týsdagur 21. mai 2019síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 22. mai 2019 · Nr. 58
TÍÐINDI
KUNNGERÐ
Fólkatingsvalið
05.06.2019
Í Sunda Kommunu verður valt á hesum støðum:
• Veljarar búsitandi við Gjógv velja í skúlanum
við Gjógv.
• Veljarar búsitandi við Norðskála, á
Oyrarbakka og á Oyri velja í Eydnuni á
Oyrarbakka.
• Veljarar búsitandi í Tjørnuvík velja í
bygdahúsinum í Tjørnuvík
• Veljarar búsitandi í Haldórsvík og á
Langasandi velja í skúlanum í Haldórsvík.
(lofti)
• Veljarar búsitandi í Hvalvík, Streymnesi og í
Saksun velja í skúlanum í Hvalvík.
• Veljarar búsitandi í Hósvík velja í skúlanum
í Hósvík.
Atkvøðugreiðslan er frá:
Kl. 9.00 til kl. 20.00 ella so leingi veljarar møta
uttan steðg.
Brævatkvøður:
Veljarar, ið verða burturstaddir valdagin, ella
á annan hátt lúka treytirnar fyri at greiða
brævatkvøðu, kunnu í seinasta lagi mánadagin
3. juni 2019 greiða brævatkvøðu við at venda
sær til kommunuskrivstovuna í vanligari
avgreiðslutíð. Brævatkvøður skulu vera
valstýrinum , har veljarin stendur á vallista, í
hendi innan valið byrjar kl. 9.00 tann 5.juni 2019
Heimaval:
Veljarar ið vegna sjúku ikki kunnu koma á
valstaðið, kunnu velja heima í seinasta lagi
mánadagin
3. juni 2019 við at venda sær til
kommunuskrivstovuna tlf. 667271 í seinasta lagi
mánadagin 3. juni
kl. 15.00.
Valkort:
Valkort verða send veljarunum í standa á
vallistanum. Um onkur, sum heldur seg hava
atkvøðurætt, ikki hevur fingið valkort, ella
okkurt er komið skeivt fyri, skal viðkomandi
venda sær til kommunuskrivstovuna skjótast
tilber.
Oyrarbakki tann 16.05.2019
SUNDA KOMMUNA
Stóran týdning fyri Klaksvík
– Atlantic Fair hevur sera stóran týdning fyri Klaksvík. Eg haldi, at
messan hevur ment seg og er vorðin meira spennandi fyri hvørt
ár, sigur Jógvan Skorheim, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu
Frants Jensen
frants@sosialurin.fo
Tað var borgarstjóri, sum bjóðaði
vælkomin til Klaksvíkar, áðrenn
Aksel V. Johannesen, løgmaður,
setti stevnuna fyrrapartin í gjár.
– Eg haldi, at ein stevna, sum
skal eydnast, skal geva teimum
ymisku fyritøkunum nakrar avtal
ur í hús. Fyritøkurnar koma aftur
og aftur, og tað vísir, at stevnan
hevur stóran tydning, sigur Jógv
an Skorheim.
Fiskivinnuhøuðsstaður
– Vit kalla okkum fyri fiskivinnu
høvuðsstað Føroya. Tað hevur eis
ini nógv at týða fyri vinnulívið at
møtast við øðrum á hesum staðn
um. Vit hava góðar umstøður at
hava eina tílíka ráðstevnu, og tað
er upplagt, at hon liggur her. Tað
gevur eisini nakað til býin, at so
nógv fólk eru í býnum hesar dag
arnar, sigur Jógvan Skorheim.
Vónar fleiri fyritøkur
Tað er nógv vinnlív í Klaksvíkar
kommunu, og borgarstjórin roynir
at skapa góðar karmar fyri vinn
una.
– Vit gera nógv fyri, at fortreyt
irnar hjá vinnuni skulu vera so
góðar sum gjørligt. Vit hava til
dømis fingið eina av heimsins
størstu smoltstøðum at liggja í
kommununi, og tað eru vit sera
glað fyri. Nú eru vit í gongd við at
útstykkja fleiri vinnuøki, so at
fleiri fyritøkur kunnu búseta seg í
Klaksvík. Vit ætla millum annað
at leingja Norðhavnina, sigur
Jógvan Skorheim.
15.000 fermetrar í Borðoyarvík
– Tað, sum hevur verið størsta
avbjóðingini seinastu árini, er, at
nakrar av teimum fyritøkunum, ið
einaferð vóru lítlar, hava vaksið
seg stórar og tí hava tørv á meira
plássi. Onkur ætlar at byggja
stórt, og tí mugu vit fáa nýggj stór
vinnuøki í kommununi. Vit vilja
eisini gera fortreytirnar fyri, at
aðrar vinnufyritøkur kunnu koma
hendavegin. Vit vilja gera tað so
leiðis, at vit eisini fáa fleiri inn
tøkur til kommunukassan, sigur
Jógvan Skorheim.
Nýggja vinnuøkið verður stað
sett í Borðoyarvík. Har er ein bát
hylur í dag, men farið verður long
ur út eftir arminum. Talan er um
15.000 fermetrar av vinnuøki í
fyrstu atløgu. Men møguleiki er tó
at víðka í framtíðini.
Jógvan Skorheim, borgarstjóri
í Klaksvíkar kommunu.
Mynd: Jens Kristian Vang
til framsýningar. Vinnumessan
savnar vinnulívsfólk úr øllum Før
oyum, men messan dregur eisini
nógv útlendsk vinnulívsfólk til
Føroya. At útlendingarnir eru
nógvir sæst millum annað aftur í,
at so at siga allir útleigubilar í Før
oyum eru útleigaðir, og at so at
siga øll hotellkømur í landinum
eru í nýtslu.
Tilsamans vera 15 framløgur á
Atlantic Fair. Millum annað: ”Vinn
an skal trívast í Klaksvíkar komm
unu”, ”Hví ikki byggja skip í Før
oyum við føroyskum fyritøkum?”,
”Sjóvinnutænastur
til
altjóða
marknaðin”, ”Pit Stop Føroyar”,
”Meir enn fiskur”, ”Skip renna á
land – ein vandamikil kós” og
”Stuðulsmøguleikar”.
Messan heldur á til hósdagin
klokkan 16.
Áki í Skemmuni, stjóri í Atlantic Fair.
Mynd: Frants Jensen