týsdagur 21. mai 2019síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 22. mai 2019 · Nr. 58
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
Upptakt:
Tróndur Arge
Hetta er steypafótbóltur tá
hann er bestur. Ein dystur og
bara ein vinnari. Alt stendur
upp á spæl og dystirnir liggja
dag um dag. Í aðrari hálv
finaluni eru tvey tey mest
vinnandi liðini í landinum,
sum hava spælt nakar av teim
um hendingaríku dystum, ser
liga tá hugsað verður um um
støðurnar, har áskoðararnir
gera nógv burturúr. Í hinari
hálvfinaluni hava vit eina
uppgerð millum steyparisan
í hesi øldini, ið er fallin eftir
tvey meistaraheiti, og Skála,
ið ynskir at blanda seg upp í
søguskrivingina í føroyskum
fótbólti.
Líka mikið hvussu tað spæl
ir av, so verður tað ein spenn
andi upptakt og óiva tvær
spennandi uppgerðir. KÍ og HB
spæla mikukvøldið í Klaksvík,
meðan Víkingur tekur móti
Skála hóskvøldið. Báðar tær
fyrru hálvfinalurnar endaðu
við javnleiki 1-1.
KÍ-HB (Beinleiðis á FM1)
MIKUDAGIN KLOKKAN 18
DÓMARI: PETUR REINERT
Fyrra hálvfinalan millum hesi
bæði endaði við javnleiki 1-1.
Simen Sandmæl legði KÍ á odda
í fyrra hálvleiki, tá hann rann
frá verjuni hjá HB og dribblaði
málverjan av og skoraði. Í
seinna hálvleiki javnaði Ari
Mohr Olsen, tá hann beindi
skotið hjá Brynjari Hlöðvers
syni í málið.
Tað var rímilig semja um, at
KÍ hevði størri málmøguleik
arnar í fyrra hálvleiki, meðan
HB hevði trýstið í seinna hálv
leiki.
Sunnudagin møttust liðini
aftur í Gundadali í lands
kappingini. Hesa ferð vann
HB greiðan 4-1 sigur. KÍ var
uttan Simen Sandmæl, ið helst
hevur verið ársins spælari
higartil, og tað merktist
á
spælinum.
Hin
vegin hevur HB fingið
Trónd Jensen aftur á
miðvøllin. Avrikini hjá
honum á miðjuni hava
verið
sannførandi.
Hesa
ferð
saman
við
Dan
í
Soylu,
sum bleiv valdur til
dagsins
spælara
av
ÍtróttarSosialinum.
Til
seinnu
hálvfinaluna hevur KÍ
Simen
Sandmæl
tøkan
aftur. Hetta kemur óiva at
broyta spælið hjá KÍ nakað. HB
var sunnudagin uttan Brynjar
Hlöðversson, meðan Bartal
Wardum
byrjaði
á
bonki
num. Fyrrnevndi er meir enn
ivasamur, meðan Bartal Ward
um er tøkur at byrja, um brúk
er fyri tí.
Einki avgjørt
Tað er einki avgjørt undan
seinnu hálvfinaluni, men KÍ
hevur munin á máltalvuni við
útivallar málinum. Tað merkir,
at HB skal skora í Klaksvík.
-Vit eru ongantíð nøgdir, tá
vit ikki vinna í Gundadali. Nú
skulu vit til Klaksvíkar at skora
móti besta liðnum í landinum í
løtuni. Eg haldi tað er púra opið
hvør kemur víðari. Vit leita
í løtuni eftir stabilitetinum í
spælinum hjá okkum, segði
Heimir Guðjónsson eftir fyrru
hálvfinaluna.
-Eg haldi ikki at møguleikin
er verri, enn hann var áðrenn
hendan dystin. Hetta er eitt
rímiligt úrsligt. Vit eru sterkir
í verjupartinum, so HB fær
sína søk fyri við at leypa á. Vit
eru eisini sterkir upp á umstill
ingar, so eg haldi at vit hava
spælt ein dyst, har úrslitið er
ókey fyri okkum, segði Mikkjal
Thomassen, venjari hjá KÍ,
eftir fyrru hálvfinaluna.
Hann
ásannaði
eisini
eftir
dystin
sunnudagin,
at Simen Sandmæl er ein
týdningarmikil spælari, sum
hann er glaður fyri at hava
við aftur til seinnu hálv
finaluna.
HB
var
greitt
omaná
sunnudagin og okkurt bendir
á, at pílarnir peika rættan veg
hjá teimum reyðu og svørtu í
Gundadali. Avbjóðingin er, at
HB skal skjóta mál. Um ikki, so
stendur KÍ í steypafinaluni.
SOSIALURIN TIPPAR: 1-2
*HB VINNUR EFTIR LONGDA LEIKTÍÐ
Víkingur-Skála
(Beinleiðis á FM1)
HÓSDAGIN KLOKKAN 18
DÓMARI: LARS MULLER
Fyrra hálvfinalan endaði við
javnleiki 1-1. Hetta kom ikki so
óvart á, tí tað er lítil munur á
hesum báðum liðunum, og
talan var um fyrru hálvfinalu
na.
Hetta er ein endurtøka
av hálvfinaluni í kappingini
um Løgmanssteypið frá 2016.
Hetta er ikki ein nýggja støða
hjá Víkingi, sum er fimmfald
ur steypavinnari. Øll steypini
komu í hús frá 2009 til 2015.
Fyri Skála er hetta meiri
ókent umhvørvi. Skála hevur
ongantíð vunnið Løgmans
steypið og heldur ikki verið í
finaluni, men tað hevur fyrr
verið nær við.
Skála var í hálvfinalunum
í bæði 2006 og 2007, umframt
í 2016. Ongantíð hevur tað
eydnast at vunnið seg í finalu
na, men nú fáa teir møguleikan
aftur.
Víkingur
er
uttan
Atla
Gregersen, sum fekk tveir
dystir leikbann, eftir at hann
fekk sítt seinna gula kort eftir
dystarenda í landskappingini
móti EB/Streymi. Gestirnir av
Skála vóna, at skaðin hjá Jákupi
Jakobsen ikki er álvarsamur.
Hann fór út fríggjakvøldið
móti B36, sum vann 2-1. Her
sást væl í 2-1 málinum hjá
B36, at Skála er ikki tað sama,
tá Jákup Jakobsen ella Fróði
NÚ FINNA VIT
FINALISTARNAR
Tað verður antin KÍ ella HB, sum møta antin
Víkingi ella Skála í finaluni í kappingini
um Løgmanssteypið. Avgerðirnar
fella mikukvøldið og hóskvøldið