týsdagur 21. mai 2019síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 22. mai 2019 · Nr. 58
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Í gjáramorgunin byrjaði altjóða vinnumessan Atlantic Fair í Klaksvík. Messan
er annað hvørt ár, og hesaferð eru 192 framsýnarar við. Tað eru nógvar
fyritøkur úr Føroyum, men fyritøkur eru eisini úr 19 øðrum londum, millum
annað Danmark, Norra, Íslandi, Belgia, Italia, Russlandi og USA
Frants Jensen
frants@sosialurin.fo
– Tá ið vit byrjaðu í Runavík,
var messan eitt sindur størri.
Tá nýttu vit tjøld, men tað
riggaði ikki. So fóru vit yvir at
nýta hallir. Hetta er besta
loysnin, ið Klaksvík hevur at
bjóða, og samstundis er hetta
fiskivinnuhøvuðsstaðurin
í
Føroyum. Tí egnar hon seg
sera væl at vera her, sigur Áki í
Skemmuni, stjóri í Atlantic
Fair.
Tað er níggindu ferð, at
Atlantic Fair er. Messan er
annaðhvørt ár. Hon var fyrst
tvær ferðir í Runavík, og síðani
tvær ferðir í Havn. Hetta er
fimta ferðin, at hon er í Klaks
vík.
Væntar gott 4.000 vitjandi
– Nú koma fyritøkur frá fleiri
og fleiri londum. Vit merkja
ein størri áhuga. Eg vænti, at
tað fara at koma gott 4.000
vitjandi ella eitt sindur meira.
Tað er ikki endiliga nøgdin á
vitjandi, ið hevur mest at týða,
men meira dygdin á framsýn
ingini, sigur Áki í Skemmuni.
Tað, sum messan fyrst og
fremst gevur, eru møguleikar
til samskifti millum ymsar
partar í vinnuni. Tað sum verð
ur kallað network.
– Konseptið við messuni er
tað sama, men tað er tó víðkað
nakað, millum annað er skrá
setingin
farin
útum.
Tað
nýggja er sjálvandi tað, ið
framsýnararnir hava at bjóða.
Tað eru eisini nógvir áhuga
verdir fyrilestrara á skránni,
sigur Áki í Skemmuni
Allir útleigubilar og
hotellkømur útleigað
Bæði KÍ-høllin og Badminton
høllin í Klaksvík verða nýttar
KSS ætlar at smíða skip í Føroyum
– Vit hava lidna verkætlan, har vit bjóða okkum fram
at smíða skip við kappingarførum prísi. Ótryggleikin í
fiskivinnuni hevur tó gjørt, at menn hava drigið eitt sindur
á, sigur Frimodt Rasmussen, stjóri í Klaksvíkar Sleipistøð
Frants Jensen
frants@sosialurin.fo
Klaksvíkar Sleipistøð (KSS) ar
beiðir við verkætlan at smíða
skip í Føroyum. Arbeitt verður
saman við Articon, El-service,
Blikksmiðjuni og øðrum fyri
tøkum um verkætlanina. Ætl
andi skal skrokkur byggjast
uttanlands, men restina av ar
beiðinum skal gerast í Føroy
um.
– Eg hevði ikki brúkt so
nógva orku uppá tað, um eg
ikki hevði trúð uppá, at hetta
verður til veruleika, sigur Fri
modt
Rasmussen,
stjóri
í
Klaksvíkar Sleipistøð, sum fyri
einum ári síðani varð kosin
ársins leiðari.
Talan er um at gera tveir
partrolarar, sum skulu nýtast
til fiskivinnu undir Føroyum,
og sum skulu verða 40 metrar
langir. Ætlanin er at fáa tveir
báðar skrokkarnar gjørdar í
einum.
Stuðul ein avbjóðing
Frimodt Rasmussen vísir á, at
kappingarføri ger, at skrokk
arnir eftir ætlan verða gjørdir
uttanlands. Men restina av ar
beiðinum skal gerast í Føroy
um.
– Tað, sum er ein avbjóðing,
er stuðul. Øll onnur verða
stuðlað uttan í Føroyum. Í
Føroyum hava vit ein stuðul at
smíða skip, ið er átta prosent.
Um skip til dømis verður bygt í
Spania, so fær ein 15 til 20
prosent í stuðli, og tá er nógv
lættari at fara í gongd, sigur
Frimodt Rasmussen.
11 ár síðani seinasta skip
Í 2006 og 2007 arbeiddi Fri
modt Rasmussen hjá Thor. Tá
vórðu skipini Alfa og Omega
bygd. Tá varð alt arbeiðið gjørt
í Føroyum.
– Tað, sum er gjørt tey síðstu
árini, er, at farið er uttanlands
at byggja, ella at útlendingar
eru komnir til Føroya at ar
beiða upp á skip. Vit hava
tappa føroyingar fyri vitan.
Vit leggja ikki afturat varðan
um. Okkara ynski er, at vit í
Føroyum aftur fara at byggja
skip. Tað er ikki gjørt síðani
Alfa og Omega vórðu bygd í
2008. Tá varð tað seinasta
skipið latið. Teir menninir, ið
bygdu skip tá, eru eldir meira
enn 10 ár. Vit mugu seta nýggj
fólk við, sigur Frimodt Ras
mussen.
Vóru fremst
– Um tú hugsar um føroyingar
í 50-unum, 60-unum, 70-unum,
tá vóru vit fremst innan nógv,
sum hevði við skipavinnu at
gera. Nú er alt hetta burtur,
sigur stjórin á KSS.
– Hetta er heilt konkret. Vit
hava verið við til at sniðgivið
skipið saman við áhugaðum
keyparum og saman við norsk
um skipssniðgeva, sigur Fri
modt Rasmussen.
Hann væntar at hetta fer at
skaffa meiri arbeiði til føroy
ingar og føroyskar fyritøkur.
192
FRAMSÝNARAR
Á VINNUMESSU
Frimodt Rasmussen, stjóri í Klaksvíkar Sleipistøð