Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-21, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. mai 2019síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 22. mai 2019 · Nr. 58 Undir Hornabakka • Postsmoga 45 • 110 • Tórshavn Telefon 32 05 85 • teldupostur: kaerustovnur@kaerustovnur.fo Løgfrøðingur til Føroya Kærustovn Vit sóknast eftir løgfrøðingi at byrja 1. juni 2019 ella eftir nærri avtalu. Um okkum Føroya Kærustovnur er skrivstova hjá níggju kærunevndum, umframt Høvuðsbarnaverndarnevndini og Skuldarumskipanarnevndini. Okkara arbeiði fevnir í høvuðsheitunum um at lýsa og viðgera kærur frá borgarum og fyritøkum. Arbeiðsuppgávur Arbeiðsøki er breitt, so møguleiki verður fyri at royna seg á ymsum økjum. Um teg • Tú hevur løgfrøðiligt embætisprógv, cand. jur. • Tær dámar væl at arbeiða sjálvstøðugt og loysir uppgávurnar við góðum huga og nærlægni. • Tú tolir, at viðhvørt er stórt trýst á og ert til reiðar at taka eitt eyka tak, tá á stendur. • Tú dugir væl føroyskt í skrift eins og í talu. Vit bjóða • Eitt áhugavert, sjálvstøðugt og avbjóðandi starv. • Góðar møguleikar fyri fakligari menning, har løgfrøðiliga ábyrgdarøkið er stórt og starvsfelagirnir eru dugnaligir. • Spennandi avbjóðingar, har tú ert við til at taka stórar, týdningarmiklar og stundum truplar løgfrøðiligar avgerðir. • Eitt arbeiðspláss, ið hevur ein lyklaleiklut í mun til at tryggja rættartrygdina hjá einstaka borgarunum. • Løn sambært sáttmálanum millum Fíggjarmálaráðið og Búskapar- og løgfrøðingafelag Føroya. Meiri at vita Tú kanst fáa meira at vita um Føroya Kærustovn á www.fks.fo. Eru spurningar, ert tú vælkomin at ringja til Anju Hovgaard, stjóra á tlf. 280585. Umsóknir Umsókn við prógvi og c.v. skal sendast til Føroya Kærustovn Postrúm 45 110 Tórshavn og skal vera okkum í hendi í seinasta lagi 24. mai 2019. Møguligt er eisini at senda umsóknina til ah@fks.fo Nýtt ferðaleiðara skeið í Vestmanna Í heyst skipar Miðnám í Vestmanna fyri nýggjum ferðaleiðaraskeiði. Enda málið við skeiðnum er, at les andi eftir lokið skeið skulu kunna virka sjálvstøðugt sum ferðaleiðari og kunna luttaka í tvørfakligum samstarvi. Ferðaleiðaraskeiðið er sett saman í skeiðspørtum umframt enda lig­ ari verkætlan. Undirvísingin er skipað sum teoretisk og praktisk undirvísing í tilsamans umleið 200 undirvísingartímar. Tríggir fjórð ingar er teoretisk undirvísing við floksundirvísing, fyrilestrum og bólkaarbeiði, meðan seinasti fjórð ing urin er skipaður sum praktisk undir vísing við vitjanum, útferðum og venjingum. Skeiðið byrjar 21. august og endar við próvtøku í mai komandi ár. Undirvíst verður á Miðnámi í Vestmanna mikukvøld kl.18.00 ­ 21.15, meðan útferðir og vitjanir verða skipaðar í vikuskiftum. Freistin at søkja um upptøku er týsdagin 11. juni. MEIRA KUNNING UM SKEIÐIÐ ER AT FINNA Á WWW.MIV.FO Vit umboða Bergo Flooring AB Gólv til øll endamál Inni og úti FA. HANDALAG Jørgin Pauli Johannessen Hoydalsvegur 16 100 Tórshavn Tel. 215860 handalag@handalag.fo Vit eru á Facebook Grafix 504251