Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-21, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. mai 2019síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 22. mai 2019 · Nr. 58 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Vilmund Jacobsen Gólvini hjá svensku fyritøkuni eru gjørd úr til­fari sum ger, at tey eru ógvuliga slitsterk og sera væl egnaði til harðføra før­oyska veðurlagið. - Hetta eru gólv, sum kunnu brúkast til næst­ an øll endamál – tún, altan­ir, terassur, hjallar, spæli­pláss, skúlagarðar, frí­tíð­ar-og ítróttarøki, og tey kunnu brúkast til framsýningarøki og ymiskar fyribils upp­ setan­ir. Jørgin Pauli Johannes­ sen sigur, at gólvini eisini eru sera vælegnaði til brúk á kampingplássum og til skipsdekk. Skjótt bæði á og av Gólvini frá Bergo Floor­ ing eru skjót at leggja á, og her krevst bert tummastokkur, stikksag og hamari. Tey fáast í punt­um og í ymiskum mynstrum, sum brúkarin kann seta saman eftir egnum ynski, og gólvini verða framleidd í eini ør­ grynnu av litum. Men, gólvini frá Bergo Flooring eru ikki bara skjótt at leggja á. Tey eru eisini løtt at taka sundur aftur og reingera. - Tey kunnu brúkast um­aftur og umaftur, og tey eru sera slitsterk. Tí­ skil eru gólvini eisini sera væl egnaði í ymisk­um fram­sýn­ingar­hølu­m, og har tiltøk eru, sum krevja, at alt verður ruddað burtur aftur, sigur eigarin av fyritøkuni, Handalag. Beinleiðis úr Svøríki Bergo Flooring-gólvini koma beinleiðis frá verk­ smiðjuni í Svøríki, og her liggur einki sølu­lið ímillum svenska fram­ leiðar­an og føroysku fyri­ tøku­na. - Umframt at hava um hendi sølu, ráð­gev­ ing og tænastu av hes­ um gólvum, kunnu vit eisini syrgja fyri á­legg­ing og annars taka okkum av smærri handa­ligum uppgávum og um­væl­ ingum í hesum sambandi. Jørgin Pauli Johannes­ sen plagar at siga, at Handalag tekur sær av at gera tílíkt, sum fólk vanliga ikki fáa í lag at gera. - Vit hava vitjað verk­ smiðjuna í Anderstorp í Svøríki nakrar ferðir. Tískil kenna vit fyri­ tøkuna og tey fólk, vit sam­skifta og samstarva við, sigur hann. Eisini á Facebook Eigarin av Handalag- fyri­tøkuni sigur, at øll, sum kundu hugsað sær at vitað meira um Bergo Floor­ing-gólvini, eru hjarta­liga vælkomin at venda sær hansara á tlf. 215860. - Vit eru eisini á Facebook undir navni­ num Fa. Handalag, har ymiskar myndir av gólvunum eru at sígg­ ja, sigur Jørgin Pauli Johannes­sen. Vilmund Jacobsen Víkingafestivalurin er eitt rættiliga stórt og for­vitnis­ligt tiltak, sum vend­ir sær bæði til børn og vaksin. Tiltakið verður sett fríggja­dagin hin 31. mai klokkan 17, og tað verður Lív Næs, sum fer at seta stórs­ligna festivalin í Hovi. Longu ein tíma fyri sjálva setanina fríggja­ dagin letur ein Vík­inga­ mark­naður upp, og tá fara víkingarnir eisini at vísa, hvussu ymiskir lutir verða tilevnaðir. Húsið á Mýri fer at selja køkur, kaffi og te, og har­umframt verður søla av toast, tvíflís og øðrum, og her letur upp klokkan 16. Barnaøkið letur eisini upp klokkan 16 fríggja­ dagin, og her verður opið til klokkan 18. Á barnaøkinum verð­ ur eitt nú høvi at snara víkinga­hólinum og vin­ na ymiskar leikur. Her verður bogaskjóting, leitan eftir gimsteinum og rimabond verða kast­ að. Leygardag klokkan 15 og sunnudag klokk­an 14.30 fer Janus á Húsa­ garði at tekna saman við børnunum. Fríggjakvøldið verður eisini Barr Quiss á Mýri, og kvøldið endar út á leygarnáttina við, at Janus á Húsagarði spælir tón­leik á Mýri. Tíðliga seinnapartin leygardagin stevna Grinda­bátar úr Vági inn á Hov, víkingamarknaður letur upp, og víkingarnir fara aftur at vísa, hvussu ymisk­ir lutir verða til­evn­ að­ir. Klokkan 13 leygardagin verður minnissteinur yvir Leiv Øssursson av­ dúkaður, og her fer Jón­ svein Bech, prestur, at halda røðu. Ymisk víkingatiltøk verða í bygdini gjøgnum dagin. Klokkan 18 fara Brekku­catering at grilla heil lomb yvir opnum eldi, og klokkan 20 verður bál og føroyskur dansur við Jómsvíkingum. Á midnátt leygar­kvøld­ ið fara Hans Jakku Hjelm & Vinmenn at spæla til dans. Sunnudagin eru fleiri av Víkingatiltøkunum aftur á skránni, og klokk­ an 13 fer Húsið á Mýri at hava opið við sølu. Klokkan 14 sunnudagin fara Víkingarnir at vísa fram vápnaleik, har øll eru vælkomin at luttaka. Sunnudagin klokk­an 15 verður eisini Vík­inga­ veiða fyri børnum, har leitað verður eftir silvur­ mynt­um. Víkingadagar enda sunnu­dagin klokkan 16. Meðan Víkingadagar eru í Hovi, verða eisini tvær íslendskar spákonur at hitta á økinum frá fríggja­degnum klokkan 16 til sunnudagin klokkan 16. STÓRSLIGIN VÍKINGA­ FESTIVALUR Í HOVI Aftur í ár verður Víkingafestivalur í Hovi, og í ár verður tiltakið í døgunum, 31. mai, 1. juni og 2. juni, sum er fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin í næstu viku Jørgin Pauli Johannessen hevur í fyritøkuni Handalag umboðað svensku gólvini frá Bergo Flooring síðan 2006. Hetta eru gólv, sum kunnu brúkast til næstan øll endamál, bæði innan-og uttandura - Gólvini eru skjót at leggja á, og her krevst bert tummastokkur, stikksag og hamari, sigur Jørgin Pauli Johannesen, sum eigur fyritøkuna, Handalag Eitt slitsterkt gólv til næstan øll endamál