Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-12-04, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 4. desember 2004síða 23

‹ fyrra síða allar 52 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

JÓLASØLA Jan Müller Tað er fastur táttur á hvørjum ári, at Føroya Heimavirkisfelag skipar fyri jólasølu. Hetta tiltak hevur seinastu árini verið í Badmintonhøllini, sum hesaferð tó varð ov lítil til tiltakið. Áhugin fyri at gera lutir til stóru árligu jólasøluna var so mikið stórur, at tað var neyðugt at finna landsins størsta høli til endamálið. Og tí varð høllin á Hálsi kosin til hetta, og má sigast, at varð varð møtt og vitjað. Ikki færri enn 52 básar vórðu í stóra tiltakinum og fólk vitjaðu allan leygardagin og sunnudagin. Tað var ein ótrúlig sjón at standa á áskoðaraplássunum og síggja niður yvir allar básarnar og tey virknu, driftugu og evnaríku fólk, sum við hondum og góðum evnum og vilja høvdu bundið pløgg, bakað smákøkur og alt hugsandi, sum hendur megna. Ikki kann sigast annað enn, at vit eiga mong virkin og evnarík fólk kring alt landið. Stóra tiltakið í høllini var so enn ein áminning um hetta. Her snúði tað seg einaferð skyld ikki um fisk, olju ella KT. Nei tað snúði seg um, hvat føroyskar hendur kunnu og megna í heimunum kring landið. Ikki á virkjum og í stórum fyritøkum. Jólasølan hjá Heimavirkis- felagnum er nógv vaksin seinastu árini. Hon byrjaði fyri 12 árum síðani í gamla vaska- ríinum. Nú er hon so endað í stóru høllini á Hálsi. Í fjør vóru 30 básar. Í ár vóru nærum tvífalt so nógvir, og tá sluppu øll ikki við. Vit kunnu bara staðfesta, at skapandi handverk og heimavinna er í besta blóma á klettunum. Hetta í orðsins rætta týdningi, velduga tiltak, minnir okkum á, at hóast vit eru fá og smá, so eru vit kortini mong og stór, tá talan er um at skapa nakað, um at geva lívinum fjølbroytt innihald. Gott í tykkum mongu, sum eru við at seta so flott og stórt tiltak saman. Hetta tænir tykkara heiður og alra føroyinga heiður. Spennandi verður at síggja, hvat spyrst burtur úr næsta ár. Jólatiltakið hjá Føroya Heimavirkisfelag telur heilt givið millum fremstu og bestu tiltøkini í jólamánað- inum. Fimm (jóla)stjørnur hevur tað uppiborið. Nr. 233 • Vikuskiftið 4./5. desember 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo Mennir skapanin læruna? Lesið síðu 38–39 Eitt ótrúliga virkið fólk Frá einum av mongu básunum á jólasøluni hjá Føroya Heimavirkisfelag Mynd Jan Müller