Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-21, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. mai 2019síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 22. mai 2019 · Nr. 58 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HEILSA Vilmund Jacobsen Longu teir gomlu grikk­ ar­nir og rómararnir høvdu gáað eftir, hvussu kenslu­b­orin strongd kann føra til høvuðpínu. Nýggj gransking bend­ ir eisini á, at ávísir tankar kunnu geva meira høvuð­ pínu enn aðrir. Høvuðpína kann vera tekin um bæði lív­ frøðiliga, fysiologiska og sálar­liga ójavnvág. Tá kroppur og sál hanga so neyvt saman, kann tað vera trupult at siga, hvat er hønan, og hvat er eggið í hvørjum ein­støkum føri – ella, hvat tað er, sum kemur fyrr, og hvat kemur seinni. Tankar, sum føra til eina kenslu av máttloysi, eru ofta teir heilt stóru syndararnir, tá ræður um høvuðpínu. Ymisk tankamynstur Tað var sálarfrøðingurin, Martin Seligman á Uni­ versi­tetinum í Penn­ sylvania, sum fyrstu ferð fór at arbeiða við tonk­ um og avleiðingum av hesum. Hann fann út av, at kenslan av máttloysi hong­ur neyvt saman við, hvussu vit tulka ymiskar støður. Ella rættari: Hvørj­ar brillur, vit taka upp á okkum, tá vit hygg­ja at tí, sum hendir í okkara lívi. Nú hevur nýggj gransk­ing sett sjóneyku á, hvussu júst hesi tanka­ mynstur kunnu vera ein viðvirkandi orsøk til høvuð­pínu. Kanningin vísir, at tað serliga eru trý sløg av tonkum, sum kunnu geva trupulleikar við pínu í ovastu hædd. Eitt er vanin at tulka støður sum óbroytiligar, vanin at generalisera - og so vanin við at ”persónalisera”. Bert fyri eina tíð Viðhvørt kunnu vit menniskju síggja keði­ ligar støður sum ”óbroyti­ lig­ar”, hóast okkara logikk­ur sigur, at støðan bert er fyri eina tíð. Eitt nú kunnu vit hugsa keðiliga tankan, at ”mín høvuðspína heldur ongan­tíð uppat…” í staðin fyri at hugsa, at ”eg havi høvuðpínu beint nú…” Generalisering snýr seg um hugburðin at sígg­ja ”negativ ting í einari støðu” sum um, at hetta er galdandi fyri allar aðrar støður eisini. Eitt nú ”eg eri sjúkligur av náttúru…” í staðin fyri bara at siga, at ”eg havi høvuð­pínu…” Sjálvandi er tað týdn­ingar­mikið at taka ábyrgd av egnum gerðum og mistøkum, men viðhvørt fýlast vit at okkum sjálvum fyri ting, vit ikki hava ábyrgd av - ella bara hava ein part av ábyrgdini av. Hetta er tað, vit rópa ”per­sonali­ ser­ing”. Eitt dømi: ”Eg havi skyld­ina av, at vit eru aftur út á okkara deild, tí eg fór heim við høvuð­ pínu…” í staðin fyri at hugsa, at ”eg fekk høvuð­ pínu og fór heim… tey tóku ov seint hond um upp­gávuna…” At bróta vanar Avleiðingin av negativum tankamynstri kann verða, at tankarnir fáa teg at føla teg máttleysan, og kenslan av hesum ger, at tú verður keddur, óður og óttafullur. Hetta eru júst slíkar kenslur, sum fáa vødd­ arnar í kroppinum at spenna seg, og tað kann elva til høvuðpínu. Har­ aftrat kemur, at vit ikki duga serliga væl at taka hond um trupulleikan við eitt nú at strekkja út ella veita okkum sjálv­um linna, tá vit framman­ undan eru í einum tanka­ mynstri, sum sigur, at ”tað er einki sum hjálpir…” Kelda: www.helse.dk MÁTTLOYSISKENSLA ER OFTA EIN ORSØK TIL HØVUÐPÍNU Avleiðingin av negativum tankamynstri kann verða, at tankarnir fáa teg at føla teg máttleysan, og henda kensla ger, at tú gerst keddur, óður og óttafullur. Kanning vísir, at tað serliga eru trý sløg av tonkum, sum kunnu geva tær trupulleikar við pínu í ovastu hædd Soleiðis kunnu migrena, ov høgt blóðtrýst og strongd kennast í høvdinum Viðhvørt kunnu vit menniskju síggja keðiligar støður sum ”óbroytiligar”, hóast okkara logikkur sigur, at støðan bert er fyri eina tíð