Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-21, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. mai 2019síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 22. mai 2019 · Nr. 58 FÓTBÓLTUR Benja­minsen ikki eru við. Har­ til eru Søren B. Nielsen og Edvin Jakobsen úti. Søren B. Niel­sen hevur verið nær við at verða klárur, so kanska er ein møguleiki, at hann verður lapp­aður saman til dystin. Her talar søgan og gongdin sein­astu dystirnar fyri Víkingi. SOSIALURIN TIPPAR: 3-2 Ítróttarskrivarin á Norð­lýsi­ num, sum eisini rekur heima­ síðuna bolt.fo, tippar her seinnu hálv­final­urnar. KÍ-HB Samanlagt var klassamunur á hesum báðum liðunum sunnudagin, og skal eg vera heilt erligur, so vænti eg, at tað verður javnari hesaferð, men eg dugi illa at ímynda mær, at tað skal broytast so nógv, at KÍ skal koma víðari. Í Føroyum hava vit eisini sæð fyrr, at spæla somu lið innan fáar dagar, so er sjáldan, at tað eru tveir ymiskir vinn­ ar­ar. Tað kann vera, at hatta var undantakið hjá KÍ, heldur enn veruliga støði. Tí avrikini frammanundan hava verið góð. Ella hevur Simen Sand­ mæl so nógv at siga? Søgan hevur tað við at endur­taka seg. Har kunnu vit stað­festa, at HB undir Heimir Guðjónsson hevur havt gott tak á KÍ. Telja vit ikki fyrsta dystin í 2018, tá eitt skert HB-lið ikki hevði funnið stevið, hevur HB ongan dyst tapt móti KÍ. Felags fyri allar dystirnar er, at HB antin hevur avgjørt ella verið betra liðið í seinna hálv­ leiki. Hópurin hjá KÍ venur nógv og er í góðari venjingarstøðu, men okkurt kann benda á, at hóp­urin hjá HB hevur lagt eitt ''lag'' afturat, tí í flestu dyst­um spælir HB við størri orku í seinna hálvleiki. Hesa ferð ímyndi eg mær eisini, at KÍ vegna 4-1 tapið sun­nu­dagin í lands­kapp­ing­ ini, kemur út sum eitt ódnar­ veður, men tað strekkir ikki yvir ein heilan dyst. Tí hevur HB eftir mínum tykki eisini tey betru kortini, um dysturin fer til umdyst. Um tað er so, blíva vit klókari uppá mikukvøldið. Liðið við betri venjingarstøðu stend­ ur við nógv betri kort­um, tá bara tríggir dagar eru millum dystirnar. Nak­að sum ikki er vanligt í Før­oy­um. Eg skilji ikki hví lands­kapp­ingar­dyst­ ur­in ikki bleiv spældur leygar­ dagin ella fríggjadagin. Mín kensla er, at mentalt er HB betri fyri til hesa upp­ gávuna. Bæði við 4-1 sigrinum sunnudagin og sum heild við innanhýsis dystum móti KÍ síðsta árið. Fysiskt er HB eisi­ ni betri fyri til hesa upp­gávu­ na. Tað er ikki nakrar fyri­mun­ ur fyri KÍ, at fyrri dysturin endaði 1-1, tí ein kann ikki spæla upp á 0-0 móti HB, tí tað kemur nærum ikki fyri, at HB ikki skorar í einum dysti. Eg vænti, at HB heldur gongd­ ina í Klaksvík og vinnur sín triðja sigur av seinastu fýra møguligu. TIPPING: 1-2 Víkingur-Skála Hetta er eisini ein sera áhuga­ verdur dystur. Hetta er uppreisnin hjá Víkingi í mun til 2018, sum kann vera veru­ leiki. Ella kann Skála vinna seg í sín størsta dyst í søguni hjá felagnum, og veru­liga stað­festa sína framgongd í før­oyskum fótbólti? Víkingur hevur alla søguna í sínum parti. Eitt er, at Vík­ ingur sum felag ongantíð hevur tapt móti Skála. Nakað annað er steypasiðvenjan, har Vík­ingur er mest vinnandi felag­ið í steypakappingini hesa øldina. Harafturat er so form­talv­ an, har Víkingur hevur fýra sigr­ar og ein javnleik, meðan Skála bara hevur vunnið ein dyst av síðstu seks, og tapt fýra dystir. Víkingur manglar stýri­ mann­in í miðverjuni, Atla Greger­sen, meðan Skála-mið­ verjin Jákup Jakobsen er iva­ samur. Fyrr í ár hava vit sæð, at verjuparturin hjá Skála viknar nógv, tá Jákup Jakob­ sen ella Fróði Benja­min­sen, ella báðir ikki eru við. Fyrri dysturin endaði 1-1 og sjálvt úrslitið hevur ikki avgjørt nakað her. Tí Skála hevur ikki endiliga brúk fyri at vinna sín fyrsta sigur á Víkingi, 2-2 ella 3-3 er eisini nokk. Síðani fyrru hálv­ finaluna hevur Skála-liðið sæð tungt út í báðum dyst­ unum, men nú hava seks dagar verið ímillum dyst­ir­ nar og tað - saman við motiva­ tión­ini - eigur at gera, at vit aft­ur síggja eitt væl­upp­lagt Skála-lið. Hetta er eisini ein dystur millum tveir sera ymiskar spæli­stílar. Víkingur trívist best við, at mótstøðuliðið hevur bóltin meir, meðan Skála í næstan øllum sínum dyst­um hevur bóltin meir og helst vil stýra dystinum við bólti. Í mun til KÍ-HB, har við­ merkjarar eru ósamdir um favorittleiklutin, so er Vík­ ingur favorittur hjá nærum øllum í hesum dystinum. Og tað av røttum vegna áður­ nevndu orsøkir. Men hetta kann vera ein fyrimunur hjá Skála, sum spælir undir minni trýsti. Verður Jákup Jakobsen við, so síggi eg fyri mær, at hetta verður ein spennandi dystur, tí Skála liggur inni við einum høgum støði, um lið­ið fer at vísa seg frá síni góðu síðu sum vit eitt nú sóu í fyrru hálvfinaluni. TIPPING: 3-2 1. umfar í Løgmanssteypinum: HB-NSÍ 2-1 (0-0) 1-0 Jógvan Skeel Nolsøe 65 1-1 Klæmint A. Olsen 87 2-1 Pætur Petersen 90+1 Undrið-KÍ 1-13 (0-7) 0-1 Jonn Johannesen 3 0-2 Patrik Johannesen 7 0-3 Jonn Johannesen 11 0-4 Patrik Johannesen 24 0-5 Jonn Johannesen 27 0-6 Patrik Johannesen 32 0-7 Boris Dosljak 45 0-8 Patrik Johannesen 51 0-9 Jóannes Bjartalíð 56 0-10 Jóannes K. Danielsen 58 0-11 Jóannes K. Danielsen 61 0-12 Jóannes Bjartalíð 64 1-12 Steinbjørn Olsen 68 1-13 Jonn Johannesen 78 Skála-AB 1-0 (0-0) 1-0 Andreas Jacobsen 68 EB/Streymur- Víkingur 2-6 (1-3) 0-1 Rói Olsen 8 sjálvmál 1-1 Steffan Løkin 16 1-2 Atli Gregersen 32 1-3 Filip Djordjevic 45 2-3 Steffan Løkin 48 2-4 Adeshina Lawal 68 2-5 Gunnar Vatnhamar 75 2-6 Adeshina Lawal 80 Fjórðingsfinalur: HB-B71 4-0 (0-0) 1-0 Símun Samuelsen 50 2-0 Símun Samuelsen 55 3-0 Símun Samuelsen 68 4-0 Dan í Soylu 80 B36-KÍ 2-2 (2-0) 3-4 eftir longdaleiktíð 1-0 Eli F. Nielsen 8 2-0 Brian Jakobsen 45 2-1 Darius Lewis 66 2-2 Aksel Danielsen 89 2-3 Torbjørn Grytten 96 3-3 Ragnar Samuelsen 100 3-4 Jákup B. Andreasen 102 Skála-TB 5-1 (3-0) 1-0 Jákup Johansen 5 2-0 Heðin Klakstein 36 3-0 Janus S. Samuelsen 45 4-0 Jákup Johansen 50 5-0 Janus S. Samuelsen 57 5-1 Stefan Radosavljevic 81 Skála – B68 10-0 (4-0) 1-0 Heðin Hansen 6 2-0 Gunnar Vatnhamar 12 3-0 Heðin Hansen 14 4-0 Sølvi Vatnhamar 24 5-0 Andreas Lava Olsen 70 6-0 Adeshina Lawal 72 7-0 Heðin Hansen 78 8-0 Dion Splidt 81 9-0 Gert Hansen 85 10-0 Adeshina Lawal 88 Fyrru hálvfinalur: HB – KÍ (0-1) 1-1 1-1 Simen Sandmæl 33 1-1 Ari M. Olsen 49 Skála – Víkingur (1-0) 1-1 1-0 Jákup Johansen 12 1-1 Sølvi Vatnhamar 60 Vegurin til hálvfinalurnar: Jákup Ósá tippar: