finnast í leikum, og kanska aðrastaðni við. Børnini hava ongan annan góðan enn okkum, og tí hava vit skyldu til at verja tey mest møguligt. Bitin er kanska nakað stórur at gloypa í einum. Evnini eru jú so mong. Tí kunnu vit sum eina byrjan tryggja okkum, at í ár skal einki phatalat finnast í nøkrum av teimum jólagávunum, sum vit keypa øllum børn- ununum í familjuni. Er nakað ivamál, so spyr onkran, sum arbeiðir í handlinum. Tey eiga at vita. Tom Silvurdal Tað er áhugavert kjak, sum í løtuni fer fram ímillum tykkum. Havi hug at gera nakrar stuttar viðmerkingar, sum tykur biðast hava í huga. Føroya Land er uppbygt í samstarvi ímillum komm- unur, landið og vinnulívið. Íløgur í havnir, grótkast, dýpingar v.m., hava verið ein felags uppgáva ímillum land og kommunu. Vinnulívið hevur síðan gagnnýtt hesa íløgu og við sínum vinnuvirksemi, endurgoldið hesa íløgu til bæði lands- og kommunu- kassan! Tann 6. oktober 1992, fóru Føroyar á húsagang! Sum partur av einari kreditorloysn, gjørdust stórur partur av Føroyska vinnulívinum ogn hjá Føroya Landsstýri! Suðuri í Vági viðførdi hettar, at flakavirkið Polar- frost bleiv ogn hjá Føroya Landsstýri. Føroya Landstýri og Før- oya Løgting koyrdu hetta virkið í hin tiltikna møl- posan, fyri síðan at seta seg uttanfyri alla ávirkan á hendan nú Møletnað posa! Í dag syngja tit allir, sum í einum vælvandum kóri: Tað er okra skylda, at fáa sum mest í Landskassan fyri OKRA fiskavirki. Hugsi tykkum: Hvussu munnu tykkara politisku starvsfelagir - býráðspolit- ikarnir í Vági- syngja í hes- um døgum? Hesir hava nú í 12 ár tos- að fyri tykkara dulu oyrum um ta fíggjarligu eyðræn- ing, tykur hava framt ímóti Vágsbygd, síðan tykur ognaðu tykkum flakavirkið i bygdini. Afturberingina, sum vinnulívið í Vági skuldi gjalda til kommunukassan í Vági, koyrdu tykur í møl- posan - ella rættari, tann kommunala partin av hesum havnaíløgum løgdu tykur til vinnuleysar vág- bingar at rinda. Ikki eiti á sum tykur hava roynst okkum vágbingum væl sum vinnulívsmenn/- kvinnur! Hvør vinnulívsmaður kann liva av at hava sítt virki stongt í 12 ár ? Tað kann bert vera talan um landsstýrisvinnumann- in ella løgtingsvinnumann- in, slíkar gandakallar, sum fyri 12 árum síðani fóru undir heilt, fyri síðani at stíga fram sum eigarar av vinnutólunum í Vági. Og nú á jólum 2004, ætla tykur at selja gamla flaka- virkið í Vági til hægstbjóð- andi og síðan at stinga peningin í Landskassan. Hvat kalla tykur lands- politikkarar/vinnulívsmenn hettar? Undirritaði fer tí, við hesum skrivi at heita á tykum í Tinganesi og á Løgtingi um at selja Vágs Kommunu flakavirkið í Vági fyri eina krónu. Søluprísin havi je roknað soleiðis út: Virðið av fiskavirkinum tann 6. oktober í 1992: Mett til 12 milliónir og eina krónu. Endurgjald til Vágs Kommunu fyri íløgu og inntøkutap: 1,0 millión um árið x 12 ár = 12 milliónir Sostatt verður eftir at gjalda hjá Vágs Kommunu: 1 króna! Hettar er ein rættvís sam- sýning fyri tær íløgu-út- reiðslur og tær mistu skattainntøkurnar, sum av- gerð tykkara um at ganda tykkum uttanfyri alla ávirkan á Framtaksgrunn- in, hevur havt fyri 2400 borgarar í Suðuroy. Hettar vildi klætt tykk- um, landsins kosnu monn- um og kvinnum, væl betur enn tað, tykur hava framt her suðuri, og so nógv betur enn at syngja í kóri um, hvussu nógvan pening tykur vilja hava fyri eitt virki, sum tykur hava havt afturlatið í 12 ár. Nú er undirritaði ikki politikari, men eg vóni at tykur fólkavaldu, og serliga Johan, Henrik, Hergeir og Sverri, skilja hesa skriving. Føroya Landstýrið og Før- oya Løgting skulu virða allar borgarar eins í hesum landi. Tann avgerð, sum hesir mynduleikar tóku, tá ið Framtaksgrunnurin var stovnsettur, hevur í 12 ár prógvað, at so er ikki. Hendan miðvísa, lógar- festa niðurbinding og eyð- ræning av okum, má nú enda. Tað er IKKI virðiligt at tosa um at vinna pening til Landskassan fyri fiska- virkið í Vági, sum tykur hava havt stongt í 12 ár. í er tað einasta rætta at avhenda virkið til Vágs Býrað, sum síðan kann lýsa tað til sølu sum skjótast. Annika W. Joensen forkvinna í Javnstøðunevndini Fleiri ynskir hava verið frammi um at fáa felags foreldramynduleika í Føroy- um, men enn er ikki politiskt tikin støða til, hvussu verður. Frá Innlendismálaráðnum og fjølmiðlunum vita vit, at arbeitt hevur verið við at yvirtaka familjurættaliga økið, og í næstum fæst væntandi at vita, hvussu ætlanin er at arbeiða við foreldramyndugleikanum. Mál um foreldramyndu- leika kunnu vera svár og trupul at greiða. Fáur man ivast í, at tað er hart hjá børnum og foreldrum teirra at ganga ígjøgnum ein skildnað. Serliga trupult er tað, tá foreldrini ikki eru samd um, hvør teirra skal hava børnini hjá sær. Í Føroyum er ikki felags foreldramynduleiki og tá pør fara hvør til sítt, er tað oftast mamman at barninum/børn- unum, sum fær foreldra- mynduleikan. Orsøkin til hetta er í høvuðsheitum lóg- gávan og metingin hjá dóm- aranum, sum tekur avgerð um, hvør skal hava barnið/- børnini hjá sær, tá foreldrini ikki longur liva saman. Leggjast skal tó afturat, at tá talan er um børn í ymiskum aldri, eru dømi um, at pápin fær foreldramynduleikan yvir størra barninum/børn- unum, meðan mamma fær foreldramynduleikan yvir smáum børnum. Turið D. Hentze, fyrrv. forkvinna í Javnstøðunevnd- ini og advokatur, skrivaði fyri nøkrum árum síðani eina grein "Pápar - foreldra- rættur - javnrættur", har lóg- gávan og støðan, sum hon er í dag, eru lýst. Greinin sæst á heimasíðuni hjá Javn- støðunevndini www.javn- ratt.fo undir tema’num "For- eldramynduleiki"- "Pápar". Seinastu tvey árini hava tríggir pápar vent sær til Javnstøðunevndina og gjørt vart við, at teir kenna seg fyri vanbýti í spurninginum um foreldramynduleika at teirra børnum. Og í sjónvarpssendingini Cassiopeia í heyst sóknaðist ein pápi eftir at vita, hvat Javnstøðunevndin hevur gjørt við málið um foreldra- mynduleika. Umframt at hava viðgjørt fyrispurningar frá pápum, og m.a. samskiftað við teir um teirra støðu, hava vit savnað tilfar til eitt tema á heimasíðuni hjá Javnstøðu- nevndini um foreldra- mynduleika. Í okkara svarum til páp- arnar hava vit gjørt greitt, at nevndin ikki hevur mynduleika at taka avgerð í málum um foreldramyndu- leika, men at vit meta, at menn og kvinnur eru ikki javnt sett, tá foreldur fara hvør til sítt, og ikki kunnu semjast um, hvør skal hava barnið/børnini hjá sær. Fyri at lýsa málið um for- eldramynduleika og harvið vera við til at varpa ljós á ónøktandi viðurskifti, gjørdu vit á vári 2003 eitt tema á heimasíðuni hjá J a v n s t ø ð u n e v n d i n i www.javnratt.fo. Vit spurdu okkum fyri hjá Ríkis- umboðnum og Innlendis- málaráðnum (fyrr Løg- málaráðnum) og øðrum, og funnu upplýsingar á donsk- um heimasíðum um evnið. Eisini heittu vit á eina mammu og ein pápa um at lýsa málið um foreldra- mynduleika frá teirra sjón- arhorni. Tilfar er eisini um mediatión, sum er eitt tilboð til foreldur at semjast um avtalur, sum hava við barnið at gera. Tað er onki at ivast í, at okkara lóggáva hevur ikki fylgt við tíðini, og at tað kennist ómetaliga svárt hjá pápum, sum hava verið týdningarmiklir umsorgan- arpersónar í lívinum hjá sín- um børnum, at góðtaka, at teir ikki eru við til at taka avgerðir um og vegna barn sítt, tá foreldrini fara hvør til sítt. Tað eru nevndu fyri- spurningar og eitt nú stovn- anin av felagnum ‘Børn uttan rættindi’ tekin um. Í sjónvarpssendingini Cassiopeia varð sagt, at tað er umráðandi fyri trivnað- inum hjá barninum, at for- eldrini eftir skildnaðin tosa pent við og um hvønn- annan. Tíverri leggur lóg- gávan og mannagongdirnar í sambandi við eina ósemju um foreldramynduleika ikki upp til, at foreldrini sjálvi finna semjuna. Í Danmark er felags for- eldramynduleiki og til tess at hjálpa foreldrum, sum ikki eru samd um viður- skiftini hjá børnunum, kunnu foreldur fáa tilboð um mediatión. Við media- tión gera foreldrini avtalur, sum tey eru samd um. Tað er ikki ein advokatur, sum talar vegna foreldrini og tal- an er ikki, um at finna ein ‘vinnara’ og ein ‘tapara’. Tilboð um mediatión høvdu uttan iva verið góð hjálp hjá føroyskum foreldrum, sum hava ilt við at semjast um, hvussu gerandisdagurin hjá barninum skal vera og hvussu børnini framvegis hava tætt samband til bæði foreldur. Men mediatión loysir sjálvandi ikki trupul- leikan við vantandi felags foreldramynduleika. Í spurningum um for- eldramynduleika hevur eis- ini skyldan mótvegis barn- inum verið umrødd. Ein høvuðsorsøk til, at mamman oftast fær foreldramyndu- leikan er, at hon hevur verið mest um børnini. Hóast tað er vanligt, at bæði foreldur arbeiða úti, er tað framvegis soleiðis í Føroyum, at tað eru mammurnar, sum hava ábyrgdina av børnunum, og hetta kann vera ein vansi fyri pápar, sum ynskja foreldramynduleikan yvir sínum børnum. Í sambandi við viðgerðina av barsils- skipanini, vísti Javnstøðu- nevndin á hetta. Eisini varð víst á, at pápar hava ikki somu rættindi sum mammur til barnsburðarfarloyvi, og at hetta er mismunur vegna kyn. Áheitanin varð ikki tik- in til eftirtektar.